mánadagur 26. juli 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 26. juli · Nr. 112
Sosialurin
Óli Jákup Jacobsen
Mong vóru tey, sum ikki
væntaðu tað stóra í 2006 av
spildurnýggja fótbóltliðnum
í Havn. Somuleiðis vóru tey
mong, sum ongantíð trúðu,
at Undrið fór at verða nakað
undur. Men tað hava ungu
og málrættaðu dreingirnir
í Havn ikki verið samdir í,
og hava teir tey síðstu fýra
árini stríðst og strevast eftir
førimuni at staðfest sítt
navn í tí føroyska fótbólts
heiminum.
Týsdagin geva teir sum
minsta fótbóltsfelag í Føroy
um út eina fløgu við seks spild
urnýggjum – og professionelt
framleiddum – songum.
Eg fekk eitt hugskot
– Tað heila byrjaði við, at
eg fyri einum hálvum ári
síðani púra burtur úr ongum
fekk hugskotið at gera eina
fløgu, sigur Johann Jansson
Petersen.
– Eg hevði atgongd til
útgerð at prenta fløgur.
Eg ánaði einki um fløgu
framleiðslu, men eg helt,
at tað hevði verið ótrúliga
stuttligt at gjørt eina fløgu.
Eg luftaði tí hugskotið fyri
formanninum í felagnum, og
hann var frá sama sekundi
við upp á tað. Har byrjaði
søgan til fløguna, sum nú
endiliga er prentað og fæst
til keyps. Tað er ein ótrúlig
kensla, tí hetta hevur altíð
verið ein dreymur, sigur ein
ikki sørt rørdur Johann, ið
týðiliga er stoltur av sínum
avriki.
Hjálp frá Lenu
Andersen
Tað er ikki bara bara at fáa
eina fløgu frá hondini – og
enn minni um hon skal hava
góðsku.
– Sum áður sagt, so
vistu vit stórt sæð einki um
fløguframleiðslu, áðrenn vit
fóru í gongd. Og eg meini
einki. Men allir – bæði nevnd
og leikarar hava alla tíðina
stríðst og havt tann neyðuga
viljan til at fullføra fløguna,
hóast tað mangan hevur
verið strævið. Av tí at vit hava
arbeitt við so vítt møguligt
sjálvbodnari
arbeiðskraft,
so hevur tað til tíðir gingið
nakað striltið og tungt. Tað
er jú avmarkað, hvussu nógv
man kann trýsta sjálvbodna
arbeiðskraft, sigur Johan.
– Alt rundan um sangskriv
ingina hevur verið strævið
og kravt nógva tíð, men nú
er endiliga komið á mál.
– At fáa sangir inn gekk
yvirraskandi væl. Fólk vóru
sera villig til at hjálpa við bæði
at skriva tekstir og smíða
løg. So at siga allir sangirnir
eru gjørdir av kenningum
hjá leikarum í Undrinum.
Tað veri seg svágrar, systk
inabørn, floksfelagir o.s.fr.
Vit vóru so hepnir, at ein
av
stuðulsleikarunum
í
felagnum er systkinabarn
til ongan annan enn Lenu
Anderssen. Hon hevur skriv
að tveir sangir til okkara, og
eru teir heilt ótrúliga góðir. Eg
vil fara so langt sum at siga,
at annar av hennara sang
um er millum teir allar bestu
fótbóltssangirnar í Føroyum.
Og tað meini eg, sigur Johann
við einum smíli.
– Tá vit fóru undir verk
ætlanina var okkara hugsan
fyrst og fremst at gera
fløguna til innanhýsis skemt.
Men sum frá leið, skiltu vit,
at her var talan um góðsku,
so vit valdu at fara ’all in’.
Har hava ljóðmenninir uppi
borið eina serstakliga tøkk
og viðurkenning. Teir hava
veruliga gjørt eitt megn
aravrik, sum hevur fingið
fløguna til ikki at standa nak
að aftanfyri aðrar føroyskar
framleiðslur, sigur Johann.
15 tær bestu
– uttan iva
Johann er ikki í iva, hvat
hann væntar av fløguni,
og er tað ikki minni enn at
toppa »15 tær bestu«.
– Um væl vil so fáa vit
tveir sangir á listan. Vit
vóna og vænta, at restin av
Føroyum tekur væl ímóti
fløguni. Um ikki, so hevur
fløgan á ongan hátt verið
spilt arbeiði, tí hon hevur
givið felagnum eitt nýtt
savningspunkt.
Haraftrat
hevur hon samansjóðað lið
ið ótrúliga væl, tá vit allir
samlir hava arbeitt fyri
fløguni. Fleiri av songunum
hava vit sungið inn sum lið,
og tað hevur verið ótrúliga
stuttligt, sigur ein glaður og
stoltur Johann.
Hjálpa neyðstøddum
børnum í Sierra Leone
– Tá vit hava tað so ófatiliga
gott í Føroyum, síggja vit tað
sum okkara ábyrgd at hugsa
um onnur enn okkum sjálvar.
Vit hava valt, at ein ávísur
prosentpartur av fløgusøluni
skal óskerdur fara til eitt
føroyskt rekandi barnaheim
í Sierra Leone,” sigur Johann
Jansson Petersen og skoytir
uppí:
– Við fløguni hjálpa vit
ikki bara Undrinum, vit
hjálpa menniskjum«.
Undrið er hent
FLØGA Týsdagin kemur nýggj sera forkunnug fløga á tann føroyska fløgumarknaðin: Fløgan hjá
lítla fótbóltsfelagnum Undrið FF. Við hesari fløguni skrivar Undrið FF seg í søgubøkurnar sum
minsta fótbóltsfelag í Føroyum nakrantíð – við einans 45 limum – at hava givið fløgu út
Stovnað í 2006
Hevur trý lið: Tvey mannfólkalið í 3. deild og
eitt kvinnulið í 2. deild.
Formaður er Mikkjal Hvannastein.
Venjarar eru Dánjal M. Joensen og John Høj
Andreasen.
Minniligasta hending: Heiðurliga 1-0 tapið móti
ÍF í dystinum um løgmanssteypið í 2010.
Motto: Hyggja frameftir & stevna uppeftir
Høvuðsstuðul er Inntakt
Fakta
Johan Jansson Petersen
6 sansir
eru á
nýggju
útgávuni
hjá Undri