Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juli 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. juli · Nr. 112 10 Sosialurin Kjak Verður trúttað nóg ofta nið ur í teg , at tú er óvitandi, ódugna­ ligur – ja enntá and styggiligur – er sannlíkt, at tú fyrr ella seinni fer at trúgva hesum. ”Ein lygn, søgd nóg ofta, gerst sannleiki” er komm unisturin Lenin endur givin fyri at siga, og faðirin at modernaðari sálar frøði William James stað festi eis ini, at “onki er so absurd, at um tú bara endur­ tekur tað nóg ofta, so fara fólk at trúgva tí.” Kom at hugsa um hetta, nú reyði tráðurin í taktikkinum hjá Tórahavnar Kommunu mótvegis Futt tykist vera at royna at skaða trúðvirðið hjá okkara felagsskapi og ann ars koma við ørgrynnu av høpis­ leysum pástandum upp í saman. Sakin er tann, at síðani 1986 hevur Futt (við undan taki av 2007, tá Futt bjóðaði konsertina út til annan fyri skipara) skipað fyri ólav søkukonsertini. Síð­ ani nýggja nevndin í Futt kom til, við undirritaða sum for manni á vári 2008, hevur Futt skipað fyri tveimum ólav søkukonsertum – í 2008 og 2009 – sum sambært øllum pørtum eydnaðust fram úr væl (meira um tað seinni). Men nú er tað ein farin tíð. Hví? Ja, tað spyrja vit eisini okkum sjálvi. Aftan á nærmast ovara­ kæti, har borgarstjórin í 2008 fegnaðist um, hvussu væl hevði riggað, eru nýggir tónar farnir at ljóða av Vaglinum seinastu vikurnar. Brádliga er tað vorðið til, at Futt megnar ikki sína uppgávu og tískil hevur Tórshavnar Kommuna sett seg sjálvan sum konsert­ fyriskipara. Heldur enn at lata fólk og feløg skipa fyri, skal politiska apparatið nú standa fyri konsertunum. Hví? Jú ”Konsertirnar hava ikki riggað nóg væl seinastu árini”, hevur verðið meylað upp í saman seinastu vikur­ nar. Men her finnast ongin fakta, ið undirbyggja nýggju pástandirnar. Tvørturímóti. Heilt margháttligt gerst tað, nú Tórshavnar Kommuna eisini er farin at siga, at vit – les Futt og tónleikarar – ”hava ikki megnað at fylgt við tíðini”. Og upp aftur meira láturligt gerst tað, tá nýggi trivnaðarstjórin í Tórshavnar Kommunu Jóan Petur Hentze kemur á pallin og sigur við Dimmu, at ”konsertin var ikki nóg góð og hevði diffusan málbólk”. Spillfeskur kritikkur. Men framvegis ong­ ar grundgev ingar. Ja, hvat mann kommunan meina við? Nýbryggjaði kri­ tikk urin, at vit ”hava ikki megn að at fylgja við tíðini” miss ir alt flog, tá tú sært, at allar størsti parturin av nøvnunum, sum fara á kon­ sert pallin í ár, eisini luttóku á ólavsøkukonsertini í 2008 ella 2009. Her kunnu nevn ast frálík nøvn so sum Sic, Páll Finnur Páll, Guðrið Hans­ dótt ir, Jens Marni Hansen, Bet Your Are William. Einasti veru ligi munurin tykist vera, at Tórshavnar Kommuna hev­ ur valt at ganga burtur frá okkara visjón við at bert hava føroysk nøvn við á konsertini á tjóðarhátíð føroyinga. Tórs­ havnar Komm una vil heldur brúka bróð urpartin av tón­ leikara samsýningunum til ein danskan bólk. Er tað kanska tað, sum býráðið meinar við prátinum, um at ”at fylgja við tíðini?” Og er tað veruliga so flott, at nú kommunalir skatta pengar vera sendir til Danmarkar við donskum høv uðsnavni, so kann trivn­ aðarstjórin loksins staðfesta, at konsertin var ”nóg góð?” Ja, nú vit eru í gongd, latið okk um so bara fáa fakta á borðið viðvíkjandi nýggja kon ­ sertfyriskiparanum, Tórs havn­ ar Kommunu: Hava tit gloymt, at Tórshavnar Komm una í 2008 ikki ynksti at fáa ung­ dómin oman í býin so tætt upp undir ólavsøkuna, við eitt nú tí grundgeving, at tey ungu kanska skikkaðu sær so illa, at tað kundi blíva eitt øgiligt upptak at skula hava Havnina vakra til ólav søkukrúðgonguna? Hava tit gloymt, at hetta var nakað, sum Futt