Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juli 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. juli · Nr. 112 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen FYRSTU FERÐ Á LANDSLIÐNUM AUGUST, 1998: Landsliðsboðini koma ikki óvart á føroyingar. Jákup á Borg hevur gingið undan sum fram herji á liðnum hjá B36 í før oysku landskappingini. Hann er 18 ára gamal, tá hann roynir seg á føroyska lands liðnum fyri fyrstu ferð. Føroyar spælir á útivølli móti Bosnia, sum vinnur dystin 1-0. Jákup á Borg verður innskiftur mið skeiðis í seinna hálvleiki. - Tað kem ur rættiliga óvart á meg. Eg segði fyri tveimum máðanum síðan, at eg vónaði at fáa landsliðsboð um tvey ár, men eg hevði ikki væntað, at tað skuldi koma so skjótt, sigur Jákup á Borg undan dystinum. STRÍÐIST FYRI PLÁSSINUM JUNI, 1999: Føroyska landsliðið skakar fótbóltsheimin, tá Hans Fróði Hansen tryggjar Føroyum ein javnleik móti Skotlandi á heimavølli. Jákup á Borg spælir sín sætta landsdyst, tá hann loysir Jóhannis Joensen av í seinna hálvleiki. Allan Simonsen hevur eina ætlan við unga havnarmanninum. – Ungu leik ararnir skulu eisini sleppa at snúsa til landsliðið. Tá teir hava roynt tað nakrar ferðir, eru teir eftir hondini meira harðhúðaðir og búnir til veruliga at fáa kjansin, sigur Allan Simonsen við Dimma- lætting aftaná dystin. NOYÐIST UTTANLANDS SEPTEMBER, 1999: Jákup á Borg er við frá byrjan í seinna hálvleiki, tá Føroyar tapa 1-0 á heimavølli móti Litava. Tað er hansara fyrsti veruligi møguleiki at vísa Allan Simonsen, hvat hann er mentur. Men hann tekur ikki av. – Todi Jóns son er sjálvskrivaður. Og Uni Arge spælir uttanlands, so hann hevur tann fyrimunin. Eg má bara sleppa mær av landinum, so eri eg har, sigur framherjin í viðtalu við Dimma lætting. TEKUR IKKI AV MARS, 2001: Jákup á Borg er skýrdur sum ein hin mest evnaríki føroyski fótbóltsleikarin nakrantíð. Men 21 ára gamli framherjin úr B36 hevur trupult við at vinna sær pláss á landsliðnum. Hann hevur rætt og slætt ikki prógvað, at hann hevur uppiborið tað. – Trupulleiki hevur bara verið, at eg ongantíð hava sligið ordiliga til, tá eg havi fingið møguleikan. Sjálvandi ótolnist eg, tá eg ikki komi á vøllin, men tað er mín egna skuld, sigur hann undan dystinum móti Luksemburg á úti- vølli. Føroyar vinna dystin 2-0, og Jákup á Borg verður skiftur út, tá fáir minuttir resta í. UPPIBORIÐ BROTSSPARK MARS, 2001: Jákup á Borg spælir fyri fyrstu ferð í samfullar 90 minuttir á føroyska landsliðnum, sum er á vitjan í Russlandi. Heima- liðið vinnur 1-0. Jákup á Borg verður feldur inni í brotsteiginum í seinna hálvleiki, men dómarin floytar ikki fyri brotssparki. – Satt at siga varð eg so bilsin av tí, at eg als ikki hugs- aði um at mótmæla, sigur Jákup á Borg aftaná dystin. TIG SO, JOHN! SEPTEMBER, 2002: Føroyar spælir 2-2 móti Skotlandi á Svangaskarði. Jákup á Borg eigur uppleggini til bæði málini hjá John Petersen. Við uppleggunum fær hann frið fyri John Petersen, sigur hann við Sosialin aftaná dystin. – Nú var tað soleiðis í vikuni, at John hevur gramt seg óført um, at hann vil hava bóltin, so har var bara eitt at gera fyri at fáa hann at tiga!, sigur hann aftaná dystin. Jákup Mørk, blaðmaður á Sosial- inum, ivast ikki, tá hann skal meta um avrikið hjá Jákupi á Borg. – Hann hevur nú í eitt ár verið fastur fúsur í høgra borðið, og dysturin hesa ferð var ein stór undirstrikan av, at hann eisini fer at røkja plássið í langa tíð framyvir, skrivar Jákup Mørk í dystarfrásøgnini. MAÐURIN VIÐ HØGRA BEININUM OKTOBER, 2002: Jákup á Borg eigur aftur hesa ferð næstseinasta fótin á bólt inum, tá Føroyar fáa mál. Før oyska landsliðið roynir seg í Hannover móti Týsklandi, sum vinnur 2-1. Maðurin við gylta høgra- beininum hevur tí lagt upp til øll trý málini, sum landsliðið hevur skotið higartil í hesi undankappingini. – Tað sær út til at gerast ein góður vani. Óluksáligt, at upplegg ikki telja við, tá máltindurin verður upp- gjørdur, sigur Jákup á Borg skemt- andi aftaná dystin. FYRSTA LANDSLIÐSMÁLIÐ APRÍL, 2003: Jákup á Borg skýtur sítt fyrsta mál í føroysku lands- liðs troyggjuni, tá Kasakstan vitjar í venjingardysti á Svangaskarði. Før oyar vinnur 3-2, og Jákup leggur før oy ingarnar á odda 1-0. AFTUR Á BLETTINUM AUGUST, 2004: Jákup á Borg hev- ur roynt eina rúgvu, áðrenn hann skýtur sítt seinna mál á lands- lið num. Royndarvenjingarnar í Watford, Liverpool og Crewe góvu ikki úrslit. Havnarmaðurin skiftir und an kapp ingar byrjan úr B36 til grann arnar í HB, áðrenn hann fær leigu sáttmála í danska OB. Jákup á Borg leggur Føroyar á odda 1-0, tá lands liðið vinnur 3-2 á Svangaskarði í venjingardysti móti Malta. ZIDANE Á MÓTSTØÐULIÐNUM SEPTEMBER, 2004: Jákup á Børg fær seg av álvara royndan, tá Frakland, FóTBóLTUR Jákup á Borg boðaði í farnu viku frá, at hann ætlar sær ikki aftur í føroysku landsliðstroyggjuna. Sosialurin hevur hugt í søgubøkurnar og minnist aftur á summar av minnuligu løtunum við Jákupi á Borg á landsliðnum seinastu 12 árini. Jákup roynir seg á útivølli móti Skotlandi í 2003. Føroyar taptu 3-1 69 landsdystir og tvey mál eru persónligu hagtølini, sum Jákup á Borg leggur eftir sær, nú hann er givin á landsliðnum 12 ár við Já