Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. januar 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 18 - 26. januar 2002 Nr. 18 - 26. januar 2002 17 Hvør er orsøkin til, at fiskiskapurin undir Føroyum er so góður og støðugur? VILMUND JACOBSEN Góði fiskiskapurin undir Føroyum kemur allari ís- fiskavinnuni, virkjunum á landi og samfelagnum sum heild til góðar. Tað vísir seg nevniliga, at fiskiskapurin seinastu árini hevur verið meira støðugur enn annars. Og tó; tað er nú einki óvanligt, at tað gong- ur væl nøkur ár og minni væl onnur ár. Í skriftini lesa vit um sjey feit ár og sjey rakár. Í vinnuni eru árini viðhvørt fleiri, onnur ár færri – bæði í upp-og niður- gongd. Tó halda summi, at fiski- skapurin seinastu árini hev- ur verið líka sum meira støðugur enn fleiri undan- farin ár. Og hvør kann so orsøkin vera til tað? Alt gitingar Lítil ivi man vera um, at sjálvt veiðitrýstið á fiska- stovnarnar avgerð bert ein part av allari gongdini. Ikki minni týdning hava vakst- rarlíkindini hjá fiskinum, sum kemur undan, tá ið gýtt er. Er nógv í ”hagan- um”, spyrst lítið burtur úr, um einki er at eta – og tá kemur heldur einki undan. Onkur hevur róð uppund- ir, at trolfríu økini og úti- hýsingin av ídnaðarskipun- um undir Føroyum kunnu hava havt sín týdning fyri tann ”stabilitet”, sum nú vísir seg at vera. - Men hetta eru alt gitingar, heldur Olaf Ols- en, sum er reiðari á átta trolarum. Hann vísir á, at økir verða ”permanent” friðað, onnur sum verja fyri gýt- ingarfiskiella ungfiski, og reglur verða settar um størri meskavíddir. Á henda hátt ber til at stabilisera veiðina, um fyritreytirnar í havinum annars eru í lagi. - Hvat av øllum hesum hevur størst týdning, er torført at siga, tí tað veit ivaleyst eingin við vissu, heldur reiðarin. Friðaðu økini Olaf Olsen sigur tó, at hann hevði ikki mælt til at latið tey trolfríu økini uppaftur, tí tey kunnu saktans hava havt sín týdning. - Ymiskt er, hvønn týdn- ing tey ymisku verndar- tiltøkini kunnu hava, tí fiskasløginieru ymisk. Summi eru meira viðbrekin enn onnur, eitt nú tey á djúpum vatni, sum nørast og veksa seint, sigur Olaf Olsen. Olaf Olsen, reiðari: Vit eiga at varðveita trolfríu økini Edmund Joensen • Hall er á løgtingsfíggj- arlógin fyri 2002. • Besta intøkuárið í Føroya søgu mugu avdrøg av landskassans skuld gjaldast av innistandandi. • Veruligi útreiðsluvøkst- urin á løgtingsfíggja- lógini hetta valskeiðið ferð, tá ið samanum kem- ur, at nærkast eina heilari milliard. • Fíggjarlógin var ikki meira enn samtykt, tá sjálvur løgmaður, tann 7. januar boðaði frá fyrstu eykajáttanini í 2002. • Samlaðu eykajáttanirnar í 2001 vóru heilar 207 mió. krónur. • Landstýrið er nú eftir øllum at døma av álvara farið undir endaligu út- gjaringina til løgtings- valið. Beint áðrenn jól samtykti ein minniluti (15 av 32 løgtingsmonnunum) løg- tingsfíggjarlógina fyri næsta ár. Trettan atkvøður vóru ímóti, ein tingmaður atkvøddi ikki og tríggir vóru ikki í salinum. Hetta er so fyrstu ferð í Føroya søgu, at ein løg- tingsfíggjarlóg til seinastu og endaligu viðgerðina hevur fingi so lítla undir- tøku (og so stóra mótstøðu) í Løgtinginum. Hetta er somuleiðis ein stór falliterklering til sit- andi landstýrið og meir- lutan á løgtingið. Í framkomnu londunum, sum vit vanliga sammeta okkum við, hevði stjórnin í stundini endurskoða sín politikk ella farið frá. Síðani nýggja stýri- skipanarlógin kom í gildi, hava polittisku flokkarnir roynt at taka