Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-23, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. juli 2010 · Nr. 111 20 Sosialurin Ítróttur Bernd og Besiktas við fullari ferð Europa LEaguE Tey sum høvdu vónað, at Bernd Schuster og Besiktas fóru at taka sær av løttum í gjárskvøldið, fóru vónbrotin til húsar. Tí Bernd Schuster hevði valt fleiri av stjørnuleikarunum til at byrja inni og teir spardu seg ikki. Tað endaði við, at Besiktas vann ein lættan 4-0 sigur á Víkingi Tróndur Arge Tað gingu bara tríggir minuttir, so hevði Besiktas longu lagt seg á odda 1-0 á Svangaskarði. So var støðið líka sum lagt. Løtu seinni lá bólt- urin aftur í málinum hjá Geza Turi og stórtap lá í luftini. Tá Besiktas vann fyrra dystin greitt, spurdi Sosial urin Bernd Schuster, hví hann stillaði upp við Nihat, Ricardo Quaresma og hinum stjørnunum. – Eg sá fyrra dystin millum HB og Red Bull Salzburg og hoyrdi síð ani at HB hevði vunnið seinna dystin 1-0. Men tað er ikki tí, at eg valdi Nihat og Quaresma til liðið í kvøld, men heldur tí at teir skulu helst spæla 90 minuttir nú áðrenn kapp ingin hjá okkum byrjar, sigur Bernd Schuster við Sosialin. Jógvan Martin í øðini Áðrenn farið varð til hálvleik hevði Besiktas skorað til 4-0. Víkingur hevði onkran einstakan møguleika upp á deyðbólt, men einki spurdist burt ur úr. – Vit eru vána ligir í verju part- inum í fyrra hálvleiki. Tað eru kanska tveir leik arar, ið spæla til eitt nøkt andi støði. Vit høvdu fyri reikað okkum so væl sum vit kundu, men tá dyst urin byrjaði, gekk alt galið. Vit standa illa í verju- partinum og fáa ikki fatur á teim- um, sigur Jógvan Martin Olsen, venj ari hjá Víkingi. Tamur seinni hálvleikur Teir undir 500 áskoðararnir fingu ikki nógv fyri pengarnir í seinna hálvleiki. Víkingur hevði stramm- að upp í verjupartinum og Besiktas leikararnir tóku sær meira av løtt- um. Úrslitið av tí varð, at Besiktas spældi bóltin sínámillum, men royndi sum so ikki at skora tey nógvu málini. Víkingur lá djúpt og hevði ilt við at skapa nakað fram- eftir. Bernd Schuster um at møta Víkingi – Tað torførasta við at spæla ímóti liðum sum Víkingi er, at tú kennir einki til tey. Tað er ikki møguligt at síggja tey í sjónvarpinum og tað er torført at fáa upplýsningar um lið ini. Kappingin hjá tykkum er eisini í gongd nú og tekur tú tað hartil róliga, so er skjótt at okkurt óvæntað hendir, sigur Bernd Schuster. Klára ikki avleveringar uppá 5 metrar Víkingur var slett ikki at kenna aftur frá fyrra dystinum í fyrra hálv eiki. Einki riggaði og teir blivu revs aðir fyri mistøkini. – Hetta er væl munurin á full- tíðar leikum og áhugaleikum. Vit skuldu raka dagin, um vit skulu koma frá dystinum við skinninum á nøs ini, men tá vit ikki klára at leggja avleveringar uppá fimm metrar, so er líkamikið. Vit møttu ikki einum liði, ið var 3-4 klassar betri enn vit, men nógv fleiri klassar betri, sigur Jógvan Martin Olsen. Úrslitið sigur sina søgu Spurdur um støðið hjá Víkingi svar- ar Bernd Schuster so: – Úrslitið sigur sjálvandi sína søgu og tit vinna nokk ikki Champions League ella Europa League. Tit eru eitt lítið land, men tit kunnu fáa nógva royndir av at royna tykkum ímóti størri liðnum. Mill um annað tað at sleppa at spæla framman fyri 30.000 áskoðarum, sum Víkingur gjørdi í fyrra dyst- inum. Víkingur má so gera tað besta teir kunnu, staðfestir Bernd Schuster til seinast. Vit mangla nógv enn Dysturin í gjárskvøldið staðfesti bara munin millum Víking og Besiktas. Og hann er stórur, kanska alt ov stórur. Nú hava øll tey før- oysku liðini roynt seg í Evropa í ár og vit fingu bara ein sigur. Restin varð tap og tað á ein hátt ikki gott nokk. Vit hava nógv eftir at læra í Evropa og vónandi kann Víkingur læra nógv av dystinum í gjár, tí teir høvdu eitt ungt lið á vøllinum og vónandi koma hesir at gera um seg næstu ferð Víkingur spælir í Evropa. trondur@sosialurin.fo Jákup á Borg er givin á landsliðnum Jákup á Borg hevur boðað Brian Kerr, landsliðsvenjara, frá, at hann er ikki longur tøkur á landsliðnum. 30 ára gamli havnarmaðurin, sum hevur spælt við B36, HB og danska OB, hevur hvørki orku ella tíð at umboða Føroyar í altjóða høpi. Hann hevur hugsað um at takka fyri seg leingi, og nú er avgerðin tikin. Orsøkin er fyrst og fremst, at hann hevur verið illa plágaður av skaðum seinastu árini. – Eg eri ikki ein unglingi longur. Eg havi tørv á hvíld, og eg seti meg ikki føran fyri at spæla við fullari megi á landsliðnum, sigur Jákup á Borg, sum er stjóri á fyritøkuni Bilrøkt. Jákup á Borg sigur, at Brian Kerr harmast um avgerðina, men B36-leikarin hevur tikið støðu. Jákup á Borg er skrásettur fyri 69 altjóðar landsdystir og tvey mál fyri Føroyar. Europa League · Svangaskarð 23. juli 2010, kl. 19.00 Víkingur - Besiktas 0-4 (0-4) (Besiktas vinnur samanlagt 7-0 og ferð víðari) 0-1 Ekrem Hayyam Dag, 3. 0-2 Nihat Kahveci, 10. 0-4 Da Silva Bobo, 32. 0-3 Da Silva Bob0, 44. Dómari: Mattias Gesteranius, Finnland Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Niclas Niclassen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar (Hjartvard Hansen, 87.), Sam Jacobsen, Nenad Stankovic, Hans Jørgen Djurhuus (Kaj Leo í Bartalstovu, 53.) - Páll Klettskarð (Sverri Jacobsen, 76.) og Finnur Justinussen. Gul kort: Hans Jørgen Djurhuus, 33. Besiktas: Hakan Arikan - Erhan Guven, Tomas Zapotocny, Tomas Sivok (Matteo Ferrari, 46.) - Ekrem Hayyam Dag (Onur Bayramoglu, 57.), Matias Emilio Delgado, Fabian Ernst (Ugur Inceman, 46.), Ricardo Quaresma - Nihat Kahveci og Da Silva Bobo Gult kort: Ugur Incemann, 81. og Matteo Ferrari, 92. Bernd Schuster gav sær góðar stundir til føroysku fjølmiðlarnar. Ricardo Quaresma (tv.), við fýra víkingum rundan um seg, var torførur at steðga Myndir: Jens Kristian Vang