Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. januar 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 26. januar 2002 15 Hóast ætlanin er at byggja stóra bygning- in, sum kanska fer at eita Skálaborg, á parkeringsplássinum á Skálatrøð, so verða ikki færri parkerings- pláss á staðnum av teirri orsøk BYGGING Eirikur Lindenskov Fyrireikararnir siga, at teir hava uppskot um at brúka økið øðrvísi, og at bilar lut- víst kunnu parkera undir bygninginum. Í dag eru 169 parkeringsbásar á Skála- trøð, tá húsið er liðugt, verða 183, siga teir. – Vit eru sjálvandi greiðir yvir, at at tílíkt hús fer at økja munandi um parker- ingstørvin, og tí er tað, at vit bjóða okkum til at hjálpa kommununi við at finna aðrar parkerings- loysnir í býnum, sigur Mortan Carlsen. Í ætlanin siga teir, at parkeringstørvurin kann loysast við parkering undir jørð inn frá berginum á Kongabrúnni (Krákusteini) og í Álakeri, eins og við nýggjum parkeringsplássi í brekkuni í J. Patursonar- gøtu og Yviri við Strond. Økið á Skálatrøð er mill- um Rættará og Vágsbotn. Tað er umgyrt vestanfyri av fabrikkini hjá Østrøm og timburhandlinum hjá Val- demar Lützen. Móti norði er stórt grótbrot og vestan- fyri eru smiðjurnar og bygningar í ymiskum sniði. Sunnanfyri eru bátabrúgv- arnar. Uppskotið fevnir um at gera ein bygning í seks hæddum, sum skal rúma eldraíbúðum, øðrum íbúð- um og øðrum virksemi, so sum smáhandlum, matsto- vum o. s. fr. Hugsandi er, at tríggjar tær ovastu hæddirnar verða brúktar til íbúðir, ein partur til eldraíbúðir. Tvær verða nýttar til skrivstovu, og nið- asta hæddin verður til handlar, matstovur o. s.fr. Endaliga býtið av hesum er ikki greitt enn, siga fyri- reikararnir. – Kring økið er í dag bygg- ing í fjølbroyttum skapi og litum, og tað liggur sum ein varði frá farnari tíð. Hetta økið, sum liggur á fyrstu parkett, kann tykjast sum ein gloymdur blettur mitt í býarmyndini, siga teir. Tí halda teir, at teir við hesum bygninginum skapa ein bygning, sum fyri- heldur seg neutralt til ver- andi bygging og skal fram- trína sum ein skulpturur, ið byggilistarliga og í tilfari umboðar nútíðar bygging. Bygningurin er í seks hæddum, rundur í skapi við hallandi síðum og verður settur mitt á Skálatrøð og verður sjonligur frá stórum parti av býnum, frá sjónum verður hann at daga upp í býarmyndini sum land- mark. Miðan í bygninginum verður runt rúm – ein rotunda – hetta er forhøllin í bygninginum, sum ongur upp gjøgnum allar hæddir- nar og her atkoma frá sval- um tl bæði íbúðir, skriv- stovur og annað virksemi. Miðrúmið er eitt inni- lokað útirúm, sum hevur glastgak, sum gevur sera gott dagsljós. Í hesum høga rúmi ber til at seta upp stórar skulptur- ar, hangandi glasmyndir og annað til prýðis, og eisini er ætlanin at virksemi av ser- ligum slag í býnum kann fara fram her, eitt nú lista- framsýningar, tónleikar- framførslur, sjónleikur o. s. fr. – Vit kunnu siga, at bygn- ingurin við hesum verður ein partur av miðbýarvirk- seminum í Havn, sigur Al- bert Isfeld, arkitektur. Skal verða ein týðandi partur av miðbýnum í Havn Mortan Carlsen, ein av stigtakarunum Á hesum korti er uppskot um, hvussu parkeringsvið- urskiftini í miðbýnum í Havn kunnu loysast »Skálaborg«, sum bygningur- in møguliga skal eita, er í seks hæddum, opin í miðj- uni. Tað slepst til alt virk- semið í bygninginm av svalum , sum eru kring miðhøllina Soleiðis fer bygningurin at taka seg út í lendinum. Aftanfyri hómast bygningarnir hjá Valdemar Lützen… 15 14 Nr. 18 - 26. januar 2002 Ætlanin er at byggja ein stóran, rundan bygning á Skálatrøð í Havn í seks hæddum, sum