mánadagur 26. juli 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 26. juli · Nr. 112
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tað er hetta brotið í grein trý í reglugerðini
hjá Róðrarsambandinum, sum manningarnar
á teimum 11 seksmannaførunum vísa
til, tá ið tey krevja Páll Fanga revsaðan
fyri at hava róð ólógliga í ár
....Tað er ikki loyvt at broyta nakað við bátinum
frá upprunastandi uttan við loyvi frá RSF....
Áki Bertholdsen
- Í mínum ugaheimi kann ein
bát ur, sum snýtur, ikki verða
føroya meistari.
Tað staðfestir Niels M. Jacob-
sen í Fámjin, sum er formaður
í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag,
sum eigur Tvørabátin.
Tvørabáturin er ein av teim-
um 11 seksmannaførunum, sum
fara at boykotta kappróðurin
á ólavsøku, fær Páll Fangi úr
Klaks vík, ikki harðari revsing
fyri at hava róð við ólógligum
báti á nøkrum stevnum í summ-
ar.
Róðrarsambandið sigur, at
tað kann prógvast, at Páll Fanga
hev ur verið ólógligur á Norð oya-
s tev nu og á Jóansøku og aftur-
fyri tað er hann dømdur at fáa
tvey gul kort.
Sostatt varðveitur hann øll
stig ini, hann hevur fingið og
eftir sum hann hevur vunnið
all ar stevnurnar í ár, kann hann
longu kalla seg føroyameistara,
tí nú kann ongin fáa hann aftur.
Sum
tað
sæst
í
øðrum
greinum í blaðnum, vilja mann-
ing arnar á 11 seks mannaførum
ikki góð taka hesa avgerðina og
hava kunn gjørt, viðgerð Róðr ar -
sam bandið ikki málið av nýggj-
um og revs ar Páll Fanga harðari,
fara tey øll somul at boykotta
ólav søku róð ur in.
Men tað er eisini greitt, at
avgerðin hjá Róðr a r sam bandi-
num verður kærd til dóms-
nevnd ina.
Tað gjørdi Froðbiar Sóknar
Róðr ar felag nevniliga í gjár-
kvøld ið.
Róðrarsambandið hevur síða-
ni seks dagar at viðgerða kæruna
í, men skal hon geva nakra mein-
ing, skal berast skjótari at enn
so, tí ólavsøkuróðurin er longu í
ovurmorgin.
Harðari revsing
Niels M. Jacobsen stað fest-
ir, at tey kunnu ikki góð taka
niðurstøðuna hjá Róðr ar sam-
bandi num um Páll Fanga og tí
hava tey kært.
- Vit halda einasta revsing,
sum kann koma upp á tal, er, at
Páll Fangi antin missur stigini
ella verður kolldømdur í teimum
stevn um, har tað kann prógvast,
at hann hevur verið ólógliga inn-
rætt að ur.
Hann góðtekur ikki frá greið-
ing ina hjá Róðrar sam bandi num
um, at ongin kæra er innkomin
um Páll Fanga og at tað tískil
ikki ber til at koma afturum aft-
ur.
- Hetta er ikki eitt mál, sum
hevur við eina hending á eini
stevnu at gera. Hetta er eitt mál,
har ein bátur er broytt ur ímóti
reglunum hjá Róðr ar sam bandi-
num og tað er heilt hvør sítt.
Hann vísir á, at rógvari á
Páll Fanga hevur eisini al ment
viðurkent í Sosialinum miku-
dag in, at teir hava róð við báti,
sum hevur verið ólgógligur.
Formaðurin í Froðbiar Sóknar
Róðr ar felag sigur, at tað er hetta,
tey gjørt Róðrarsambandið vart
við.
- So má tað vera teirra upp-
gáva at kanna málið út í æsir og
at kanna prógvini frá teimum
stevn um, sum hava verið.
Hvussu langt aftur í tíðina
skulu vit so fara? Skal ein bátur
so eisini missa stig ,ella FM heit-
ið, vissi ein mynd brádliga kem-
ur undan kavi av onkrum báti,
sum var ólógligur á onkrari
stevnu fyri fleiri árum síðani?
- Hatta er ein spurningur, eg
havi hugsað um. Men tað má
standa til Róðrarsambandið at
meta um í hvørjum einstøkum
føri, sigur Niels M. Jacobsen.
aki@sosialurin.fo
Gera snýtara til
føroyameistara
ÓLÓGLIGUR KAPPRÓÐRARBÁTUR
Hetta kann ikki góðtakast, tí
Róðrarsambandið kann ikki lata
Páll Fanga sleppa at snýta seg
til FM-heitið, sigur formaðurin
í róðrarfelagnum á Tvøroyri
óðurin
í vanda
num er røtt og tað er rættiliga fallið
honum fyri bróstið, at formaðurin
í sambandinum longu hevur stað-
fest sína støðu í málinum og at
kæran sostatt ikki verður tikin til
eftir tektar.
- Men er tað rætt at døma við
aftur virkandi kraft, tá ið ongin
kæra er komin?
- Hetta er ikki við afturvirkandi
kraft, tí ongin hevur vitað um ólóg-
liga bekklistan á Páll Fanga fyrr enn
nú, sigur Mass Anthonius sen.
- Bara Tvørabáturin visti av
hesum uppundir vestanstevnu og
bo ð aði Róðrarsambandinum frá,
men tá varð listin tikin av – um
so Páll Fangi hevur fingið eitt prei
um, at báturin skuldi kannast, veit
eg ikki, sigur talsmaðurin hjá seks-
manna førunum hjá monnum.
Hann staðfestir tískil, at alt
róðra r um hvørvið er á gosi um av-
gerð ina hjá Róðrarsambandinum.
- Sum støðan er nú, er kapp-
róður in á ólavsøku oyðilagdur og
har við eisini ein stórur partur av
ólav søkuni.
- Skal tað eydnast okkum at fáa
eina siðiliga og hampuliga ólavsøku,
má Róðrarsambandið broyta støðu,
sig ur Mass Anthoniussen.
aki@sosialurin.fo
Kappróðurin á ólavsøku er
oyðilagdur. Einasti máti,
Róðrarsambandið kann bjarga
støðuni er at revsa Páll Fanga
harðari, siga rógvarar kring
landið, sum aftur fara at hava
fund um støðuna í kvøld
OyÐILAGT
Siga
onki
Tað hevur ikki borið til at fáa eina
viðmerking frá Páll fanga ella
Klaksvíkar Róðrarfelag.
Forkvinnan í Klaksvíkar
Róðrarfelag, Jórun Høgnesen,
sigur, at tey fylgja støðuni, men at
hon ongar viðmerkingar hevur nú.
Hon sigur, at tey hava avtalað onki
at siga enn.
Men er Páll Fangi ein virðiligur
føroyameistari?
- Eg havi onga viðmerking!
Ein bátur, sum hevur
snýtt, kann ikki verða
føroyameistari
Vit eru farin í hernað og
fara at vita, hvussu langt tað
røkkur