stríddist fyri, og sum Kommunan síð ani hevur tikið til sín? Hava tit gloymt, at Futt afturfyri – aftaná í tríggjar mánaðir áhaldandi og treisk­ liga at hava stríðst fyri at fáa konsertina flutta, noydd­ ist at flyta konsertina til fríggja kvøldið 25. juli 2008, so at kommunan skuldi fáa stundir at rudda upp efitir ólavsøkukonsertina? Hava tit gloymt, hvussu borgarstjórin – leygar morg­ un in 26. juli í 2008, dagin eftir at konsertin hevði ver ið í Tórsgøtu – rósti Futt, ólav søku­ kon sertini og ung dóminum? Hann tók nakað soleiðis til í loftmiðli: ”Eg fór til bakaran í morgun og sá ongi tekin um, at hundraðtals ungdómar høvdu stuttleika sær, so væl var farið um.” Hevur Borgarstjórin kanska gloymt, hvat hann sjálvur segði? Eg minnist í hvussu er, at vit sum nýggj nevnd í Futt frøddust yvir fløvandi orðini frá okkara borgarstjóra hetta summarið í 2008. Uppaftur størri var gleðin, tá Futt sama árið í oktober gjørdi avtalu við Tórshavnar Kommunu um ólavsøkukonsertina árið eftir – konsertina í 2009. Tá vóru bara føgur orð at hoyra. Tá nýgga nevndin fyri Futt við undirritaða sum for ­ manni fór til verka í mars 2008 var nakað av tí fyrsta, sum vit gjørdu, at seta okk­ um í samband við konsert­ fyri reikarar, loft miðlar, aðrar miðlar, ment anar stovnar og onnur innan tónleikavirksemi í Føroyum. Sjálvur valdi eg at fara upp í hetta arbeiði, tí eg meti tað vera av alstórum týdn ingi, at vit hava feløg sum Futt, sum eru við nógva staðni, samstarva breitt, og fremja lobby og arbeiða fyri at bøta um korini hjá tón leik inum í Føroyum. Tað kann vera í royndini at fáa órími liga høga tollin niður á ljóð førum, skeiðs­ virk semi, tón leika ráð stevnum. Ella sum tað nýggjasta, at skapa betri karmar fyri live­ fram førslum kring landið um vegis Gramexgrunnin, sum Futt eisini hevur umboð í, har møguleiki nú er at fáa ferðastuðul í sambandi við spælingar. Fyri okkum eru lyklaorðini samstarv og menning. So leiðis var eisini, tá vit fóru í gongd við at skipa fyri ólav søku kon­ sertini 2008, sum vit kall aðu Futt í býin. Hóast hug skotini vóru mong, hevði nýggja nevndin ongi ynski um at upp finna tann djúpa tallerkin umaftur. Tí hvíldi ólavsøku­ kon sertin á herðunum hjá undanfarnu FUT­fyriskiparum og bygdi eisini á royndirnar hjá øðr um konsertfyriskiparum, so sum Summartónum, Jazz­ festivalinum, G!, Summar­ festi valin um, Jóan søku festi­ valinum, Mjús osfr. Fleiri góð hugskot komu frá garvaðum fyrireikarum, ið Futt tók til sín. Eitt nú haldi eg meg minnast, at hugskotið um at nýta mammur sum dempandi ávirkan á ungdómin kom frá fólki aftanfyri G! Festivalin. Vit samstarvaðu í allar ætt­ ir. Syrgdu í samstarvi við MBF fyri, at umstøðurnar hjá rørslutarnaðum á kon­ sert økinum batnaðu mun­ andi. Grundløgdu ein rús­ drekka politikk soleiðis, at teir trupulleikar, sum høvdu verið til ólavsøkukonsertina 2008 nú vóru fingnir av vegnum. Vit høvdu sostatt ongar trupul leikar við ung dóminum og fingu tískil heldur ongar klagur. Tvørtur ímóti fingu vit rós fyri ný hugsan á fleiri økjum. Men onkursvegna – og uttan nakran form fyri kon­ struktivum dialogi – er tað sum vendi upp nú farið at venda niður. Tórshavnar Kommuna hevur sum sagt givið Futt fótin og fer nú sjálv at skipa fyri ólav søku kon sertini. Fyri at rætt vís gera henda ódámliga polit iska leikin, verður sam ­ stundis karakterálop framt á Futt og føroyskar tón leik­ arar. Borgar stjórin í Havn sigur nú við Dimmu, at tón­ leik arar skulu halda seg til at spæla tónleik, tí tað duga teir, og halda seg frá at skipa fyri konsertum, tí tað duga teir ikki. Hevur borg arstjórin hugsað um, hvussu niður ger­ andi hetta er mótvegis fleiri av