skal hýsa handlum, matstov- um, skrivstovum, eldraíbúðum og van- ligum íbúðum. Gongst sum ætlað, verður bygningurin klárur at flyta inn í í oktober í 2004 BYGGING Eirikur Lindenskov Tað var ikki hissini verk- ætlan, sum varð løgd fyri býráðslimirnar í Havn hós- kvøldið. Ein arbeiðsbólkur legði fram fyri býráðspoli- tikararnar í Tórshavnar Bý- ráð eina ætlan um at byggja ein stóran, sermerktan bygning á Skálatrøð. Talan er um ein rundan bygning í seks hæddum, har gólv- víddin tilsamans er 7.000 fermetrar. Ætlanin er, at bygningur- in skal hýsa eldraíbúðum, vanligum íbúðum, skriv- stovum og øðrum virksemi. Á fyrstu hædd er ætlanin at hýsast skal annað virksemi, so sum handlar, matstovur o. s. fr. – Ætlanin er ment á ein- um vinnuligum grundarlag, sum skal tryggja, at tað er møguligt hjá íleggjarum at vera við í ætlanini, sigur Mortan Carlsen, sum sam- an við NCC, Føroya Filial í Leynum, Byggitek og arki- tektunum Albert Isfeld og Gudmund Hansen, hevur fyrireikað ætlanina. Tørvur á íbúðum og skrivstovum Fyrireikararnir siga, at ætl- anin er grundað á tann al- samt vaksandi tørvin, sum so sjónliga kemur fram í Havn. – Her verður serliga hugsað um tørv á íbúðum, bæði til eldri fólk og fólk annars. Útboðið av skriv- stovum stendur heldur ikki mát við tann tørv, sum er í høvuðsstaðnum í dag, sigur Mortan Carlsen. Fyrireikararnir halda eis- ini, at tørvurin er grundað- ur á menningina, sum er farin fram í høvuðsstað- num, og sum teir meta fer at halda fram í nógv ár framyvir. – Tí meta vit, at tað er neyðugt, at býráðið virkar fyri, at karmar verða skapt- ir fyri framhaldandi menn- ing av virkseminum í bý- num og góðum liviumstøð- um annars, siga teir. Teir halda eisini, at tað er skilagott at birt verður upp undir, at hendan verkætlan- ini verður framd á Skála- trøð, sum næstan er eitt »deyðpunkt« í Havnini. – Hendan ætlanin fer at føra við sær, at hesin part- urin í størri mun verður sameintur við miðbýin – handilslívið og um hvørvið annars, og at fólk seta búgv í hesum øki fer at føra við sær, at meira lív og meira virksemi verður í hesum miðstaðarøki, sigur Mortan Carlsen. Tað var ein skálamaður, sum legði inn Skálatrøð. Hann búði í Bartskersstovu í Bringsnargøtu, har hand- ilin hjá Katrinu Christ- iansen er. – Tí hevði tað kanska verið passandi, at bygn- ingurin fekk navnið »Skál- aborg«, sigur Mortan Carl- sen. Og hvør veit, kanska bygningurin hervið fekk navnið…? Eldraíbúðir, íbúðir og skrivstovur Byggiætlanin snýr seg um ein rundan bygning í seks hæddum. Samlaða gólv- víddin verður umleið 7.000 fermetrar. Inni í bygn- inginum verður eitt runt op frá niðastu hædd og allan vegin upp. Hetta verður ein høll, takt við glasi. Fyrireikararnir hugsa sær at gera ein leigusáttmála við kommununa um grund- økið, og teir hugsa sær, at teir eisini verða við í eini ætlan um at útvega fleiri parkeringspláss í býnum. Ein høvustáttur í ætlanini er eldraíbúðir. Ætlanin er bygd á, at eldraíbúðir skulu vera í tveimum støddum, onnur umleið 64 fermetrar og hin umleið 96 fermetrar. Eisini er ætlanin, at serlig fyriskipan skal gerast fyri at tryggja, at hesar íbúðir í framtíðini eisini skulu verða tøkar til eldraíbúðir, tískil serligar treytir við víðari sølu, keypi og nýtslu. Annar høvuðstáttur í ætl- anini eru íbúðir, sum øll kunnu keypa. – Hesar eru ætlaðar í trimum støddum, umleið 64 fermetrar, 96 fermetrar og 130 fermetrar, sigur Al- bert Isfeld, arkitektur. Viðvíkjandi hesum íbúð- um eru ongar serligar treyt- ir, eins og við eldraíbúðu- num, tá tað snýr seg um víðari sølu o. s. fr. Triði høvuðstátturin í ætlanini eru