Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juli 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. juli · Nr. 112 12 Sosialurin Eydna Skaale Nú ólavsøkan stendur fyri dur um, kann staðfestast, at 103 verk verða við á fram­ sýn ingini. Verkinini eru eftir 38 listafólk, 16 menn og 22 kvinnur. Fimm sýna á fyrsta sinni fram á Ólav søku fram­ sýningini, og tað verð ur saman við fleiri av frems tu listafólkum okkara. Fram­ sýn ingin er á henda hátt fram hald av gomlum siði, at leik og lærd, ung og tilkomin sýna fram lið um lið. Sjónbandaverk Verkini umfata olju­ og akrylmálningar, tekningar, seym að ar myndir og stand­ mynd ir úr glasi og plasti, stáli, steini og pappíri. Á framsýningini eru tríggj ar installatiónir – upp still ing­ ar. Fyri fyrstu ferð eru fleiri sjónbandaverk á Ólav søku­ fram sýningini. Ofta hevur ver ið fregnast eftir, nær før­ oysk listafólk fóru at nýta sjón bandið. Sjónbandaverk hava verið at sæð nú og tá, men nú kunnu vit kanska siga, at listafólkini hava tikið henda formin til sín. Evnið Toybil hevur verið gott. Øll verkini nema við tað, summi beinleiðis og summi meira óbeinleiðis. Fleiri verk lýsa tilgongdina, tá ið kavi ella ísur tiðnar ella sipa til hesa og aðrar til­ gongdir í náttúruni. Nógv við gera eisini avleiðingarnar av, at tað tiðnar, eitt nú tað spír andi nýggja lívið eftir kulda ella hvussu væntandi broyt ing ar í hitalagnum fáa av leið ingar fyri bústaðirnar. Uppstillingarnar lýsa til dømis gongd frá føstum til flót andi tilfar, hvussu tað flót andi ávirkar tað fasta og brigdi av tí, meðan onnur verk vísa til vísindaligu og lista ligu avbjóð¬ingarnar, sum broytingar í náttúruni seta. Hetta eru listaligar við­ merk ingar til viðurskifti í sam tíð okkara, í náttúruni og í mentanini. Í Listaskálanum Tað er Listafelag Føroya, sum skipar fyri framsýningini, og fram sýningin er í tí partinum av Listasavninum, sum fyrr var Listaskálin. Listafelagið bygdi Listaskálan, sum var fyrsta hús, ið var bygt til lista framsýningar burturav. Hann var tikin í nýtslu í februar 1970. Ólavsøkuframsýningin let ur upp ólavsøkuaftan kl. 14. Ólavsøkudagarnar báð­ ar letur framsýningin aft­ ur kl. 20. Eftir ólavsøku er framsýningin opin til sun­ nu dagin 8. august: mána dag­ fríggjadag kl. 10­17, leyg ar­ og sunnudag kl. 14­17. At gongu­ merk ini kosta 50 kr., og børn sleppa inn ókeypis. At gongu­ merkið er eisini lutaseðil, og vinn ing urin er eitt listaverk fyri 5.000 kr. Drigið verður tann 8. august kl. 17. eydna@sosialurin.fo Listafólkini eru: • Amariel Norðoy • Annika Hansen • Arnold Vegghamar • Astrid Mouritsen • Ásla Rannvá Svensson • Bárður Dal Christiansen • Birgit Kirke • Durita Dam • Edward Fuglø • Eigil Lyngsø • Eli Smith • Erla Dal Mørch • Eyðun av Reyni • Harriet Poulsen Vágadal • Harry Knudsen • Hergerð Joensen • Ingi S. Jacobsen • Jákubina H. Hansson • Jákup Lervig • Jóhan Martin Christiansen • Johannes Nilssen • John av Reyni • Jonna Ljósá • Josias Matras • Jón Sonni Jensen • Jóna Birgit Nattestad Olsen • Jóna Rasmussen • Jóna Kristin Thomsen • Jórunn Dánialsdóttir • Lorine Pimenta Martins • Marianna Bjørgheim • Marianna Mørkøre • Marie Ravn Sørensen • Marjun Jóannesardóttir • Ole Wich • Ragnhild Dam • Rosa Birgitha Dal Christiansen • Torfinn Jacobsen 103 verk innkomin Aftur í ár hevur stórur áhugi verið fyri at senda inn til Ólavsøkuframsýningina. Nevndin í Listafelagnum hevur fingið langt oman fyri hundrað myndir og verk undir yvirskriftini Toybil – tiðnar – tánar – ornar – bráðnar Ólavsøkuframsýningin 2010: Randi Jacobsen Tá ið ein 27 ára gamal íslend ingur 14. juli kom við flogfarinum úr Íslandi til Føroya, vísti hassjhundurin hjá toll­ valdi num áhuga fyri manni num. Maðurin varð fluttur á Landssjukrahúsið, har hann varð skannaður, og so var greitt, at hann hevði krógvað stóra nøgd av hassji innvortis. Tað tók tríggjar dagar, til alt var komið út, og tað vísti seg at vera 116 gramm av hassji. Hassjið var í 101 smáum posum, sum vóru fingrar av gummihandskum. Maðurin játtaði seg bein an vegin sekan, og hann upplýsti, at ørindi hansara í Føroyum vóru at selja hassjið. Hetta var beint upp undir G!. Dómurin var 50 daga fongsuls revsing og forboð fyri at vísa seg aftur í Før­ oy um næstu trý árini. Maðurin tók ímóti dómi num og vildi fegin sita dómin í Føroyum bein an vegin. randi@sosialurin.fo Situr dómin beinanvegin