mánadagur 26. juli 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 26. juli · Nr. 112
Sosialurin
Í dag, mánadagin 26. juli, eru
70 ár liðin, síðani Jóannes
Dalsgaard varð borin í heim.
Jóannes var tingmaður í
tíggju ár, og hann var í mong
ár við í fremstu røð í skúla og
mentanarhøpi.
Jóannes er ættaður úr
Skálavík.
Foreldrini
vóru
Marita, fødd Hentze, og
ættað úr Skúvoy, og Hans
Jacob Dalsgaard av Mølini í
Skálavík.
Longu áðrenn hann í 1960
leyk málsligt studentsprógv,
hevði Jóannes verið tvey ár
til skips, og eftir at húgvan
var komin á høvdið, var hann
vikarur, arbeiðsmaður og
sjómaður. Jóannes las søgu og
franskt á lærda háskúlanum
í Keypmannahavn. Hann var
virkin í føroyska stu denta
umhvørvinum, og eftir at
hann var liðugur við lesturin,
varð hann í 1973 settur í starv
sum adjunktur á Føroya
Studentaskúla.
Árið eftir, í 1974, vórðu HF
skeið sett á stovn í Klaksvík,
í Hoydølum og í Suðuroy,
og Jóannes var leiðari á HF
skeiðnum í Suðuroy fram til
1980, tá ið hann tók við sum
landsskjalavørður.
Burtursæð frá einum ári,
tá ið hann var rektari í Hoy
dølum, var Jóannes lands
skjalavørður, inntil hann 1.
januar 1998 tók við nýggjum
starvi sum deildarstjóri á
mentanardeildini í Menta
málaráðnum. Hetta var, tá ið
mentamáladeildin í Tinganesi
og
landsskúlafyrisitingin
formliga vórðu lagdar saman
til táverandi Undirvísingar
og Mentamálastýrið, sum
seinni skifti navn til Menta
mála ráðið.
Jóannes røkti og myndaði
hetta starvið, inntil hann 31.
august 2007 legði frá sær.
Hann hevði ábyrgd av hægri
útbúgvingum, gransking og
mentan. Nógvar broytingar
vóru framdar í hansara tíð í
Mentamálaráðnum. Eitt nú
kann nevnast lóggávan um
Mentanargrunn
Landsins,
Tjóðpall Føroya, nýggja lógin
fyri Fróðskaparsetur Føroya,
lógin um stuðul til mentan og
list, og samanlegging av SvF
og ÚF í Kringvarp Føroya,
sum eisini fekk eina nýggja
og nútímans kringvarpslóg.
Harumframt var Jóannes
sera virkin í tí norðurlendska
samstarvinum,
har
hann
um boðaði Føroyar í fleiri
norðurlendskum
ser frøð
inga nevndum,
eitt
nú
í
vís mannabólki
norður
lendska
ráðharraráðsins,
norður lendska
mentanar
grunn inum og í em bætis
mannanevndini fyri norður
lendskt mentanar samstarv.
Jóannes umboðaði eisini
Føroyar í samráðingum við
onnur lond, og leiddi hann
eitt nú tær samráðingar við
svenskar myndugleikar, sum
endaðu við, at Kongsbókin
við Seyðabrævinum varð
latin Føroyum aftur. Jóannes
røkti eisini samstundis sum
hann var deildarstjóri í
avmarkaðum tíðarskeiðum
størvini sum ávikavist settur
landsskjalavørður og settur
landsantikvarur.
Í mai 1997 vardi Jóannes
Dalsgaard sum tann fyrsti Ph.
D. ritgerð á Fróðskaparsetri
Føroya. Heitið var ”Fylking
75 ár. Ein rannsókn av verka
mannarørsluni á Tvør oyri
og ein lýsing av málum,
menning, skipan og úrslitum
hennara – við denti á tíðar
skeiðið 19151951.”
