leygardagur 26. januar 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 18 - 26. januar 2002
Í samstarv við Handilsháskúlan BI í Stavanger
skipar Skeiðsdepilin við Marknagil fyri skeiði
í handfaring av sáttmálum í samband við
oljuvinnuna.
Skeiðinnihald:
• verkætlan og sáttmálar
• sáttmálastýring og innkeyp
• keypsmannagongdir
• lýsingar av ymiskum sløgum av
sáttmálum
• handfaring av váða í sáttmálum
• tekniskt grundarlag/fyrisitingarlig krøv
• teknisk bílegging
• arbeiðslýsing
• sáttmálakrøv
• samsýning
Málbólkur:
Verkfrøðingar, búskaparfrøðingar og onnur, ið
skulu fara undir leiðarauppgávur í torgreiddum
verkætlanum.
Tíðarskeið: 11; 12; 13; og 14. februar 2002
Skeiðleiðari: Terje I. Vålans, Center for
Organisatorisk Læring,
Handelshøjskolen, Stavanger
Kostnaður: Kr. 2.000,- fyri hvønn, íroknað
er frálæra, tilfar og mat.
Tilmelding: Áðrenn 1. februar 2002
Handfaring av oljusáttmálum
í samband við verkætlanararbeiði
Team 85 • 316511
Marknagilsvegur 77 • Postrúm 177 • 110 Tórshavn • Tel 31 88 13 • Fax 31 33 74,
T-postur: fh-sth@post.olivant.fo • Heimasíða http://sth.olivant.fo
SKEIÐSDEPILIN VIÐ MARKNAGIL * SDM
TEKNISKI SKÚLIN
FØROYA HANDILSSKÚLI
Nærri fæst at vita við at venda sær til
í
02
Aldursbólkar:
· Pinkur
1992-1993
· Gentur 10-12 ár
1990-1991
· Smágentur 12-14 ár
1988-1989
· Pinkulingar
1994-1995
· Smápiltar
1992-1993
· Piltar
1990-1991
· Smádreingir
1988-1989
· Dreingir
1986-1987
Aldursbólkarnir
pinkulingar,
smápiltar, piltar,
smádreingir, pinkur,
gentur 10-12 ár og
smágentur 12-14 ár
leika við 4
útileikarum og
málmanni +
eykaleikara
Aldursbólkurin dreingir hevur 4 leikarar + eykaleikara
Liðini skulu hava nø
m
Luttøkugjaldið er 200 kr. fyri hvørt liðið
Tilmelding:
Tlf. 372 539 ella 220 314
ða brúktir
bæði privat og á virkjum,
fjósum o.a.
ALTI 2100 til rúm
støddir uml. 50-80 m
2
ALTI 2138 til miðal stór
rúm uml. 100-150 m
2
ALTI 2214 til rúm
støddir uml. 200 m2
kr.1.895,-
kr. 2.095,-
kr. 2.995,-
SPF. ALTING
tlf. 210 298
fax 318 591
Vit senda um alt landið
VHF telefonin
til skip og bátar
kr. 2.975,-
Nú einans
post ordrar verða
avgreiddir
Viðvíkjandi P/F 1532,
P/F Georg Kjærbo í
likvidatión, 270 Nólsoy
Vísandi til § 72 í " Lov
om Aktieselskaber" frá
15. apríl 1930, skal
Skráseting Føroya við
hesum, heita á
nevndina/likvidator í
omanfyri nevnda felag,
um innan 3 mánaðar frá í
dag at upplýsa um felagið
enn er til. Um
Skrásetingin einki hevur
frætt tá henda freist er
farin, verður felagið strikað
úr Skrásetingini.
Skráseting Føroya 24.
januar 2002
Kristin Balle
____________________
Viðvíkjandi P/F 1335,
P/F Ulo í likvidatión,
270 Nólsoy
Vísandi til § 72 í " Lov
om Aktieselskaber" frá
15. apríl 1930, skal
Skráseting Føroya við
hesum, heita á
nevndina/likvidator í
omanfyri nevnda felag,
um innan 3 mánaðar frá í
dag at upplýsa um felagið
enn er til. Um
Skrásetingin einki hevur
frætt tá henda freist er
farin, verður felagið strikað
úr Skrásetingini.
Skráseting Føroya 24.
januar 2002
Kristin Balle
_____________________
www.sosialurin.fo
veitst tú ikki tað?
Nr. 18 • leygardagur • 26. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Dagbóksbrot úr
eini hospitalssong
Lesið á síðu 4 og 5
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Tær taka tað róligt í løtuni,
Rannvá og Rebecca.
Ongar konsertir eru á skránni í
januar mánaði, men tá tað líður
út í februar mánað, fer nakað at
henda.
