Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juli 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. juli · Nr. 112 38 Sosialurin Óluva Ellingsgaard Flest okkara munnu minnast frá skúlatíðini, hvussu tann føroyska jarðfrøðiliga fláa­ skipanin er býtt í niðastu, mið­ og ovastu basaltfláir, og at kolalindin liggur mill um niðastu basaltfláir og mið­ fláir. Í nýggju og dagførdu fláaskipanini, sum er skipað og navngivin eftir nútíðar altjóða vísindaligum leisti, hava fláirnar fingið nýggj nøvn og eru flokkaðar sum fylki. Sostatt eita niðastu, mið­ og ovastu basaltfláirnar nú ávíkavist Beinisvørðs­, Malinstinds­ og Ennisfylkið. Onnur fylki í nýggju skip­ an ini eru Lopransfylkið, sum er niðasti fláaparturin í boriholinum í Lopra, sum liggur undir “niðastu basalt­ fláum”, Prestfjalsfylkið, sum fyrr var nevnt kolalindin, Hvannhagafylkið fyrr nevnt gosmyrjan og Sneisarfylkið, sum áður gekk undir heit in­ um C­lindin. Orsøkin til hesa nýggju fláaskipan er eitt endur­ skoðandi arbeiði, sum spurd­ ist burturúr, eftir at áhugin um seinasta aldaskifti vaks fyri Føroyaøkinum sum møgu ligari olju­ og gassleið. Í kjalarvørrinum á hesum arbeiði eru tað ikki bara spurd nýggj fláanøvn burturúr. Til dømis hava fleiri smærri legugrýtisfláir víst seg at vera millum basaltfláirnar enn fyrr hildið, nakað sum kann hava týdning fyri olju­ leitingina, millum annað av tí at tílíkar legugrýtisfláir møguliga kunnu goyma olju og gass Faðirin at føroyskari jarðfrøði Jóannes Rasmussen er kend ur sum faðirin at før­ oysk ari jarðfrøði. Hann varð føddur í 1912 og var fyrsti føroyingur við hægri jarð­ frøði ligari útbúgving. Saman við gamla vegleiðara sínum frá lærda háskúlanum í Keyp mannahavn, prof. Arne Noe­Nygaard, kortlegði hann føroysku jarðfrøðina upp ígjøgnum fimmti­ og seksti árini, og samlaða jarð­ frøði liga kort teirra við eini nágreiniligari lýsing kom út í 1969. Tá í tíðini varð hugt at basalti á ein annan hátt, enn gjørt verður í dag. Hugt varð í mesta mun at sjálv­ um basaltfláunum, og lítið var gjørt burtur úr legu­ grýtis fláaunum ímillum basalt fláairnar. Í dag verða hesar seinnu mettar at vera minst líka, um ikki meiri, týdningarmiklar at kort­ leggja, serliga við atliti at sam anbering av fláum frá ein um stað til annað. Nýggja fláaskipanin spurdist burturúr miðvísum arbeiði Ein av undangongu monn­ un um í arbeiðnum við tí nýggju fláaskipanini er Dr. Simon R. Passey, sum er leið ari á Jarðfrøðideildini á Jarð feingi. Í 1999 fór hann undir sína doktararitgerð, har hann kannaði gongdina í gosvirkseminum og legur­ grýtisgerðini í Føroyum úr einum nýggjum og endur­ skoðandi sjónarhorni. Í 2004 var Simon Passey settur í starv á Jarðfeingi, har hann hevur starvast síðani. Hann og ein bólkur av vísindafólki hava í meiri enn 10 ár ar­ beitt við tí endurskoðandi arbeiðnum, har millum annað tann nýggja fláaskipanin spurdist burturúr. Oljufeløgini fingu áhuga fyri Føroyum Tá oljufeløg um aldar mót­ ið byrjaðu at vísa Før oy um áhuga, hevði tað alstóran týdning hjá olju mynd ug­ leikunum, at tey, umframt beinleiðis at leita eftir olju á teirra serstøku og avmarkaðu leitingarøkjum, eisini settu pengar av til at kanna og menna møguleikarnar sum frá líður at leita eftir olju á økjum við nógvum basalti, sum jú finst um nærum allan tann føroyska landgrunnin. Hetta varð gjørt við eini lang tíðarverkætlan, Sindri, sum verður fíggjað av olju­ feløgunum. Sindri fíggjar ymisk vísindalig arbeiði, t.d. ein part av tí endurskoðandi arbeiðinum viðvíkjandi fláa­ skipanini, sum er farið fram í Føroyum hesi seinastu árini. Statoil, sum hevur verið ein av drívkreftunum í hes­ um arbeiði, hevði ein av sínum mest royndu jarð frøð­ ingum, Dave Ellis, við í verk­ ætlanini. Fleiri leðugrýtisfláir enn fyrr hildið “Eftir at hava borað fyrsta leitibrunnin í 2001 fór Statoil av álvara at umhugsa at bora ígjøgnum tað tjúkka før oyska basaltið á loyvisøki 006, og fyri at betur kunna skilja, hvat vit kundu vænta okkum at bora ígjøgnum, máttu vit gera nýggjar og nágreiniligar kanningar av basaltinum í Føroyum”, greið­ ir Dave Ellis frá. Kanningar gjørdar framm­ an undan høvdu víst, at tað vóru fleiri legugrýtisfláir millum basaltfláirnar enn fyrr hildið. “Hetta kundi geva okk um trupulleikar, tá vit skuldu bora, men sam stund is kundi tað hugsast, at onkrar av hesum legu grýtis fláum kundu vera bún að ar til møgu lig ar Oljuleitingin fekk føroyska jarðfrøði inn í 21. øld Føroyska jarðfrøðiliga fláaskipanin, sum spurdist burtur úr tí arbeiði sum Jóannes Rasmussen stóð á odda fyri í 1960unum, er nú dagførd. Hetta er hent í kjalarvørrinum á oljuleitingini á landgrunninum. Har afturat hava jarðfrøðingar funnið fleiri fyrr ókendar legugrýtisfláir millum basaltfláirnar, nakað ið kann hava týdning fyri oljuleitingina. Jóannes Rasmussen á einum av sínum mongu kanningarferðum Fláaskipanin