Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-23, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2010síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. juli 2010 · Nr. 111 30 Sosialurin Lærlingar til Vodafone 9LWVºNMDHIWLUWYHLPXPGXJQDOLJXP£JU¿WQXPMDOLJXP£UE\UJGDUIXOOXPRJȦHNVLEOXPO¨UOLQJXP(LQ O¨UOLQJWLO9LUNLVUºNWLQDRJHLQKDQGLOVO¨UOLQJWLOKDQGLOLQ¯606 (UWW¼ kundavinarlig/-ur og skipaður, hevur góð samstarvsevni, dugir at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í bólkum ert tú TANN vit sóknast eftir. Vit bjóða tær eina góða útbúgving í einum spennandi og framkomnari fyritøku, har tænasta og góðska verður sett í hásætið og tú sleppur at arbeiða í einum spennandi virkisøki hjá Vodafone. Tú kemur at arbeiða í einum vælvirkandi toymi av starvsfólki. Vit vænta at tú hevur gott yvirblikk og ert væl skipaður, hevur lætt við og áhuga í at læra nakað nýtt alla tíðina. Lærutíðin er 3 ár, um umsøkjarin hevur lokið FHS prógv, og 2 ár, um HH útbúgving er lokin. Lønin er sambært sáttmála hjá Yrkisdeplinum. Størvini vera at seta skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. september. Lærlingur á Virkisrøktini: Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum kanst tú ringja til Birgir á 502030. Umsóknir við CV skulu sendast við telduposti til Birgir innan 6. august á bn@vodafone.fo Lærlingur í handlinum: Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, kanst tú ringja til Jákup á 502066. Umsóknir við CV skulu sendast við telduposti til Jákup innan 6. august á je@vodafone.fo Vodafone FO veitir eitt breitt úrval av tænastum innan telesamskifti til stak- kundar, vinnu og feløg fyri kappingarførar prísir. Vodafone FO hevur ment eina sterka fjar- skiftisskipan í Føroyum, og hevur í løtuni 30 fólk í starvi. Vodafone FO samstarvar við Vodafone Group, heimsins leiðandi altjóða sam- skipan innan telesamskifti, og er ført fyri at veita tænastur um allan heim. Vodafone FO er dóttirfelag hjá Vodafone Iceland. Vodafone FO hevði í 2009 ein umsetning upp á 92 mió kr. w w w. s f . f o 5.- 7. august 2010 – Har Hittini Hittast Tjalding nú ræður um at tryggja sær pláss til tjaldingina á Summar Festivalinum Ungdómar Tey ungu kunnu undir skipaðum viðurskiftum seta tjøld upp á gerðabønum. Ungdómar rindar kr. 100 fyri at gista á økinum, umframt kostnað fyri sjálvt tjaldið. Tað er sami prísur, óansæð hvussu nógvar dagar gist verður! Kostnaðurin fyri at seta tjald upp er hesin: 2-3 mans tjald kr. 100 + kr. 100 fyri hvønn festivalgest 4-5 mans tjald kr. 150 + kr. 100 fyri hvønn festivalgest 6-8 mans tjald kr. 200 + kr. 100 fyri hvønn festivalgest ÁbyrgdarFólK og Samband andraS joenSen, bóndi TlF. 283332 FamiljUr Familjur og vaksin kunnu tjalda undir skip- aðum viðurskiftum í gerðum á økinum við KFUm & K í Klaksvík. Vegleiðandi prísur kr. 100 fyri hvønn vaksnan persón. børn ókeypis. Í samráð við bóndan verður tosað um møguligan eykakostnað fyri størri tjøld og ymiska útgerð. ÁbyrgdarFólK og Samband: jÁKUp gerðalÍð 456541 ella 229819