Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-23, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2010síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 23. juli 2010 · Nr. 111 Sosialurin Eyðun Klakstein Teir eru upprunaliga úr Marokko, Honduras og Paki­ stan, men saman verða teir roknaðir sum ein danskur poppbólkur, og í næstu viku vitja teir føroysku tjóðar­ hátíðina. Outlandish, sum tóku síni fyrstu ferð í 1997, teljast millum stóru nøvnini í donsk um tónleiki seinastu 10 árini. Bólkurin hevur eisini megnað at vunnið fram uttanfyri Danmark. Mill um kendu sangirnar hjá Outlandish eru Aicha, Guan­ tana mo, Kom Igen og Kun Min. Eisini hevur Outlandish vunnið nógvar virðislønir fyri sín tónleik. Tónleikurin hjá Outland­ ish verður av summum kall aður multietniskur hip­ hop – men í øllum førum er talan um eitt frískt slag av poppi. Tekstirnir er spanskir, danskir, enskir, urdu og á arabiskum. Outlandish hava vitjað í Føroyum einaferð áður, tað var á G! Festivalinum í 2006, tá ið teir komu nakað seinkaðir til landið og fóru á pallin seint á náttini. Tá vístu teir, at teir hava ein vælsmurdan poppmotor. Bólkurin hevur verið síð­ ani, skrivað nýggjan tón leik, givið út og spælt víðahvar, og teir hava tí lagt nógv afturat, síðani teir vitjaðu í Føroyum seinast. Rex og Tjaldið Outlandish fer at hava tríggj­ ar framførslur á ólavsøku. Ólavsøkuaftan spæla Outlandish í Ólav søku tjald­ inum á Skálatrøð. Har fara eisini Eyðun & Terji og ein plátuvendari at undirhalda. Sama kvøld spæla Outlandish eisini á dansistaðnum Rex í Havn, og har verða teir stuðl­ aðir av DJ Cool. Ólavsøkudag er Out land­ ish aftur á pallinum í Ólav­ søkutjaldinum, og tá spæla Eyðun & Terji eisini. Ólavsøkudag hevur Rex dans til tey meira tilkomnu, tí tá fer Hallur Joensen fyri fyrstu ferð at spæla til dans í Rex. Tað verður eftir mid­ náttarsangin. eydun@sosialurin.fo Outlandish halda ólavsøku Hesir tríggir menninir fara at undirhalda føroyingum á ólavsøku Tónleikur Kendi danski poppbólkurin Outlandish fer at spæla í Rex og í Tjaldinum á ólavsøku. Teirra fleirmentaði poppur hevur verið populerur í nógv ár