Umframt hesa slóð brót
andi ritgerðina og so nógvar
aðrar greinar um politisk
og søgulig evni í føroyskum
bløðum
og
útlendskum
tíðarritum, so hevur Jóannes
skrivað stuttsøgur í bløðum
og tíðarritum, og í 1987 gav
hann
út
yrkingarsavnið
Framtíðin kemur ikki av sær
sjálvari.
Jóannes varð valdur á
ting fyri Javnaðarflokkin í
Suðurstreymi í 1980 og aftur
í 1984, og í 19911992 var hann
aftur í tinginum. Tá var hann
limur í Norðurlandaráðnum,
sum hann hevur sera stóran
áhuga fyri.
Politiska hugsjónin var
greið,
analytisku
evnini
skørp, og tá ið pennurin var
spískur og evnini at røða
góð, so er tað einki at siga til,
at Jóannes var markantur
tingmaður, men á valinum í
1994 lat hann seg ikki stilla
uppaftur. Harvið misti tingið
ein tingmann, sum var sera
áhugaður í og innarlaga í
altjóða
viðurskiftum,
og
sum støðugt stríddist fyri,
at tað almenna skuldi veita
mentanini betri kor og vísti
á, at tað á øllum økjum hevur
verið teimum samfeløgum
at gagni, sum hava raðfest
almennan mentanarpolitikk
høgt og hava veitt stórar
játtanir til mentanina.
Jóannes er giftur Eyðnu
Ellefsen úr Miðvági. Tey
eiga tríggjar gentur: Marita,
Marjun og Kristina.
Føðingardagin er Jóannes
Dalsgaard burturstaddur.
J
Nøvn
Jóannes Dalsgaard 70 ár
Gullbrúdleyp
Leygardagin 31. juli hava Sigrid og Símun Dalsgaard,
Boðanesgøta í Hoyvík verið gift í 50 ár. Tey verða
burturstødd.
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 13. august kunnu Ásla og Tórbjørn
Poulsen í Havn halda gullbrúðleyp. Veitsla verður
sama kvøld fyri innboðin. Tey sum annars hava
hug at hitta brúðarparið eru vælkomin heima í
Bóndabrekku leygardagin eftir kl. 15.
Silvurbrúdleyp
27. juli hava Krisfinn og Maria Christiansen, Klaksvík,
verið gift í 25 ár. Tey eru burturstødd.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 17. august hava Jónleyg og Fríð álvur
Bláhamar, Vestmanna, verði gift 25 ár. Dagurin
verður hildin leygar dagin 21. august frá kl. 12 til 18 í
ítrottar høllini í Vestmanna. Tey, ið ynskja at gleð ast
saman við okkum, verða vinaliga bið in um at siga frá
innan 4. august á tlf. 424407.
90 ára føðingardagur
Mánadagin 26. juli verður Hanna Ziska, Klaks vík,
90 ár. Føðingardagurin verður hildin á Sjómans
heiminum í Klaksvík kl. 18 sama dag. Tey, ið vilja
heilsa upp á Honnu, eru hjartaliga vælkomin.
85 ára føðingardagur
Ólavssøkuaftan 28. juli verður Otto Sørensen,
Tórshavn, 85 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Otto
føðingardagin, eru hjartaliga vælkomin í Tórugøtu
27 (hjá Sunnvu) 28. juli millum kl. 10 og 14.
75 ára føðingardagur
Sunnudagin 1. august fyllir Helgir Thomsen í
Hvalba 75 ár. Tey, ið vilja gleða Helgir á degnum eru
vælkomin heim til hansara millum kl. 14 og 18.
75 ára føðingardagur
21. august fyllir Elisabeth Joensen í Vági, fyrr ver
andi fyrustøðukvinna hjá heimarøktini, 75 ár. Í
hesum sambandi bjóðar Elisabeth til brunch í
Billiardhúsinum, leygardagin 14. august, frá kl. 1015.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Prógv
23. juni fekk Andrass Jógvansson, Tórshavn prógv
sum Master of Arts in Economics with Honours
of the First Class frá Heriot Watt University í
Edinburgh.
Merkisdagar