til sín sið- venjuna at atkvøða fyri løgtingsfíggjarlógini til seinastu og endaligu við- gerðina. Vanliga polittiska toganin um konti og játtanir til ymisku økini í landinum er tá av, og prioriteringin hjá einum meirluta er tá staðfest. Hetta verður gjørt í ásannan av- og viðring fyri tí demokratisku skip- anini vit hava. Landið skal undir øllum umstøðum hava eina løgtingsfíggjar- lóg. Landstýrið og samgong- an gjøgnumtrumfaðu uttan fyrilit fyri føroyska samfe- lagnum so grundleggjandi og skaðiligar broytingar til løgtingsfíggjarlógina, at andstøðan atkvøddi ímóti meðan partur av samgong- uni helt seg burtur. Hvørki tingmenn ella fólkið hevur álit á førda politikkinum Tað sum hent er á Føroya løgtingið í sambandi við løgtingsfíggjarlógina fyri 2002 má sigast at vera ein sannan av, at hvørki meirlutin á løgtingið ella av Føroya fólk hava álit á førda politikkinum. At flestu fólk ikki hava álit á landstýrinum og sitandi meirluta á tingið, kan ikki koma óvart á nakran. Hetta er so týðiliga komið fram, í dagligari talu ímillum manna, og eisini í teimum nógvu veljarakann- ingunum sum verið hava. Fólkatingsvalið fyri kortum talar eisini sítt týði- liga mál. Føroyingar taka snøgt sagt ikki undir við førda loysingarpolitikkin- um, har heildarveitingin og vælferðin verða skerd. Tey síggja sjálvandi, at hesin politikkur er landsskaði- ligur og má steðgast ong- antíð ov skjótt. Spurningurin sum eftir stendur er, um Føroyar hava eitt landstýri og ein sam- gonga, sum eru so ússalig og so koyrd føst, at tey sjálvi ikki finna úthurina ? Mangt bendir á at so er. Eitt er vist, Føroya fólk hava ikki ráð til hetta landstýrið. VIÐMERKINGAR Olaf Olsen sigur, at hann hevði ikki mælt til at latið trolfríu økini uppaftur, tí tey kunnu saktans hava havt sín týdning í ”stabiliseringini” av veiðini Føroyar fólk hava ikki ráð til sitandi landstýrið Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Gekk og hugsaði hvat lá fremst í huganum til eina Jólagávu, og kom eg til tað niðurstøðu, at eg ynskti tvær bøkir at lesa, onnur Færøernes land eftir Hans Jacob Debes, og hin Færø Bank sagen eftir Richard Mikkelsen, helt at báðir hesir persónar vóru so- mikið áhugaverdir at fara í holt við at lesa. Nú eftir Jól siti eg og lesi Færøernes land, meðan hina havi eg enn ikki fing- ið, eftir sum hon varð útseld beinavegin, helst man tað koma av at Føroya fólk, einans bleiv fóðrað við okkara egnu meining- um av ábyrgdini í banka- málinum. Grundin at eg ynskti mær hesa bókina hjá Richard Mikkelsen var at eg saknaði eina greiða gjøgnumgongd, av hinari síðuni av banksakini, og er hann eftir mínum tykki, tann einasti, sum kundi greiða frá allari gongdini, í hesum ógvuliga stóra, og eftir míni metan einkla máli, at so ein bólk- ur av sakførarum og em- bætisfólki aftaná, fór ígongd við próvførslir, fyri at reinsa politiskar mynd- ugleikar, var tað sum gjørdi, at málið gjørdist ein fløkja. Vit fingu nakrar góðar subjektivar sjónvarpssend- ingar sæð við Føroyskum eygum, sum eftir mínum tykki settu fleiri spurning- ar, nú nøkur ár eru farin, hava vit fingið staðfest ábyrgd til Danmarkar, meðan eingin ábyrgd er staðfest, her heima. Eg skrivi ikki hesar reglur fyri at leggja eftir nøkrum, men eg kann ikki annað enn undrast yvir, hvussu vit hava megna at sloppið okkara egnu ábyrgdarpersónum, so gott undan ábyrgd. Haldi meg minnast trongdina hjá ávísum po- litikarum at reinsa seg sjálvar, við at blaku runu eftir Richard Mikkelsen, so