mánadagur 26. juli 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 26. juli · Nr. 112
Sosialurin
Ítróttarblaðið
við Zinedine Zidane á liðnum, tekur
ímóti. Føroyar tapa 3-0. – Eg kann
reypa mær av, at Zidane hevur gjørt
fríspark móti mær, sigur Jákup á
Borg flennandi í viðtalu við Dimma-
lætting í juli í 2010.
AVSETTUR
JUNI, 2005: 25 ára gamli Jákup á Borg
hevur átt plássið sum miðvallari í
høgru seinastu fýra árini. Hansara
avrik hava sveiggjað nógv, men
HB-leikarin hevur verið millum
teir mest eyðsýndu fleiri ferðir.
Hendrik Larsen, landsliðsvenjarin,
gev ur honum tó ikki møguleikan,
tá Írland vitjar á Tórsvølli. – Tað er
sjálv andi eitt stórt vónbrot. Men eg
var ikki meira fornermaður enn so,
at eg vildi vísa, hvat eg standi fyri,
sigur Jákup á Borg, sum spælir sein-
astu 10 minuttirnar, aftaná dystin.
Írlandi vinnur 2-0.
SORL!
SEPTEMBER, 2006: Jógvan Martin
Olsen, landsliðsvenjari, væntar, at
Jákup á Borg verður millum leik-
ar arnar, sum taka ábyrgd á lands-
liðnum, nú aldursskiftið skal fremj-
ast. Tað gongur ikki væl í fyrstu
roynd unum. Føroyar tapa 6-0 á
heimavøli móti Georgia, og 6-0 á
úti vølli móti Skotlandi, og Jákup
á Borg røkir uppgávuna sum høgri
bakkur. Hann er framvegis bjart-
skygdur. – Tað er tungt at tapa tveir
dystir 6-0, men tá ið eitt nýtt lið skal
spælast saman, so kemur slíkt fyri,
sigur hann.
TRÝSTUR
SEPTEMBER, 2007: 27 ára gamli
Jákup á Borg er brádliga ikki sjálv-
skrivaður á landsliðnum longur.
Hann verður fluttur í heilum. Á
úti vølli móti Litava røkir hann
upp gáv una sum vinstri bakkur.
– Við roynd unum, sum hann hev-
ur, so roknaði eg við, at hetta var
skilabetri, enn at geva Johan Troest
Davidsen sína debut, sigur Jógvan
Martin Olsen aftaná dystin. Føroyar
tapa 2-1.
ALBOGAN Í HØVDIÐ
OKTOBER, 2008: Jákup á Borg hev ur
mist liðskiparabandið í HB og skiftir
í summarsteðginum til barn dóms-
felagið B36. Hann er nógv plágaður
av einum skaða í lærkrykanum.
Men hann er til dystin fús, tá
Rumenia vitjar á Tórsvølli. Geylið
hoyr ist um allan Tórsvøll, tá Sorin
Ghionea langar albogan í høvdið á
Jákupi, og Ghionea verður útvístur.
– Hann slóð út eftir mær og rakti
meg í andlitið. Eg spældi eitt sindur
upp á tað, men í hesum spælinum
mast tú gera tær dælt av slíkum
støð um, sigur Jákup á Borg aftaná
dystin. Rumenia vinnur 1-0.
ASKHAM YNSKIR
IKKI JÁKUP
MARS, 2009: Heðin Askham fær
ábyrgdina av føroyska landsliðnum
í venjingardystinum móti Íslands.
Og Askham velur ikki at hava 29
ára gamla Jákup á Borg við í hóp-
inum. – Eg eri ógvuliga vón svikin.
Eitt er, at venjarin ikki metir
meg hava tað, sum skal til, fyri at
spæla á landsliðnum. Men eg havi
verið partur av hópinum í meira
enn 10 ár, og tí haldi eg tað vera
løgið, at eg einki hava fingið at
vita undan úttøkuni, sigur Jákup
á Borg. Mikkjal Thomassen, venj-
ari hjá B36, stuðlar Jákupi. – Eg
haldi tað vera óumhugsað og
ótrúliga respektleyst, sigur Mikkjal
Thomassen.
STRÍÐIR SEG AFTUR
SEPTEMBER, 2009: Jákup á Borg
er framvegis skaðaplágaður, og
tað ávirkar hansara pláss á lands-
liðnum. Tað er ein sannroynd, at
hansara royndir er eingin fyri-
munir longur. Brian Kerr velur
óvænt að at hava Jákup á Borg sum
fram rættaðan miðvallara í heima-
dystinum móti Litava. Og tað var
ein røtt avgerð. Jákup á Borg spælir
framúrskarandi, tá Føroyar vinna
2-1 á Litava.
FARVÆL
JULI, 2010: Aftaná 69 landsdystir
og tvey mál, boðar Jákup á Borg frá,
at hann er givin á føroyska lands-
liðnum. 30 ára gamli havnarmaðurin
hevur ikki orku og tíð at umboða
Føroyar longur. Hann hevur hugsað
um avgerðina leingi. Orsøkin er
fyrst og fremst, at hann hevur ver-
ið illa plágaður av skaðum. – Eg
eri eingin unglingi longur. Eg havi
tørv á hvíld, og eg seti meg ikki
føran fyri at spæla við fullari megi
á lands liðnum longur, sigur Jákup
á Borg. Brian Kerr, landsliðsvenjari,
harm ast avgerðina.
uni@sosialurin.fo
Jákup og hinir á føroyska landsliðnum stríddist væl í
regninum, tá Luksemburg vitjaði á Svangaskarði í 2001
Jákup á Borg spældi ein
branddyst móti Litava í
2009. Føroyar vann 2-1
kupi á Borg