mánadagur 26. juli 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 26. juli · Nr. 112
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Føroysku U-19 og U-17 kvinnulandsliðini taptu 0-6,
0-7, 0-7 og 0-8 ímóti Íslandi. Føroysku U-19 og U-17
kvinnulandsliðini máttu leggja rygg til fýra stórtap
her í vikuskiftinum, tá tær spældu landsdyst ímóti
íslendsku U-19 og U-17 landsliðunum í Klaksvík og í
Fuglafirði. U-19 landsliðið tapti 0-6 og 0-7, meðan U-17
landsliðið tapti 0-8 og 0-7. Spurdur um hvat hann kann
brúka hesi bæði stórtapini til, svarar venjarin hjá U-17
landsliðnum, Álvur Hansen: - Vónandi hava vit lært
nakað av báðum dystunum. Vit spældu ímóti einum liði,
sum er nógv sterkari enn okkara lið, bæði tá tað kemur
til tað fótbóltsliga, kropsligt, venjingarstøðu, tekniskt
og taktiskt. Tað er kortini týdningarmikið, at okkara
leikarar spæla ímóti liðum, sum eru betri. Vit hava eisini
leikarar sum eru góðir tekniskt, men sum ikki eru vanir
við at spæla so harðar dystir innan so stutta tíð. So vit
kunnu læra nógv av slíkum dystum, slær Álvur Hansen
fast. Spurdur um nakrir glottar vóru at hóma í báðum
dystunum, svarar Álvur Hansen: - Taka vit álopspartin,
so komu vit í álopsstøður, og vit komu eisini til nakrar
málmøguleikar. Vit fingu eisini fleiri innlegg, og eisini
støður sum kundi blivið vandamiklar, men vit eru
ikki nóg neyv í verjupartinum, og tí fóru lutfalsliga ov
nógv mál inn. Eg haldi, at sjálvt um vit taptu 0-7 í dag,
so var dysturin ikki so øðiliga einvegis, greiðir Álvur
Hansen frá. Álvur Hansen staðfestir, at íslendskur
kvinnufótbóltur er á høgum støði. Bæði U-19 landsliðið
og A-landsliðið hava verið við til endaspøl, og tí var talan
um klassamótstøðu.
0-28 í fýra landsdystum
Hilmar Jan Hansen
Burtur sæð frá ÍF og AB, sum
spældu 3. juli, hava øll hini liðini í
Vodafonedeildini hildið summar-
steðg frá landskappingini í ein
mánað, men nú verður tørnað til
aftur. Fýra av liðunum – HB, EB/
Streymur, Víkingur og NSÍ – hava
tó verið upptikin av europeiskum
av bjóð ingum henda farna mánaðin,
so steðgur hevur verið lítil hjá teirra
spæl arum.
Dystirnir, ið nú verða spældir,
eru teir í 16. landskappingarumfari,
men annars hava flestu liðini spælt
14 dystir og ÍF og AB 15. Ikki fyrr enn
um ein mánað er talið á spældum
dystum aftur tað sama hjá øllum 10
liðunum í Vodafonedeildini.
Tríggir av dystunum í hesum
um farinum verða spældir í annað-
kvøld, tá FC Suðuroy tekur ímóti ÍF
í Vági, AB fær vitjan av EB/Streymi
og NSÍ er vertur í grannauppgerð
ímóti B68. So spælir HB heima ólav-
søkuaftan ímóti B71, og ólavsøkudag
tekur B36 ímóti Víkingi.
Stór grannauppgerð
Ein hin mest áhugaverdi dysturin
man vera grannauppgerðin í Runa-
vík í annaðkvøld klokkan 18.30,
har NSÍ tekur ímóti B68. Tá liðini
møttust fyrru ferð í sjeynda umfari,
gjørdi NSÍ bart á Toftum og vann
3-0. Hetta var samstundis triði sig-
urin á rað hjá runavíkingum av
níggju, áðrenn teir síðst í apríl blivu
steðgaðir við javnleiki ímóti AB.
Sum oddalið fer NSÍ óivað at
leggja nógv fyri fyri at vinna, men
hinvegin hevur B68 eisini brúk fyri
stigunum, eftir at árið ikki er byrjað
av tí besta, so helst verður talan um
eina grannauppgerð, ið er minst so
livandi og undirhaldandi, sum tær
plaga at vera.
Á Vágseiði fær FC Suðuroy
vitjan av ÍF, sum hevur havt eitt
ser stakliga gott kappingarár, tí
liðið er í landskappingini á triðja
plássi og hevur annars vunnið seg
í steypa finaluna. Øðrvísi svangligt
er tað hjá suðuroyingunum, ið enn
bara hava vunnið tveir av teimum
14 undanfarnu dystunum, so skal
tað venda hjá FC Suðuroy, fer tað
skjótt at hava skund.
