mánadagur 26. juli 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mánadagur 26. juli · Nr. 112
Sosialurin
olju- og gass goymsl ur á land-
grunninum; nak að vit hava
sæð í Rose bankbrunninum
bretsku meg in markið” sigur
Dave Ellis.
Umfatandi sam starv
millum kanningar
stovnar og oljufeløg
Millum oljufeløgini sum játt-
aðu at fíggja eina 3 ára verk-
ætlan, har oyggjarnar skuldu
kortleggjast av nýggjum,
vóru Statoil og ENI.
Við í tí arbeiðinum vóru
jarðfrøðingarnir Dr. Simon R.
Passey og Thomas Varming
um framt onnur hjálparfólk
frá Jarðfeingi, Dr. Brian Bell,
basaltserfrøðingur frá Glas-
gow University, Dr. David
Jolley frá Aber deen Uni versi-
ty,
legu grýtis ser frøð ingur
t.d. viðvíkjandi tíðar fest ing
av legugrýti mill um basalt-
fláirnar, og Dave Ellis frá
Statoil, við hjálp frá øðrum.
Møgulig linjubrá
kundu hava ávirkan
á bæði bor ing
og goymsl ur
Undir borifyrireikingunum
løgdu
serfrøðingarnir
til
merk is, at ymiskt tilfar var
skriv að um tað føroyska
økið, har fleiri umfatandi
linjubrá vóru umrødd, sum
kundu benda á møguligar
brotlinjur ella umskaringar
í undirgrundini av týdningi
fyri
oljuleitingina.
Hesi
linjubrá tyktust ganga úr
útnorðri í ein landsynning,
í bókmentunum vóru tey
nevnd Transfer Zones. Men
prógvini vóru ógreið, og fleiri
ivaðust í, um tey veruliga
mundu vera har.
Vóru tey har, varð hild-
ið, at tey sannlíkt kundu
ávirka møguligu legu grýtis-
goymslurnar á land grunn-
inum. Serfrøðingarnir hildu,
at um hesi linjubrá vóru veru-
lig, áttu tvey teirra at ganga
inn ímillum oyggjarnar í Før-
oyum.
“So fyri at finna hesar
“trans fer zonir” var neyð-
ugt við nágreiniligari kort-
legging, sum saman við
ástøði ligum myndlum um
veruliga týdningin av tílíkum
linjubrøgdum kundi hjálpa
okkum at skilja, hvussu alt
hetta hekk saman,” fortelur
Dave Ellis.
Týdningarmikið legu
grýti fyri oljuleitingina
Skjótt sást, hvussu til bar
at samanbera basaltið og
legugrýtið tvørtur um oyggj-
arnar. Eisini sást, at basaltið
og
legugrýtið
við
hvørt
gjørdist tjykkri øðrumegin
við, har tekin vóru um linju-
brá.
“Alt hetta var sera spenn-
andi hjá okkum, og týdn-
ingarmikið bæði fyri jarð-
frøðina á landi í Føroyum
og fyri oljuleitingina á land-
grunninum,” greiður Dave
Ellis frá.
“Samstundis hjálpti hetta
arbeiðið okkum betri at skilja
loyvisøki 006 og gjørdi tað
lættari hjá okkum at gera
av, hvar Brugdubrunnurin
skuldi borast, fyri at tað
skuldi loysa seg best,” leggur
hann afturat.
Úrslitini fingu
beinleiðis ávirkan á
gomlu fláaskipanina
Í
2009
kom
vísindalig
grein við arbeiðsúrslitum,
sum kunnu sigast at hava
grundleggjandi ávirkan á
tann jarðfrøðiliga lærdóm,
føroyingar hava havt við sær
úr skúlanum. Høvundar til
greinina eru jarðfrøðingarnir
Dr. Simon R. Passey frá
Jarðfeingi, og Dr. David Jolley
frá University of Aberdeen.
“Tað var, ímeðan endur-
skoðanararbeiðið
var
í
gongd, at vísindabólkurin
kom fram til, at tørvur var
á nýggjari fláaskipan og
serliga fláanøvnum fyri at
fylgja einum nútíðar altjóða
vísindaligum leisti,” greiðir
Simon Passey frá.
“Orsøkirnar til, at nøvnini
í dag eru endurnýggjað,
eru tvinnar”, leggur hann
afturat.
Býtið er enn tað hjá
Jóannes Rasmussen
Fyrsta orsøkin er tann, at
tað kann vera villleiðandi
at nevna fylkini niðastu,
mið- og ovastu basaltfláir.
Tað kann jú t.d. hugsast, sum
tað jú seinni varð staðfest
í Lopraboringini, at aðrar
basaltfláir
finnast
undir
“niðastu”
basaltfláunum.
Hvussu skulu tær so nevn-
ast?
“Uppbýtið í niðastu, mið-
og ovastubasalt fláir er bert
ein fyribils loysn, sum eisini
verður nýtt aðrastaðni. Tí er
betur at geva fláunum onnur
heiti, sum t.d. at nevna tær
eftir
staðarnøvnum
fyri
ikki at gerast ørkymlaður,”
greiður Simon Passey frá.
Men hóast fláanøvnini eru
nýggj, so er býtið av fláunum
so at siga tað sama sum
fyrr. Arbeiðið hjá Jóannesi
Rasmussen og Arne Noe-
Nygaard hevur tí verið sera
týdningarmikið fyri nýggja
býtið.
“Tað er bara nakrar
tulkingar, sum eru broyttar,
og so sjálvandi tey nýggju
nøvnini, sum fláirnar hava
fingið,” sigur Simon Passey.
Skal gera tað lættari at
samanbera við onnur øki
rundan um okkum
Hin orsøkin til tey broyttu
fylkisheitini er ein roynd at
gera tað lættari at arbeiða
við føroyskari jarðfrøði, og
fyri at vit kunna samanbera
hana betur við onnur øki
rundan um okkum, sum t.d.
Eysturgrønland.
“Millum annað hava vit
funnið fleiri legugrýtisfláir,
sum eru týdningarmiklar, tá
føroysk jarðfrøði skal sam-
anberast við onnur øki rund-
an um okkum,” greiðir Simon
Passey frá.
Uttanlands er vanligt at
kalla fláir upp eftir staðar-
nøvnum, og tað er eisini tað,
sum vísindabólkurin hevur
valt at gera í Føroyum.
“Í tráð við altjóða reglur
er navnið á hvørjum fylki
valt eftir einum staði, har
fláabygnaðurin
er
mest
sjón ligur, og sum tí er væl
skikkað at umboða hetta
serliga fylki,” sigur Simon
Passey at enda.
Framtíðar jarðfrøðin
Hetta nýggja jarðfrøðiliga
fláabýtið verður nú væntandi
tann grundleggjandi jarð-
frøðiliga skipan, sum fram-
tíðar børn skulu læra seg.
Í kjalarvørrinum á grein-
ini verður eisini ein bók givin
út, har tikið verður sam-
anum og greitt frá tí jarð-
frøðiliga arbeiðinum, sum
liggur til grund fyri tí nýggju
fláaskipanini.
Simon Passey og Dave Jolley