skrivstovuhøl- ini, sum ætlanin er at hava á aðru og triðju hædd. Hesi høli verða væntandi boðin út til leigu í tann mun, at á- nararnir ikki sjálvir ætla at gera nýtslu av teimum. Í niðastu hæddini er ætl- anin at hýsa handlum, mat- stovum o. l. Standa liðugt í oktober 2004 – Vit hava ongar avtalur enn gjørt við íleggjarar, hó- ast vit hava tosað við fleiri í Føroyum og onkran eink- ultan uttanlands, sigur Mortan Carlsen. – Av tí at verkætlanin ikki er liðug í smálutum fyri- liggja enn ikki neyvar greiningar av m. a. samlaða byggikostanðinum. Tað hevði tí ikki verið gjørligt hjá íleggjarum at gjørt end- aligan sáttmála í sambandi við verkætlanina. Fyrireikararnir hava handað býráðnum umsókn um økið á Skálatrøð – í fyrsta umfari um optións- rætt í eitt ár fyri síðani at finna út av, um fyritreyt er fyri hesi ætlan. – Í hesum tíðarskeiði ætla vit at gera ætlanina lidna og leggja hana fyri íleggjarar, sigur Mortan Carlsen. Sambært tíðarætlanini fara teir at lata inn endaliga byggiumsókn í august í ár. Skitsuprojektið varð handa býráðnum hósdagin, og í mai skulu fyrireikingarnar verða komnar undir land. Myndugleikaprojekt skal fyriliggja í august, og skal húsið standa liðugt í oktob- er 2004. Skálin »Skálaborg« byggjast á Skálatrøð – Hetta er nýtt, hetta er stórt, hetta er spennandi, og hetta er kollveltandi. Hesi vóru nøkur av lýsing- arorðunum, Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn nýtti um verkætlanina á Skála- trøð BYGGING Eirikur Lindenskov Jan Christiansen er hugtik- in av verkætlanini um at byggja ein 7.000 fermetra stóran bygning á Skálatrøð til at hýsa skrivstovum handlum, eldraíbúðum og ørðum íbúðum. – Vit skulu minnast til, at hetta liggur mitt í býnum, og nógvir havnarborgarar hava eina meining um hetta. Tí dámar mær væl, at fyrireikararnir longu nú hava skipað fyri einum tíð- indafundi, soleiðis at æltan- in kann leggjast fyri borg- ararnar beinanvegin, sigur Jan Christiansen. Borgarstjórin heldur, at ætlanin er í tráð við byggi- ætlanina fyri økið, sum er ein partur av miðbýnum í Havn. Hann heldur somu- leiðis, at tað er gott, um bý- urin kann verða klárur til stóra eftirspurningin, sum kann koma í kjalarvørri- num av eini oljuvinnu. – Tá kunnu vit vænta eitt rættuligt »boom«, og tá ræður um, at býurin er fyri- reikaður, so tann nógvi kapitalurin, ið tá kann væntast, ikki tekur ræði á øllum. Og gott er, um býur- in tá er klárur við skrivstov- uhølum við rætta kvaliteti- num. Jan Christiansen sigur, at býráðið ongar konkretar ætlanir hevur havt við øki- num á Skálatrøð, síðani uppskotið um eldraíbúðir varð vrakað í 1989. Hann sigur eisini, at nógv trýst er á at fáa øki í miðbýnum – bæði til skrivstovur og til í- búðir. – Tað er í øllum førum ó- hugsandi at, at Skálatrøð verður liggjandi undir as- falti í allar ævir, sigur hann. Teir, ið hava fyrireikað uppskotið um stóra, runda bygningin á Skálatrøð, hava samstundis bjóðað sær til at hjálpa kommuni við at útvega fleiri parkeringsøki í miðbýnum. M. a. mæla teir til, at parkeringsberghol verða sprongd, eitt nú í bergið undir Krákusteini við Eystaruvág. Men hevur býráðið slíkar ætlanir? – Nei, tað hava vit ikki, sigur Jan Christiansen, sum kortini heldur tankan verða áhugaverdan. Hann vísir á frystitunlarnar í Fuglafirði, sum hava givið sera gott úrslit og hava verið lutvíst bíligir. Skálaborg: Ein spennandi verkætlan Soleiðis hugsa Albert Isfeld og Gudmund Hansen, arkitektar, sær, at bygningurin og Skálatrøð fer at síggja út, tá hann stendur liðugur í oktober 2004 Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn C M Y K 14