fremstu stavnamonnunum og kvinnum innan føroyskt tónleika og mentanarlív? Hvat við teimum tíggju­ tals Jazzfestivalum, sum tón­ leikarin Brandur Øssursson fyriskipaði í okkara høvuðs­ staði í 80'unum og langt inn í 90'ini? Hevði tað ver ið betri, um kommunan skip aði fyri? Hvat við øll um teimum óteljandi kon sertum og festivalum – eitt nú Summartónar – , sum tón­ leikarin Kristian Blak stendur á odda fyri? Hevði tað verið betri, um kommunan skipaði fyri? Hvat við G! og teimum tón leika tiltøkunum sum tón­ leik arin Jón Tyril hevur skip­ að í áravís og sum hann fekk M. A. Jacobsen virðisløn fyri? Hevði tað verið betri, um Gøtu Kommuna skipaði fyri? Og hvør kann gloyma Steintór Rasmussen og Erik Biskopstø – báðir tónleikarar – sum eru høvuðsmenn aftan fyri Summ­ arfestivalin í Klaksvík? Hevði tað ver ið betri um Klaksvíkar Komm una skipaði fyri? Nei borgarstjórin má hava misskilt okkurt grund­ leggj andi. Orsøkin til at júst tón leik arar og tónleika­ felags skapir ofta skipa fyri konsertum og tónleika festi­ valum er so einføld sum tann, at tónleikarar brenna fyri tónleikinum. Eld hugur, skil fyri fakinum og alskur til tónleikin eru grund leggj andi fyritreytir fyri, at kon serttiltak skal eydnast. Av teimum túsundtals tón leikarum, sum eru virk nir á ein ella annan hátt í Før oyum, finnast tað sjálvsagt tónleikarar, ið eisini hava náttúrlig evni og hug at skipa fyri konsertum og festivalum. At borgarstjórin í Havn heldur nakað annað er fyrst og fremst syrgiligt. Hetta hevur sjálvsagt onki hald í veruleikanum, men pass ar eyðvita sum fótur í hosu við nýggja, sjálvglaða kon sert poli­ tikkin hjá Tórs havnar Komm­ unu í sam bandi við ólav søk­ una. Fyri okkum onnur hevði tað verið ólíka hugaligari, um Tórshavnar Kommunan skapti tónlistarligar karmar heldur enn klandur. Eg skal ikki troytta lesaran við fleiri smálutum, men bara staðfesta, at konseptið við ólavsøkukonsert er okkara – og nú hevur Tórshavnar Kommuna ognartikið hetta. Í 2008 flutti Ólavsøkukonsertin úr Kommunuskúlagarðinum í Tórsgøtu. Í 2009 var Ólav­ søkukonsertin fyri aðru ferð hildin í Tórsgøtu – samstundis sum aðrir fyriskiparar komu oman í býin og út á Skála­ trøð. Í 2010 er fyri sovítt onki broytt – annað enn at nú skal hetta eitast at vera eitt ”heildarkonsept”, sum Tórs­ havnar Kommuna hevur ar­ beitt við leingi. Hví í víðu verð skuldi hetta haldast loyniligt fyri Futt? Hví kundu vit ikki so frægt sum vera við í hesum arbeiði? Eg eri sjálvur nóg gamalur til at minnast, hvussu Tórs­ havnar Kommuna í 1982 tók ólavsøkukonsertina frá Tutl, og hvussu sama Komm una tók Perluna frá Havnar Jazz­ felag í 1983. Nógv fram stig hava verið seinastu árini og eg trúði satt at siga, at vit vóru komin inn í eitt nýtt ártúsund í øllum góðum og at vit høvdu eitt avbera gott samstarv við Tórshavnar Kommunu. Men nú vit skrivað 2010 spøkir betrivitandi politiska makt­ girndin aftur í skýmaskotum. Sambært borgarstjóranum duga tónleikarar onki – annað enn at spæla tónleik – og tískil skal Futt varpast út soleiðis at býráðslimir og almennir deildarleiðarar sjálvir kunnu skipa fyri ólavsøkukonsert. Hetta er herskin biti hjá okkum í Futt at svølgja, men satt at siga kunnu tað bara vera høgu harrarnir í Tórs­ havn ar Kommunu, ið hava ringan smakk í munninum. Og hesaferð skulu kommunalar lygnir og ósatt meyl um Futt so ikki sleppa at gerast ómótsagdir almennir sann­ leik ar. Tí hesi orðini. Við ynskjum um ein góða ólavsøku annars. Søgan um eina ognartikna konsert Jóhannus á Rógvu Joensen Formaður í FUT Fyrst stjelur hon konseptið. Síðani niðurger hon tey, ið hava skapt konseptið. Vælkomin til Tórshavnar Kommunu og ólavsøkukonsertina 2010