mánadagur 26. juli 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. juli · Nr. 112
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tað var í Suðuroynni, at Torkil
Veyhe gjørdi tann stóra vørrin, ið
tryggjaði honum samlaða sigurin í
ársins útgávu av súkklukappingini,
Statoil Kring Føroyar, ið endaði í
gjár. Tá megnaði hann at vinna,
hóast hann hevði tikið fleiri hørð
tørn á leiðini, umframt at hann eis
ini punkteraði.
Men hóast Torkil vísti stórform,
var hann í gjár ikki bangin fyri,
at geva liðfeløgunum ein part av
heiðr inum. Saman við Gudmundi
Joensen og Gunnari DahlOlsen
mann aði Torkil liðið Team PE, sum
vann liðkappingina.
– Bæði Gudmundur og Gunnar
hava verið sera góð hjálp, og serliga
í Suður oynni lá væl fyri. Har
brúktu vit øgiliga nógv Gudmund,
og tað riggaði øgiliga væl. Hini liðini
staðfestu tá eisini, at tað var øgiliga
torført at fylgja við okkum, sigur
Torkil, sum saktans kundi liva við,
at hann ikki fekk sigurin á teininum
í gjár, tí tað ráddi meira um at vinna
samanlagt.
– Tað er sjálvandi altíð stuttligt
at vinna í Havn, men í dag ráddi
eisini um at vera realistiskur, tí eg
hevði ikki kreftir til at taka teir
aftur, sum vóru farnir undan. Eg sat
saman við Hafsteinni Ægir Geirsson
og Kristian Gosvig, so eg skuldi bara
fylgja við teimum báðum. So skuldu
Gudmundur og Gunnar taka sær
av hinum báðum íslendingunum,
ið kundu hótt støðuna hjá okkum
í liðkappingini.
Hevði tamarhald á
Á teininum í gjár lá Torkil mestsum
alla tíðina eitt petti aftan fyri teir
fimm, ið stungu av í Saksunardali,
men hann valdi ikki at fara eftir
teimum beinanvegin, tí hann var
Hilmar Jan Hansen
Hóast hann gongur ímóti
teimum 46, er Gunnar Dahl
Olsen framvegis ikki lættur
at syfta hjá teimum yngru
súkkl arunum. Tað fingu teir
at kenna, tá endaspurturin hjá
teim um fimm fremstu skuldi
set ast inn í miðbýnum í Havn
í gjár, tá Statoil Kring Føroyar
end aði.
Longu úti við Strond byrjaði
taktiska spælið, har tað ráddi
um at koma sær í best hugsandi
støðu, og tá fekk Gunnar lagt
lunnar undir sigurin, tí hann
megnaði at plasera seg so væl,
at hann kundi gerast fremstur
av teimum fimm, tá teir allir
komu á mál við somu tíð.
– Tá vit komu til Eik yviri við
Strond, royndi eg at liggja væl
fyri, tí eg kendi jú umstøðurnar,
sum vóru, tá vit fóru at nærkast
mál inum, sigur Gunnar, ið ikki
helt tað vera verri fyri seg, at
hann visti, hvussu tað sá út,
har teir skuldu royna at taka
tey allarseinastu tøkini.
– Onkur av útlendingunum
var eitt sindur ørkymlaður av
teimum báðum rundkoyr ing
unum, vit skuldu ígjøgnum,
so tað gjørdi tað ikki verri fyri
meg. Mín ætlan helt so allan
vegin, og eg eri sera glaður
fyri, at tað eydnaðist mær at
vinna kappingina henda síðsta
dagin.
Ótrúliga hart
Umframt Gunnar og liðfel
ag an, Gudmund Joensen, ið
beinan vegin fóru avstað, tá
nakr ir
av
útlendingunum
royndu at skræða seg leysar
longu í Saksunardali, vóru eis
ini Árni Már Jónsson, Jacob
Agger Troelsen og Gunn laugur
Jónasson við í fremsta bólk
inum tað mesta av teininum.
Súkklararnir byrjaði í brenn
andi sól í Tjørnuvík klokkan 14,
men tað var nokk so skjótt, at
føroyska veðurlagið spældi inn,
so tað bleiv mjørki tað allar
mesta av øllum teininum.
– Eg visti, at vit vóru sterkir
og kundu klára tað. Uppgávan
hjá Gudmundi og mær var at
verja oddasessin hjá Torkili,
men sum tað lagaði seg, sat
hann longur afturi við góðum
kort um á hondini, so vit kundu
satsa uppá at fáa liðsigurin til
høld ar, sigur Gunnar Dahl
Olsen, ið viðgongur, at tað
veruliga ráddi um at geva alt á
tein inum í gjár.
– Men hetta var bæði hart
og spennandi, og fyri mítt við
komandi var tað ótrúliga hart
at koma av Gomlurætt niðan
á Velbastaðháls. Tá mátti eg so
royna at samla kreft irnar, so
eg kundi vera við í enda spurt
inum, og tað gekk tíbetur!
hilmarjan@sosialurin.fo
Súkkling Aftur í ár gjørdist Torkil Veyhe stóri
sigursharrin í Statoil Kring Føroyar, tí umframt at hann vann
einstaklingakappingina, megnaði hann saman við Gudmundi
Joensen og Gunnari Dahl-Olsen eisini at vinna liðkappingina
Torkil stóri sig
Gunnar
vann
spurtin
Súkkling Gunnar Dahl-Olsen var
ein av fimm súkklarum, sum vóru
á odda tað mesta av teininum í
gjár, og tá teir nærkaðust málinum
í einum øgiligum spurti, var
hann tann drúgvasti og vann
Tríggir teir bestu í samanløgdu kappingini: Kristian Gosvig, Torkil Veyhe og Gudmundur Joensen
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Torkil Veyhe, sum vann Statoil Kring Føroyar samanlagt, og
Gunnar Dahl-Olsen, sum vann síðstu kappingina í gjár
Mynd: Hilmar Jan Hansen
TEiR BESTU
VinnARAR