fríggjadagur 23. juli 2010síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 23. juli 2010 · Nr. 111
Sosialurin
Ítróttur
AB á ránsveiðu í HB
Heilir fýra leikarar úr HB hava í summar skift til grannarnar av Argjum. AB hevur í ár havt eitt vánaligt
kappingarár og liggur á 9. plássi. Millum leikararnar, ið eru farnir úr AB eru Tórður Thomsen, sum
hevur skift til HB og Stig-Roar Søbstad, sum skifti til B36. Eisini Alex Mellemgard, Jobin Drangastein
og Tummas Justinussen gevast í AB til seinnu hálvu í kappingini, tí teir skulu niður á fótbóltsskúla.
Fyri at fylla holini eftir teimum, hevur AB verið hjá granninum úr HB og leita sær styrk. Fyrst komu
Thomas Juul Thomsen og Tróndur Sigurðsson. Nú boðar heimasíðan hjá AB frá, at AB eisini hevur
gjørt sáttmála við Ingvard Vang og Yohan Andres Borðoy, sum báðir hava spælt við 1.deildarliðnum
hjá HB í ár. AB skal týsdagin 27. juli spæla ímóti EB/Streymi á heimavølli. Tað er fyrstu ferð at nýggi
grasslíkisvøllurin á Argjum verður tikin í nýtslu.
Mynd: Terji S. Johansen (www.ab.fo)
Hilmar Jan Hansen
Sum væntast kundi, gjørdist tað
ikki á Eysturoyarteininum í gjár,
at tað fór at líkjast nakrari avgerð.
Nokk so tíðliga fóru einir 12-13
súkkl arar avstað frá hinum og hildu
seg undan allan vegin, umframt at
onkur datt burturav. Men tá teir
komu á mál, vóru 10 við í fremsta
bólk inum.
Fleiri
ferðir
ávegis
royndu
onkrir av og á at skræða seg leysar
frá hin um, men tað vardi bara
eina lítla løtu, so vóru teir tiknir
aftur. Hóast okkurt kundi hent
niðan ímóti Norðskálatunlinum, í
Skipa nes brekkuni ella niðan ímóti
Skrið unum, slapp eingin avgerandi
avstað.
Í staðin gjørdist tað ein lang ur,
taktiskur endaspurtur frá Lamba-
reiði út til rundkoyringina í Runavík
og líka inn á málið við Glyvra skúla.
Framvegis vóru 10 við, og á hesum
lutfalsliga lítla pettinum av samlaða
teininum, sum var 115 kilometrar,
hendi alt møguligt og fleiri skiftu
fleiri ferðir um pláss.
Men tá súkklararnir komu inn
ímóti málinum, hevði Hafsteinn
Ægir Geirsson slitið seg so mikið
leysan av hinum, at hann við tíðini
trígg ir tímar og 14 minuttir var eitt
sekund frammanfyri, meðan allir
hinir níggju fingu somu tíð. Gunnar
Dahl-Olsen var næstfremstur, síð-
ani kom Kristian Gosvig og síðani
all ur riðilin.
30 sekund á muni
Tað merkir fyri samlaðu støðuna,
at Hafsteinn framvegis er á odda,
men leiðsluna upp á fimm sekund,
sum hann vann sær í prologinum
í Klaksvík, fekk hann bara økt við
einum sekundi upp í seks, tí Torkil
Veyhe var millum allar súkkl arar-
nar, ið komu á mál beint aftan fyri
íslendingin.
Í liðkappingini er liðið hjá
Hafsteinn, HFR, 30 sekund framm-
an fyri liðið hjá Torkili, Team PE
Kolonial, og kappingin millum hesi
bæði verður undirstrikað av, at
belg iska Wheels Of Steel er næstan
22 min uttir aftan fyri hini bæði
liðini!
Hjá kvinnunum, ið súkkla fulla
teinin, var Súsanna Skylv fremst
við tíðini 3:25,07, sum hevði givið
eitt pláss beint niðan fyri miðjuna
í kappingini hjá monnunum. Hjá
teimum, ið súkkla ein heldur styttri
tein, var Knud Glerup fremstur hjá
unglingunum og hjá motionistunum
var Peder Bay fremsti maður og
Iben Dam fremsta kvinna.
Í dag verður súkklað í Suður-
oynni, har byrjað verður á Tvøroyri,
og síðani verður súkklað til Fámjins
og síðani suðureftir eftir Hovsegg,
til Sumbiar og aftur til Vágs, har
súkklararnir koma á mál við Torgið.
Væntandi kann eitt og annað av-
gerast í Suðuroynni, har fleiri
drúgv ar brekkur eru á teininum, og
tað var her, kappingin varð avgjørd
í fjør.
Í morgin verður 32 kilometra
lang ur einkultstartur í Vágum,
har súkklað verður úr Sandavági
til Bíggjar, og sunnudagin endar
kapp ingin við 109 kilometra langa
Streym oyar teininum, ið byrjar í
Tjørnu vík og gongur til Havnar
um vegis Saksun, Oyggjarvegin og
Gomlu rætt, áðrenn súkklararnir
koma á mál við Gamla Apotek.
Hafsteinn hevur munin
Súkkling Aftur í
gjár vann Hafsteinn
Ægir Geirsson, hóast
hann bara var eitt
sekund framman
fyri riðilin aftanfyri.
Men í dag stendur
stóra styrkiroyndin,
tá súkklararnir í
Statoil Kring Føroyar
skulu royna seg
í Suðuroynni
Hilmar Jan Hansen
– Eg sigi einki. Vit fáa at síggja
í morgin.
Tað sigur Hafsteinn Ægir
Geirsson, tá hann verður
spurd ur um íslendska tak-
tikk in í Suðuroynni, har
ann ar harði dagurin á rað er
á skránni í Statoil Kring Før-
oyar.
– Tað sigur seg sjálvt, at eg
og liðið fyrst og fremst skulu
verja okkara støðu, so tað er
líkasum upp til aðrar, um teir
ætla at leypa á. Men har eru
nógvar brekkur, so fáa vit at
síggja, sigur Hafsteinn.
Heldur
ikki
Gunnar
Dahl-Olsen, sum í gjár var
næst fremstur á mál og er á
næstfremsta liðnum, vil siga
nakað um, hvussu ætlanin
er at súkkla seg til sigurs í
Suðuroynni í dag.
– Nú høvdu vit ein harðan
endaspurt á Glyvrum, so alt
kann henda í Suðuroynni.
Men tað verður ein heilt onn-
ur kapping, tí har eru fleiri
støð, har tað ber til at stinga
av, sigur Gunnar.
– Í fjør var tað niðan úr
Fámjin, at alt bleiv avgjørt,
men har eru fleiri møguleikar.
Torkil, Gudmundur og eg fara
í øllum førum at gera okk ara
til, at vit kunnu vinna lið-
kapp ingina aftur í ár.
hilmarjan@sosialurin.fo
Súkkling
Hvørki av
fremstu liðunum
vil siga nakað
um taktikkin í
Suðuroynni í dag
Siga
sum
minst
FYlgDUST
Teir fremstu vóru saman í
einum bólki í kappingini í gjár,
tá tað gjørdist ein endaspurtur
við tilsamans 10 súkklarum
Mynd: Hilmar Jan Hansen