Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juli 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. juli · Nr. 112 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Áki Bertholdsen - Tað kemur ikki upp á tal, at Róðrar sambandið fer at broyta av gerð ina. Tað staðfestur Jan Her man Han sen, formaður í Róðrar sam- bandi num. Róðrarsambandið ásannar annars, at Páll Fangi hevur róð ólóg liga í minst tveimum stevnum í ár. Afturfyri tað verður hann revsaður við tveimum gul um kortum, sum als ongan týdn ing fáa, tí Páll Fangi hevur framman- undan vunnið allar stevn un ar og sostatt hann longu Føroya- meistari. Og tað meistaraheitið fer Róðr ar sam bandið ikki at taka frá honum. - Vit hava heilt einfalt ikki heim ild til at revsa Páll Fanga stað fest ir formaðurin. Hann sigur, at tað er enntá meiri enn ivingarsamt um Róðr- ar sam bandið hevur heimild til at geva Páll Fanga so frægt sum tey bæði gulu kortini, hann hevur fing ið. - Tíansheldur hava vit heimild til at taka stig frá honum og enn min ni hava vit heimild til at koll- døma hann. Bundin á hond og fót Upp á ein beinleiðis fyrispurning, við gong ur Formaðurin í Róðrar- sam bandinum, at hann hevur eitt sind u r ringt við at hugsa sær, at so royndir rógvarar sum teir á Páll Fanga, hava verið í góðari trúgv í hes um máli. - Eg haldi, at teir væl hava vitað av, at tað er ólógligt, sum teir hava gjørt. Men kortini kann Róðrar sam- band ið onki gera. Jan Herman Hansen sigur, at stóri trupulleikin er, at tað er ong- in klaga komin um Páll Fanga. - Eftir hvørja stevnu hava rógv- ar ar tveir dagar at kæra um viður- skifti í róðrinum, men ongin kæra er komin um Páll Fanga og tí fær Róðrar sambandið onki gjørt. - Men eftir at vit fingu eina frá boðan beint uppundur vestan- stevnu, hava vit kanna mynda- til far frá stevnunum í ár og hava funnið prógv fyri, at Páll Fangi hevur róð ólógliga í minst tveim- um stevnum. - Men tað ber ikki til at koma aftur um aftur. Hevði ein kæra ver ið aftaná hvørja stevnu, var støð an ein heilt onnur, staðfestir hann. Hann sigur, at á hvørjari stevnu eru tveir høvusdómarar sum hava evstu ábyrgdina. Teir plagdu eisini kanna bátarnar, hóast tað er ikki eitt lógarkrav, at teir skulu gera tað. Men nú barnaróðrar eisini hava verið, hevur tað eftirlitið ikki ver ið so neyvt, sum tað plagar. Og tá ið teir so hava undir- skriv að sína frágreiðing eftir eina stevnu, er hon avgreidd og so vendst ikki aftur - uttan so, at ein kæra verður send Róðr ar sam- bandi num, áðrenn tveir dagar eru farn ir, sum er kærufreistin. - Skulu vit koma aftur um aftur í hesum føri, hvar skal markið so verða, spyr hann. Skulu vit eisini koll døma onkran bát, sum hevur róð í fjør, vissi onkrar myndir brád liga koma undan kavi, sum a v dúka okkurt ólógligt, spyr hann. - Tað ber ikki til, staðfestir hann. Vildu ikki lata sum onki Kortini helt Róðrarsambandið, at lógar brotið hjá Páll Fanga skuldi ikki fara aftur við borðinum heilt óátal að. - Tí fekk hann tvey gul kort, hóast vit helst heldur ikki hava heim ild til tað, leggur hann aftur- at. - Hinir rógvararnir hava ikki kunnað víst mær á nakrar aðrar reglar, sum gevur okkum heimild at revsa Páll Fanga harðari, leggur hann afturat fyri Sosialinum. Hann skoytir upp í, at so má hetta fáa ta avleiðing fyri ólav- søku róðurin, sum tað fáa vil. - So leingi vit hava borið okkum rætt at eftir bestu sannføring, fáa vit ikki gjørt meir og so stendur rest in til rógvararnar, sigur hann. Um tað so endar við, at Páll Fangi rør einsamallur á ólavsøku, hev ur hann tað fínt við tí, segði hann eisini við Kringvarpið í