mánadagur 26. juli 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. juli · Nr. 112
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tá vit siga navnið Knud Glerup,
ringir óivað onkur klokka onkra
staðni, og tað er heldur ikki so løgið.
Knud er sonur Jens Glerup, sum í
áravís hevur verið høvuðsdómari
í Statoil Kring Føroyar, men nú er
fluttur niður til Danmarkar.
Umframt at hava tveir synir við,
Knud og Andrias, hevði Jens eisini
hesa ferð eina rúgvu av súkkl arum
úr Danmark við til Føroya. Og
sjálvur var hann eisini við í kapp
ingini.
Men kortini var tað sonurin, sum
yvirskuggaði, tí Knud Glerup stóð
seg so væl í unglingakappingini,
at hann væl og virðiliga vann hana
samanlagt. Í gjár var hann eisini
fyrstur á mál, framman fyri ein av
danskarunum, Frederik Bølle, og
Jóanis Albert Nielsen, sum er úr
Sandavági.
– Tað var hart at súkkla í dag,
tí tað var so nógvur mjørki. Tað
byrjaði annars við sól og hita í
Tjørnuvík, men so bleiv kaldari og
myrkari. Tað var torført at halda
5060 kilometrar um tíman, tá
sýnið bara var tíggju metrar. Tí var
neyðugt at halda eitt sindur aftur,
so tað skal bera til at koma fram í
øllum góðum, sigur Knud Glerup,
ið sjálvur var um reppið at koma
illa fyri.
– Í dag vóru fleiri lomb og seyðir,
ið vildu yvir um vegin, júst tá vit
komu framvið, men tað gekk tíbetur
uttan nakra vandastøðu. Men ta
einu ferðina var eg ikki meiri enn
ein hálvan metur frá at koyra ein
seyð yvir, so tað kundi enda galið.
Innanhýsis millum unglingarnar
var ófør kapping, og í gjár stakk Knud
av frá tí síðsta kappingarneytanum
á Oyggjarvegnum, og tí kom hann
eisini einsamallur á mál. Hann er
17 ára gamal, so hann hevur aldur
til bæði unglingar og vaksin, men
hesa ferð var tað so saman við
unglingunum, at hann royndi seg
– og vann!
Mundi koyrt seyð yvir
Súkkling Knud Glerup, sum sera sannførandi vann kappingina
hjá unglingunum, var hálvan metur frá at koyra ein seyð yvir
Hilmar Jan Hansen
So skjótt sum súkklukappingin
var liðug í gjár, fór Súsanna
Skylv heim at pakka, og hon er
nú longu farin av landinum til
næstu stóru avbjóðingarnar, ið
eru í triathlon. Komandi viku
skiftið skal hon kappast í HM
og vik una eftir skal hon verja
DMheitið, hon vann í fjør.
– Eg eri heilt væl nøgd við
at vinna kappingina hjá kvinn
unum. Eg havi lagt hetta sum
eina harða venjing, sum sostatt
er tann síðsta undan HMkapp
ingini, sigur Súsanna Skylv, sum
bara hevði Marin Ennistein at
kapp ast við, tí tær báðar vóru
einastu súkklararnir í kvinnu
kapp ingini á fulla teininum.
– Tá vit bara eru tvær, kanst
tú kenna teg eitt sindur einsa
malla viðhvørt, men tað var
øgiliga stuttligt allíkavæl. Her
vóru eisini so nógvir súkklarar
við hesa ferð, at eg var ongantíð
heilt einsamøll.
Hon heldur, at kappingin hesa
ferð hevur verið nokk so hørð,
men tað hevur so samstundis
givið henni uppaftur betri venj
ing, nú aðrar avbjóðingar eru
fyri framman.
– Suðuroyggin plagar at vera
sera hørð, men har gekst væl, og
tað sama var í dag í Streymoynni,
hóast eg hevði væntað, at eg fór
at vera eitt sindur moyrari, sigur
Súsanna, ið einki hevur ímóti at
bjóða mannfólkunum av í Statoil
Kring Føroyar.
– Eg veit ikki, hvussu teir hava
tað við tí, men eg rokni bara við,
at mannfólkini eisini onkuntíð
hugsa sum so, at tað skal í øllum
førum einki konufólk fram um
meg.
Súsanna
í serflokki
Súkkling Súsanna Skylv vann aftur
í ár kappingina hjá kvinnunum, og
hóast hon bara sjálv onnur var við
har, læt hon væl at, tí Statoil Kring
Føroyar var fyri hennara viðkomandi
mest ein upphiting til HM
Her eru súkklararnir á veg niðan úr Øravík fríggjadagin, tá avgerðin í
bæði einstaklinga- og liðkappingini í veruleikanum fall
Mynd: Hilmar Jan Hansen
MÓTBREkkA
nÓgV TilSAMAnS
Tilsamans hava teir yvir 50 súkklararnir í fimm dagar
lagt ikki færri enn 341 kilometrar aftur um bak
Mynd: Hilmar Jan Hansen