tú fekst tað fatan, at hann var tann sum hevði ábyrgd- ina av at bankin fór av knóranum. Um Richard Mikkelsen gjørdi nakað skeivt, tað veit eg av góðum grundum ikki, eftirsum eg sum sagt, enn ikki havi fingi fatur á bókini hjá honum, fyri at gerða mína egna niðurstøðu av hansara dispositiónum, í samband við Bankamálið. Annars vil eg ynskja øll- um mínum landsmonnum eitt gott nýggjár, og ynskja alt tað besta fyri okkara stolta fólki framyvir. Færø Bank sagen UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Nýggjur sáttmáli Noreg og Suðurkorea hava skrivað undir nýggjan sáttmála um samstarv á ymsum økj- um. Sáttmálin umfatar m. a. samstarv innan fiskaaling, handils við fiskaúrdráttum og gransking. Skrivarin í norska fiskimálaráðnum, Sol- veig Strand, sigur, at sáttmálin kann fáa stóran týdning fyri báðar partar. Hon legg- ur afturat, at møguleiki er at víðka sáttmálan seinni, sum hann eisini kann umfata annað samstarv. Avtalað er, at norsk og suðurkoreansk um- boð skulu hittast ann- aðhvørt ár at viðgera mál av felags áhuga. Bretar fyri evruni Fyri fyrstu ferð vísir ein kanning, at nýggja evropeiska gjaldoyrað, evran, hevur størri und- irtøku enn mótstøðu í Bretlandi. Sambært teirri nýggju kanningini vilja 40 prosent hava evruna setta í gildi, meðan 39 prosent siga nei. Hini 21 prosentini hava ikki tikið støðu til spurn- ingin um at seta evruna í gildi ístaðin fyri pund- ið. Tony Blair, forsætis- ráðharri er heitur talsmaður fyri evruni, men hann hevur ikki viljað lagt spurningin út til gólkaatkvøðu, tí allar kanningar hava higartil víst, at flestu bretar eru ímóti. Eyg- leiðarar í London siga, at fólkaatkvøðan er í hvussu er komin nærri nú. Bílagt hundrað flogfør Flogfelagið Ryanair hevur bílagt ikki færri enn hundrað flogfør av slagnum Boeing 737- 800. Keypsprísurin er 77 milliardir krónur, og hetta er fyrstu ferð, at sama felag bíleggur so nógv flogfør av 737- røðini. Ryanair, sum er eitt av teimum sonevndu "bíligu" flogfeløgun- um, flýgur m. a. millum London og Århus, og í apríl fer felagið eisini at flúgva millum Lond- on og Esbjerg. Úr Norðurlondum: Dýrt at flúgva Norsku myndugleik- arnir hava gjørt av at kanna, hví tað er so nógv dýrari at flúgva innanlands í Noregi enn í Svøríki. Kanningin verður sett í verk, eftir at ein flogferðaseðil millum Oslo og Tromsø er farin at kosta 6.288 norskar krónur. Fyri hesar pengarnar ber til at fáa ein vikuskiftisferðaseð- il úr Oslo til San Fran- sisco ella Bangkok, men tað, sum argar norðmenn mest, er, at ein ferðaseðil við flog- fari úr Stockholm til Kiruna kostar bara 3.630 norskar krónur. Ein talsmaður hjá norsku myndugleikun- um heldur, at kapping- arviðurskiftini á rutuni millum Oslo og Tromsø man hava stóra ávirkan. Fólk hava stutt sagt ov lítið at velja í, sigur hann. Bíligari at ættleiða Ein meiriluti av teimum donsku fólkatingslim- unum halda, at tað er ov dýrt hjá dønum at ætt- leiða børn, og tí hevur almannamálaráðharrin Hnriette Kjær boðað frá einum nýggjum uppskoti í summar. Sum er letur tað al- menna 37.130 krónur í stuðuli í sambandi við ættleiðing, men sam- bært summum politik- arum noyðast fólk stundum at rinda meira enn 100.000 krónur úr egnum lumma. Hesir politikararnir halda ikki, at tað fíggjarliga eigur at vera tað av- gerandi hjá fólki, sum vilja ættleiða. Aðrir politikarar bera ótta fyri, at játtar tað almenna meiri stuðul, fara feløgini, sum skipa fyri ættleiðing, at skrúva prísin upp. Úrslitið verður