gjárkvøldið. aki@sosialurin.fo Róðrarsambandið fer ikki at broy ta avgerðina um einans at rev sa Páll Fanga við tveimum gul- u m kortum. Jan Herman Hansen, for mað- ur, staðfestir, at tað hevur sam- band ið ikki heimild til. Kortini fer nevndin at taka áheitanina frá 11 seks manna- føru m til eftirtektar um at taka mál ið upp til nýggja viðgerð. Í hesum sambandi fer Róðr ar- sam bandið helst at hava fund um mál ið í kvøld. Men hvat skulu tit hava fund um, tá ið tit kortini ikki hava heim ild til at herða revsingina? - Vit hava fingið eina áheitan um at taka málið upp, so tað gera vit. Men tað verður bara til at staðfesta avgerðina, vit longu hava tikið, tí vit hava ikki heimild til nakað annað, leggur hann aftur at. Hann er annars ómetaliga harm ur um gongdina í mál i num og um hóttanina frá 11 seks man- na førum um at boykotta ólav- søku na. Men hann tekur tað ikki sum forfylging ella sum eina mis- álitis váttan, leggur hann aftu- rat og hann ætlar sær so ikki at leggja frá sær av hesi or søk og tað væntar hann held ur ikki, at nakar av hinum nevnd ar- limunum fer at gera. Áki Bertholdsen Lógarbrotið, sum manningin á Páll Fanga hevur gjørt, er, at teir hava skrúv að ein lista upp í lærbekkin, men listin er nakrar sentimetrar upp frá bekkinum. Lærbekkurin er aftasti bekkurin í bátinum - men har situr ongin rógvari. Teir aftastu rógvararnir sita á næstaftasta bekki, men fyri mun u- rin hjá teimum er, at nú kunnu teir stinga føturnar upp ímillum lær- bekk in og listan so at teir betri fáa tik ið á og toga seg upp aftur, tá ið teir taka bekktøk. Tað hjálpir teimum eisini rætti- liga væl at halda javnvágina og at sita væl á bekkinum, at teir fáa skora føturnar fastar ímillum listan og bekkin, tá ið teir taka bekktøk. Hetta er ólógligt, tí tá ið Róðr ar- sam bandið hevur góðkent ein bát, er tað ikki loyvi at gera nak að við hann, uttan loyvi frá Róðr ar sam- bandi num og listin umborð á Páll Fanga er ikki góðkendur. Rógvarar siga, at tað svarar til, at tveir mans liggja á gólvinum og gera búkvenjingar, men har annar slepp ur at hava føturnar uppi undir eini ribbu og hin ikki. Tað er eyðsæð hvør hevur ein fyri mun av hesum, siga rógvarar. Ein royndur rógvari sigur, at hetta gevur rógvarunum ein rættiliga stóran fyrimun, serliga tá ið tað eisini snýr seg um at halda javn vág ina, tá ið tað er óslætt og sjas k veður. Hann heldur eisini, at tað er ógvu liga sannlíkt, at hesin listin hev ur hjálpt Páll Fanga at vinna róðr ar nar. Hann sigur, at verður hugt eftir teimum stevnum, sum hava verið, er tað serliga tá ið teir taka bekktøk í startspurtinum og í enda spur t inum, at Páll Fangi hevur vunn ið sínar róðrar - burtursæð frá á Vestanstevnu, tá ið ongin listi var í báti num. aki@sosialurin.fo Ongin kann taka meistaraskapin frá Páll Fanga ÓLÓGLIGUR KAPPRÓÐRARBÁTUR Róðrarsambandið fer ikki at broyta avgerðina um revsingina til Páll Fanga, tí hann kann ikki fáa harðari revsing, sigur formaðurin í Róðrarsambandinum Ólavsøkan er oyðiløgd Vit hava onga heimild at taka stig frá Páll Fanga ella at kolldøma hann Eg havi tað fínt við, at Páll Fangi rør einsamallur á ólavsøku Ólógliga broyt­ ing in á Páll Fanga ÓLÓGLIGUR KAPPRÓÐRARBÁTUR Manningin á Páll Fanga hevur skrúvað ein eyka lista upp í lærbekkin og tað hjálpir teimum aftastu rógvarunum nógv, tá ið teir taka bekktøk Hendan myndin vísir rættiliga væl, hvussu tann ólógligi listin á lærbekkinum á Páll Fanga sær út. Endamálið er, at teir aftastu rógvararnir kunnu stinga føturnar upp ímillum listan og lærbekkin fyri at halda føturnar fastar, tá ið teir taka bekktøk ÓLÓGLIGUR LISTI Avgerðin ikki broytt