Tá fer Creamy at gera eitt
stórt átak á bretska tónleika-
marknaðinum, har fløgan hjá
teimum, We Got The Time,
kemur út. Ein stakfløga skal
royna at slóða fyri einum gjøg-
numbroti á hesum risastóra
marknaði, og tær báðar genturnar
skulu gera vart við útgávuna við
eini PR-ferð til London mið-
skeiðis í næsta mánaði.
- Tær fáa alla tíðina tilboð um
at verða við í ymiskum tiltøkum,
men tær taka ikki av øllum. Tær
vilja passa skúlan hjá sær, og tí
taka tær ikki ov nógvar uppgávur
á seg, sigurAnni Joensen, sum er
mamma Rannvá.
Men hóast tað er friðarligt í
løtuni, so skalt nógv leggjast
fyri, tá Creamy-genturnar fara til
Onglands at promovera nýggju
fløguna hjá sær um ein slakan
mánað.
Jólasølan ikki tann sama
Fyri jól hevði Creamy úr at gera,
tí tá royndu tær at gera vart við
nýggju jólafløguna hjá sær. Tær
framførdu ymsastaðni og signer-
aðu fløguna nógvastaðni. Jóla-
fløgan hjá teimum seldi ikki so
nógv, sum aðrar fløgur hjá
teimum hava gjørt, men fløgu-
sølan sum heild var stak vánalig
í fjør.
Donsku plátufeløgini stúra nú
veruliga fyri, at nógv ólógliga
kopieringin av tónleiki rakar
marknaðin ógvusliga. Stór aftur-
gongd er í søluni hjá flest øllum
bólkum, og undan jólum vóru
Creamy tann bólkurin, sum seldi
flest jólafløgur, hóast 25.000
eintøk er lítið aftur ímóti tí, sum
tær áður hava selt av sínum
útgávum.
Men í løtuni er tað ikki heim-
ligi marknaðurin, sum plátufe-
lagið hjá teimum hugsar mest
um. Tvær ferðir til Onglands í
november og desember mánaði í
fjør vóru lovandi. Stórur áhugi
var fyri føroysku Rannvu og
donsku Rebeccu, og bæði fjøl-
miðlar og altjóða deildin hjá
EMI halda seg síggja møguligar
stjørnur í teimum báðum gent-
unum.
- Vit kunnu sjálvsagt ikki fáa
nøkur lyfti um, at tær fara at
klára seg væl í Onglandi, men
plátufelagið heldur, at tær hava
møguleikan fyri at fáa eitt
veruligt gjøgnumbrot á bretska
marknaðinum, sigur Anni
Joensen.
Gera vart við seg í London
Tað verður sangurin, sum punk-
friseraði Limahl gjørdi kendan í
áttati árunum, sum skal slóða
fyri einum gjøgnumbroti í Ong-
landi. Sangurin Neverending
Story verður givin út sum stak-
fløga 17. februar, og higartil
hevur áhugin fyri júst hesum
sangi verið stórur á ávísum
sjónvarps- og útvarpsstøðum í
Onglandi.
Fløgan, sum Creamy skal geva
út í Onglandi, er tann sama, sum
tær góvu út í Danmark fyri ein-
um ári síðani. Hendan fløgan er
meira tannáringa poppur enn
barnatónleikur, og fløgan verður
mett at hava eginleikarnar, sum
skal til fyri at vinna fram uttan
fyri Danmark.
Áðrenn stakfløgan verður latin
sølubúðunum fara Rannvá og
Rebecca at gera vart við seg í
Onglandi. Tær skulu verða fýra
dagar í London, og har skulu tær
hitta ensku pressuna. Tær skulu
gera samrøður, vitja útvarpsstøð-
ir og framføra í sjónvarpi.
- Hvussu framtíðin hjá
Creamy verður veldst nú alt um,
hvussu tað fer at ganga í útland-
inum. Um tað ikki ber til at fáa
eitt gjøgnumbrot í Onglandi, so
er stóri spurningurin, hvat bólk-
urin síðani fer at takast við, sigur
Anni Joensen, mamma Rannvá.
Um Neverending Story og
hinir sangirnir á fløguni fella væl
í oyruni á ungdóminum á bretska
meginlandinum, so verður søgan
um Rannvá og Rebeccu kanska
ein ævintýrsøga uttan enda.
Creamy bíðar eftir útlandinum
Í februar mánaði kemur fløga hjá Creamy út í Onglandi, og tá
verða øll segl sett fyri, at hálvføroyska poppduoin kann fáa
gjøgnumbrot á hesum risastóra marknaði
Í februar mánaði kemur fløga hjá Creamy út í Onglandi, og tá verða øll segl sett fyri, at hálvføroyska poppduoin kann fáa gjøgnumbrot
á hesum risastóra marknaði
C
M
Y
K
19
18