mánadagur 26. juli 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 26. juli · Nr. 112
Sosialurin
Ítróttarblaðið
ursharrin
meira upptikin av teimum, ið vóru
saman við honum.
– Eg skuldi ansa eftir Gosvig og
Hafsteinni, tí teir kundu gerast ein
hóttan. Leingi vóru ikki tey stóru
álopini, tí tað tóktist, sum allir bíð
aðu, til Oyggjarvegurin kom. Tá
legði eg meg bara sjálvur á odda, so
eg kundi hava tamarhald á støðuni,
og tá eg so var sloppin frá teimum
báð um kappingarneytunum, royndi
at at fáa hinar fimm frammanfyri
aft ur, men tað gekk ikki, sigur
Torkil, ið helt tað vera eitt sindur
tor ført at súkkla í gjár, tí sýnið var
so vána ligt.
– Tað var ringt sýni tað nógva av
teininum. Oman í Mjørkadal, har
ferðin gjarna kann verða nógv, sá
eg ikki nógv meira enn fimm metr
ar fram um nøsina, so sjálvt um eg
kenni vegin og svingini, kundi eg
ikki bara storma avstað, tí sýnið
var ikki til tað.
Flytur niður
Eftir summarfrítíðina flytur Torkil
Veyhe til Danmarkar, har hann fer
at lesa, men hann ætlar sær kort ini
ikki at sleppa súkklingini. Tvørtur
ímóti sær hann møguleikar í at
súkkla niðri, sum hann kanska ikki
hevur í Føroyum.
– Skalt tú gera teg galdandi í
teimum stóru kappingunum, mást
tú hava súkklingina sum starv
burtur av, men hjá mær verður
tað heldur eitt sindur av súkkling
við síð una av útbúgvingini. Eg
vænti kort ini, at tað fer at geva eitt
sindur, sigur Torkil, ið hevur fleiri
av bjóðingar fyri framman.
– Tann størsta her og nú verður
at kappast á Oyggjaleikunum á Isle
of Wight komandi summar, og so
ætli eg mær sjálvandi eisini næsta
ár at royna at vinna Statoil Kring
Før oyar fyri triðju ferð.
hilmarjan@sosialurin.fo
Tey trý liðini, ið stóðu seg best: HFR úr Íslandi, Team PE úr Føroyum og Wheels of Steel úr Belgia
Mynd: Hilmar Jan Hansen
BESTU LIÐINI
Hilmar Jan Hansen
Gudmundur Joensen fæst í tí
dagliga við fjølbroytta venjing,
tí hann bæði svimur, rennur og
súkklar. Hann er triathletur og er
javnan við í kappingum uttanlands,
men hesa vikuna hevur súkklingin
staðið fremst á skránni.
– Tað er fantastiskt at kunna
koma millum tríggjar teir bestu
samanlagt. Í fyrraárið bleiv eg
nummar trý og í fjør nummar
tvey, so eg mátti royna at spíla
meg út, so eg kundi koma upp á
sigurspallin aftur hesa ferð, sigur
Gudmundur Joensen.
– Eg spenti meg út í dag, tí tað
ráddi um at vera við heilt har
frammi, skuldi tað eydnast. Eg eri
eisini væl nøgdur, sum tað lagaði
seg. Gunnar fekk etapuna í dag,
Torkil vann samlaðu kappingina
og eg fekk bronsu, umframt at vit
vunnu liðkappingina, so hetta var
bara øgiliga gott.
hilmarjan@sosialurin.fo
Gudmundur
væl nøgdur
SúkkLINg Hóast súkklingin bara er ein triðingur
av tí, Gudmundur Joensen íðkar sum triathletur, so
lá hansara partur sanniliga ikki eftir. Og aftur fyri
stríðið fekk hann eitt pláss uppi á sigurspallinum