Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. januar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 18 - 26. januar 2002 Nr. 18 - 26. januar 2002 13 - Hetta var tann rætta løtan at mynstra av. Eg havi hugsað um hetta væl og leingi, og havi roynt at viga fyri og ímóti. Vág- skálin, sum segði, at løtan var komin at geva, var tann tyngsta, og tí kenni eg tað sum ein lætta at hava kunna tikið ta endaligu avgerðina GEVST Í POLITIKKI Jan Müller Hetta sigur "the grand old man" í føroyskum politikki, tjóðveldistingmaðurin og tingformaðurin Finnbogi Ísakson, nú hann á uppstill- ingarfundinum hjá flokk- inum í Havn takkaði fyri seg eftir 32 ára trúgva tænastu. - Tað er rættast av mær at siga, at nú fari eg, eisini meðan leikurin er góður. Eg endaði mína karrieru sum løgtingsformaður, og tað eri eg nøgdur við. Tað hevur vigað tungt báðar vegir og kundi ganga báðar vegir, men í síðstu løtu kom eg til, at løtan at gevast var komin sigur Finnbogi og vísir á, at tá man hevur verið á tingi í meira enn 30 ár og ongantíð hevur verið úr politikki frá tí man var 23 ár til man nú nærkast teimum 60, so er tíðin komin til at gevast. Hann kann nú hugsa sær at royna lívið uttan politikk. Tað eru so eisini ymsar aðrar orsøkin til, at aldur- forseti Tjóðveldisfloksins á tingi hevur gjørt av at gevast í poltikki eftir næsta val. Ein orsøk er tann, at tað fer ein útskifting fram sum rímuligt er. Yngri fólk kemur framat. - Tað eitt gamalt orð, sum sigur, at nýggj fólk hava nýggjar siðir við sær, og teirra arbeiðsháttur og upp- fatanir sampakka ikki altíð so væl við eins egnu sigur tingmaðurin men leggur dent á, at hetta merkir ikki, at tað altíð er ósemja og stríð. Ræður um at hava dyr opnar Tað er einki dulsmál, at Finnbogi Ísakson hevur altíð havt sínar egnu hugs- anir í politikki og hevur torað at sagt tær á rætta stað. Eingin hevur nakran- tíð ivast í, hvar hann hevur staðið sum tjóðveldis- maður. Hann hevur hoyrt til tann "gamla gardan" í Tjóðveldisflokkinum, sum vit hava sæð frá politisku viðgerðunum á tingi og í landsstýri ikki altíð hevur verið á einum máli við nýggja og yngra ættarliðið í flokkinum. Vit spurdu tí tingmannin, um broyting- arnar í flokkinum við eitt nú eini nýggjari leiðslu hava havt ávirkan á avgerð hansara at gevast nú. - Eg kann bert endurtaka, at tá tað koma nýggj fólk, sum hava annað arbeiðslag enn ein, sum er eldri og sum hevur nógvar royndir, so henda broytingar. Jú fleiri royndir man fær betur dugur man at síggja, at tess fleiri dyr skal man hava opnar. - Metir tú harvið, at nýggja ættarliðið í flokkin- um ikki letur nóg nógvar dyr standa opnar? - Nei ikki júst. Men tey hava tað, sum ung fólk hava fyri, og tað er at koyra síni sjónarmið fram sum tey einastu røttu. Í veruleik- anum sær man ikki, um tey hava fleiri dyr opnar, fyrr enn eitt val aftrat er farið afturum. Tá standa tey í eini nýggjari støðu og skulu finna út av, um tey skulu hava eina ella fleiri dyr at fara ígjøgnum. Markera men ikki styggja Finnbogi Ísakson, sum við dúgvu royndum sínum má metast at hoyra til tann meira semjusøkjandi partin av flokkinum, hevur tey ráð til floksfelagarnar og leiðsl- una í flokkinum um ikki at læsa seg ov føst. - Sjálvandi skal flokkurin profilera seg til valið, og serliga sum tann mest víðgongdi sjálvstýris- og frælsisflokkurin, men ein skal ansa eftir ikki at vera so markantur, at