so, at tann økti stuðulin endar í kassanum hjá feløg- unum og kemur ikki foreldrunum til góðar. Brotsmenn í Afgan- istan verða framvegis revsaðir eftir islamskari sharia-lóg eins og undir Taliban- stýrinum AFGHANISTAN Árni Joensen Teir afghanar, sum vænt- aðu, at tær hørðu revsing- arnar undir falna Taliban- stýrinum fóru at fáa sín enda saman við stýrinum, mistóku seg. Hósdagin kunngjørdi hægstirættur í Kabul, at myndugleikarnir fara framvegis at nýta ta islamsku sharia-lógina at áseta revsingar eftir. Hetta ber m. a. í sær, at brotsmenn kunnu vænta at verða steinaðir, og er brots- verkið av serliga grovum slagi, kann revsingin vera, at onkur likamslutur verður skorin av. Hjúnarskilnaður er sambært sharia-lógini brotsverk, og tey seku verða steinað. Taliban-stýrið var kent fyri at skipa soleiðis fyri, at almenningurin slapp at hyggja at, tá fólk vórðu revsað. Eisini hesin siður heldur fram undir nýggja stýrinum. - Guð hevur sagt, at fólk skulu vera hjástødd, so tey kunnu vera vitni, og so- leiðis at tey kunnu taka við læru, segði Fazul Hadi Shinwari, hægstarættarfor- maður. Alment siga afghansku myndugleikarnir, at tað er neyðugt at halda fram við teimum hørðu revsingun- um fyri at fáa tamarhald á tí stóra kriminalitetinum í landinum. Ófriður Hóast bardagin um valdið í Afghanistan langt síðani er av, og umheimurin hevur viðurkent tillagingarstjórn- ina um landsins lógligu stjórn, halda krígsharrar fram við bardaganum um valdið í pørtum av landin- um. Har norðuri í landinum hava bardagar verið sein- astu vikuna millum tveir av teimum krígsharrunum, sum vóru uppi í Norður- samgonguni, ið rak Tali- ban-stýrið frá við ameri- kanskari og russiakari hjálp. Eisini har eysturi í Afghanistan hevur tað verið ófriðarligt, og stjórn- in gjørdi í gjár av at senda ein semingsnevnd at royna semju. Her eru tað partar av teirri sonevndu Eystursam- gonguni, saum stríðast um valdið har eysturi í landin- um. Evropeiski íløgu- bankin EIB ivast í einari ætlan at byggja eina brúgv millum italska meginlandið og oynna Sisilia. ÚTLENDSK SAMFERÐSLA Árni Joensen Italska stjórnin hevur samtykt at byggja eina brúgv yvir um Messina- sundið millum meginlandið og oynna Sisilia. Talan er um eina vega- og jarnbreyt- arbrúgv, og kostnaðurin er mettur til einar 40 milli- ardir krónur. Sum er sigla ferjur um Messina-sundið. Tey, sum eru fyri fasta samband- inum, halda, at tey, sum skulu koyra um sundið, eiga at rinda bummpengar, og at verkætlanin á tann hátt verður sjálvfíggjandi. Italia hevur annars biðið evropeiska íløgubankan um fígging, men har ivast leiðslan í, at tað fasta sam- bandið loysir seg lands- búskaparliga. - Vit tosa um ein part av Italia, har ein stórur partur av tí vanliga fólkinum bara hevur atgongd til reint vatn nakrar fáar tímar um dagin, sigur varastjórin í evro- peiska íløgubankanum, Massimo Ponzellini. Hann heldur, at ætla italsku myndugleikarnir kortini at nýta so nógvar pengar, er íløgan í brúgva- sambandið um Messina- sundið ikki tað, sum eigur at koma í fyrstu røð. Ponzellini heldur, at nógvar aðrar uppgávur liggja á láni, og hann hevur tí mælt stjórnini í Rom til heldur at endurnýggja toksambandið millum meginlandið og Sisilia. Sum er verða tok- vognarnir fluttir við ser- ligum tokferjum. Ivi um brúgvaíløgu Taliban-revsingar galda framvegis í Afghanistan Afghanar lurta, meðan nýggju leiðararnir greiða frá, at gomlu revsireglurnar hjá Taliban-stýrinum halda fram Mynd: Reuters C M Y K 17 16