Hátíðarhald á Argjum
Triði dysturin í annaðkvøld klokkan
18 er á spildurnýggja grasvøllinum
á Argjum, ið alment verður tikin í
nýtslu, so tí verður eitt sindur meira
gjørt burturúr enn vanligt, nú EB/
Streymur vitjar AB.
Hornorkestur spælir og Jógvan
Arge, formaður í mentamála nevnd-
ini hjá Tórshavnar býráð, fer at
halda røðu, áðrenn fyrsta sparkið
á nýggja vøllinum verður, tá Heðin
Mortensen, borgarstjóri, sparkar
bóltin til Andrass Drangastein, for-
mann í Argja Bóltfelag.
Nú AB fær nýggja undirlagið, er
støðan ikki betur enn næstbest, tí AB
liggur undir niðurflytingarstrikuni
eftir eina serdeilis soltna fyrru
kapp ingarhálvu, ið bert gav ein
sig ur, meðan felagið tapti líka ofta,
sum tað vann: Sjey ferðir av hvørj-
um. Gestirnir úr EB/Streymi eru
hinvegin á veg uppeftir og lúra bert
eftir næsta møguleikanum at taka
seg upp millum tey allarfremstu.
Dysturin á Argjum er kvøldið fyri
ólavsøkuaftan, so tí verður hann
taldur millum ólavsøkudystirnar
í Havnini, sum hesa ferð eru ikki
færri enn tríggir í tali. Samstundis
eru hetta steypadystir, ið Tórs havn-
ar kommuna hevur latið steyp til.
Dystir á ólavsøku
Ólavsøkudag klokkan 18.30 spæla
HB og B71 á ovara vølli í Gundadali.
HB roynir at jagstra runavíkingar,
so oddasessurin kann takast aftur,
og óivað kann tað ávirka henda
dystin, hvat hent er í dystinum í
Runavík kvøldið fyri, um trýstið á
HB er størri ella minni. Hinvegin er
støðan hjá B71 heldur ikki so heilt
galin, hóast liðið liggur niður ímóti
»strikuni«, tí har eru trý stig niður
til AB og FC Suðuroy, ið sandoyingar
sjálvandi vilja gera alt fyri at hava
niðan fyri seg.
Hin
ólavsøkudysturin,
sum
verður í Gundadali ólavsøkudag, er
millum tvey av liðunum í miðjuni
á stigatalvuni, B36 og Víking. Bæði
hava tað til felags, at ov nógvir
dystir – seks í part – eru endaðir við
javnleiki, so nú skal skjótt henda
nakað, skulu liðini omanfyri ikki
fara undan teimum. Vinnur B36
henda dystin, er støðan hjá Víkingi
einki serlig, tí so verða seks stig til
eitt pláss oman fyri miðjuna, men
við sigri kann Víkingur hinvegin
taka eitt týðandi fet ímóti betru
hálv uni av stigatalvuni.
Nú farið verður í gongd aftur
eftir summarsteðgin, legg ur kapp-
ingarskráin nokk so harð liga út, tí
longu sunnudagin og mánadagin
eftir ólavsøku er aftur eitt fult um-
far á skránni, og síðani koma ikki
færri enn fýra umfør aftrat, so allan
august fáa spælararnir á Voda fone-
liðunum úr at gera.
hilmarjan@sosialurin.fo
Landskappingin fer aftur í gongd
Vodafonedeildin Tríggir dystir eru í Vodafonedeildini í annaðkvøld, ein ólavsøkuaftan og
ein ólavsøkudag, og harvið er summarsteðgurin í landskappingini av á hesum sinni.
Millum teir fimm
landskappingardystirnar, sum
verða spældir í annaðkvøld og
teir báðar ólavsøkudagarnar,
er grannauppgerðin millum
NSÍ og B68 í Runavík
Mynd: Álvur Haraldsen
GRannaUPPGeRÐ
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 NSÍ
14
9
2
3
30
15
+15
29
2 HB
14
8
4
2
28
18
+10
28
3 ÍF
15
7
4
4
27
26
+1
25
4 EB/Streymur
14
6
4
4
24
19
+5
22
5 B36
14
5
6
3
24
18
+6
21
6 Víkingur
14
4
6
4
23
23
0
18
7 B68
14
4
3
7
21
26
-5
15
8 B71
14
3
4
7
13
24
-11
13
9 AB
15
1
7
7
18
28
-10
10
10 FC Suðuroy
14
2
4
8
15
26
-11
10
Føroyska Vodafonedeildin