man har- við útilokar seg sjálvan frá samgongu eftir valið. Man skal ikki markera seg soleiðis, at man styggir øll frá sær sigur hann og heldur fram: - Er man ungur og ágrýt- in og altíð skal hava rætt, og eitt valstríð fer í gongd, so kann man koma í ta støðu, at man læsir seg fastan, uttan at man sjálvur vil tað. Tað er tað, sum eg vil ávara ímóti. Hann dylur ikki fyri, at við sínum drúgvu royndum í politikki hevur hann lært alla tíðina at meta um týdningin at kunna sam- starva við aðrar og vísir m.a. til tað góða samstarv Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu, tá Atli Dam var í politikki. Tað tók sjálvandi nøkur ár at fáa tær neyðugu roynd- irnar at finna eitt gott stev og vónar hann, at hetta skeiðið hevur verið við at brýnt ungu politikararnar í flokkinum. Finnbogi Ísakson gevst í politikki: Rætta løtan at mynstra av Nøkur fakta um Finnboga Ísakson: Finnbogi Ísakson er tann næstyngsti, sum er valdur á ting, 23 ára gamal í 1966 Føddur í Klaksvík 7. februar í 1943 Valdur á ting fyrstu ferð fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoya valdømi í november 1966 Afturvaldur í 1970, 1974, 1978, 1980 Stillaði ikki uppaftur í 1984 Stillaði upp til Fólkatingsvalið í 1988, varð ikki valdur Stillaði upp til løgtingsvalið í 1988, varð ikki valdur, men gjørdist landsstýrismaður frá jan-juni í 1989. Løgtingsmaður frá juni 1989 fyri Jóngerð Purkhús, sum tá bleiv landsstýriskvinna. Valdur á ting í 1990 Valdur á ting í 1994 Valdur á ting í 1998 Tingformaður frá 1998 Landsstýrismaður 1975-79 Landsstýrismaður januar-juni 1989 Landsstýrismaður 1993-94. Finnbogi er sonur Annu og Jógvan Isaksen í Klaksvík. Hann er giftur Ásu Justinussen, sum er dóttir Mariu og Sørin Meinert Justinussen í Havn. Útbúgving, størv og virki: Útbúgvin fjølmiðlamaður Hevur starvast í Útvarpi Føroya 1963-1974 Blaðstjóri á Tíðindablaðnum 1974-75 Freelance í útvarpinum 1979-84 Programmleiðari í Sjónvarpi Føroya 1984-88 Blaðstjóri á 14. September 1991-93 Bókaútgevari frá 1988 Nevndir og ráð: Varalimur í Norðurlandaráðnum 1970-74 Limur av skúlastjórnini 1970-75 Nevndarlimur í Brunatryggingini 1970-75 Til stuttleika kann leggjast afturat, at stórur partur av tingmanningini hjá Tjóðveldisflokkinum als ikki var til, tá Finnbogi Ísakson varð valdur á ting í november í 1966. Høgni Hoydal er føddur sama ár, sum Finnbogi Ísakson varð valdur á ting, í 1966. Páll á Reynatúgvu er føddur árið eftir, í 1967, og Anita á Fríðriksmørk er fødd tvey ár eftir, at Finnbogi Finnbogi Ísakson: -Tað eitt gamalt orð, sum sigur, at nýggj fólk hava nýggjar siðir við sær, og teirra arbeiðsháttur og uppfatanir sampakka ikki altíð so væl við eins egnu Mynd Jens K Vang - Mær hevur altíð dámt betur stórar samgongur. Kunnu vit fáa ein brúkiligan samstarvssáttmála millum Tjóðveldis- flokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin og man heldur seg til hann, so er tað mítt besta boð eftir komandi val sigur Finnbogi Ísakson, tingmaður í 32 ár GEVST Í POLITIKKI Jan Müller Nú hann leggur árarnar inn í føroyskum politikki og harvið ikki verður við til at avgera, hvør kemur í eitt komandi landsstýrið spurdu við Finnboga Ísakson hvønn tjans hann gevur verandi samgongu at kunna halda fram eftir valið? - Fær hon meiriluti haldi eg hon hevði kunnað funnið eitt samstarvsskjal, sum hevði verið brúkiligt. Men eg ivist í, um hon fær meiriluta. Har er vert at hava í huga, at Sjálvstýr- isflokkurin stendur ikki væl í tí, og hyggja vit at Fólka- tingsvalinum og veljara- kanningunum higartil, so hevur hin stóri samgongu- flokkurin ikki staðið seg serliga væl. Tað kann sjálv- andi broytast á løgtings- valinum, men tað er ymiskt, sum bendir á, at henda samgongan missir meirilutan á valinum. -Verður Tjóðveldisflok- kurin størstur eftir valið og kann koma í eina sam- gongu, eigur hann so at krevja løgmann? - Nú var hann størstur seinast og fekk ikki løg- mann. Heldur man, at ein fær nóg nógv burtur úr politikkinum, hóast tú ikki hevur løgmann, so eigur man at taka tað, men annars hevði tað verið náttúrligt, um flokkurin bleiv størstur, at hann fekk løgmann. Finnbogi Ísakson vísir á, at Tjóðveldisflokkurin hevur verið í tveimum landsstýr- inum, har hann hevur verið størstur men kortini ikki fingið løgmanssessin. Stóra samgongu Hvat sigur Finnbogi Ísakson til, at smáir flokkar eru tungan á vágskálini í eini samgongu – heldur hann tíðin er komin til at skipa samgongur við størri parlamentariskum grundar- lag? - Mær hevur altíð dámt betur stórar samgongur. Kunnu vit fáa ein brúki- ligan samstarvssáttmála millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðar- flokkin og man heldur seg til hann, so er tað mítt besta boð eftir komandi val. Finnbogi Ísakson heldur tað er ein hampuliga góður møguleikar fyri, at vit fáa eina slíka samgongu. –Vit sleppa ikki uttan um, at tað skulu fremjast týðandi stig á sjálvstýrisleið, og har er tað so spurningurin, hvussu langt Javnaðarflokkurin vil fara. Tað er tað, sum kann blíva ein knútur. - Løgmaður sigur, at valið fer at snúgva seg um ferðina á yvirtøkum. Er tú samdur í tí? -Tað er helst nakað um tað. -Oddamenn í tínum flokki hava fyri kortum sagt, at vit kunnu taka fullveldi um fýra ár! - Eg havi altíð hildið, at man kann taka fullveldi í dag. Men tá man skal seta seg niður og tosa við aðrar flokkar, so veit man, at tað krevur eisini at hava atlit til teirra sjónarmið. Størsta hendingin Nú hann gevst í politikki med alla spurdu vit Finnbogi, hvat hann heldur er tann besta og størsta hendingin hann hevur upplivað øll hesi 32 árini? -Tað er at vit av álvara eru farin at minka um stuðulin úr Danmark. Eg dugi ikki at sígggja, at vit koma víðari við okkara høvuðsmáli, sum eru einar sjálvstøðugar Føroyar, uttan so at vit sleppa okk- um av við blokkstuðulin. Hann heldur ikki tað er so avgerandi, innan fyri hvat áramál vit minka um henda stuðul, men tað er umnráðandi, at tilgongdin heldur fram, at tað ikki kemur steðgur í. Besta boðið: A,C og E GEVST Í POLITIKKI Jan Müller Samtíðis sum Finnbogi Ísakson fer úr politikki, gevst floksfelagi hansara í 30 ár, Signar á Brúnni eisini. Hvørja viðmerking hevur hann til, at floks- felagin í Fuglafirði legg- ur inn um somu tíð?’ - Nú hevur Signar verið í eini serligari støðu øll hesi seinastu árini, har tað hevur verið rættiliga nógv rok um hansara per- són, og tað haldi eg hevur tyngt hann nokk so nógv. Og tað skilji eg væl. Hann hevur betur uppi- borið og kundi verið betur viðfarin av sínum egnu sigur Finnbogi, sum tó ikki metir Signar vera beiskan nú hann gevst men heldur vónsviknan av, at tað skuldi enda sum tað gjørdi. Finnbogi Ísakson heldur tað verður ringt at finna í hvussu er ein persón í Fuglafirði, ið kann savna so nógvar atkvøður sum Signar hevur kunnað í so mong ár. Finnbogi leggur aftrat, at avgerðina ikki at stilla upp hava teir ikki tikið í felag. GEVST Í POLITIKKI Jan Müller Tá hugt verður úr bak- speglið hetta seinasta skeiðið heldur Finnbogi Ísakson, at spurningurin um sjálvstýri og fullveldi hevur verið rætti poli- tikkurin, men hann held- ur tað hevur vigað ov nógv í tí politiska kjak- inum. – Tað, sum hevur verið viðgjørt og avrikað annars, hevur kanska verið í so lítið frammi. Tað hevur virkað sum man ongantíð hevur gjørt annað enn at tikist við sjálvstýristilgongdina. Uppá fyrispurning hvat hann heldur um tað ringa stevið í samgonguni í løtuni og hvat hann heldur um tær ósemjur, sum hava verið og eru millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin sigur Finnbogi Ísakson, at hann ivast í um ósemjurnar veruliga eru so stórar. – Leiðararnir í samgongu- flokkunum upptraðka ov nógv sum um tað eru ósemjur. Tað er blivið til tað, at øll skulu markera seg so nógv. Og markerar tú teg alla tíðina, so kann eitt pinkulítið smáting tykjast sum ein stór ballada. GEVST Í POLITIKKI Jan Müller Við sínum drúgvu roynd- um í politikki hevur Finn- bogi Ísakson eina greiða meining um, hvat kom- andi val eigur at snúgva seg um. Hann heldur, at vit eiga framvegis at hava sjálvstýristilgongdina fremst. Men haraftrat eiga vit at leggja stóran dent á nøkur ávís mál. Vit eiga at leggja til rættis ein meira konstruktivan heilsupolitikk, og her hugsar hann serliga um at fáa Landssjúkrahúsið at virka betur. Eisini heldur hann valið eigur at snúgva seg um tey gomlu og vísir á, at tað í dag ikki er náttúrligt, at eitt eldri og yngri ættarlið búgva í húsi saman, tí er tørvurin á býli til eldri fólk so mikið stórur, at har má leggjast ein ætlan við einum miðvísum poli- tikki. Tá tað ræður um vinn- una, so heldur tingmað- urin, at vit á ongan hátt eiga at fara út í nakran loftingarpolitikk aftur. Føroyar eru í tí hepnu støðu í løtuni, at skuldi tað t.d. hent, at ein vinna sum rækjuvinnan fer á húsagang, so eru tað fyrst og fremst peningastovn- arnir og ikki landið, sum missa. Tí heldur hann eisini, at tað eru peninga- stovnarnir, sum mugu trúgva uppá, at skipini fara at bera seg aftur og tí mugu vera við til at finna eina loysn. Trúgva teir ikki uppá, at rækjuskipini fara at bera seg um eitt ella tvey ár, hví skal landsstýrið so gera tað. Finnbogi Ísak- son sigur seg vera fyri, at man kannar viðurskiftini og skapar vinnuni góðar karmar men man skal ikki fara út at lofta. Signar hevði betur uppiborið Markera seg ov nógv Ein meira virknan heilsupolitikk Suðurstreymoyar Tjóðveld- isfelag hevði triðja og seinasta uppstillingarfund hóskvøldið 24. januar. Suðurstreymoyar Tjóð- veldisfelag sigur í tíðinda- skrivi, at Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, hevur boðað frá, at hann ynskir ikki at stilla uppaftur til løgtingsvalið. Á fundinum nýttu formaðurin í Suður- streymoyar Tjóðveldisfelag og floksformaðurin, um- framt fleiri aðrir limir, høvi at takka Finnboga fyri sítt drúgva arbeiði, gjøgnum tey meira enn 30 árini á tingi fyri Tjóðveldis- flokkin. Tjóðveldislistin til løg- tingsvalið í Suðurstreymoy sær nú soleiðis út: Jógvan Arge Rói Egholm Annita á Fríðriksmørk Kristina Háfoss Leivur Hansen Finnur Helmsdal Høgni Hoydal Bjørn Patursson Hildur Patursson Per Simonsen Petur Simonsen Tjóðveldislistin í Suðurstreymoy: C M Y K 13 12