fríggjadagur 30. juli 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. juli 2010 · Nr. 113
vikuskiftisblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Í gjár var farið undir nýggja
tingsetu, og sum siður er,
varð skrúðgonga við leiðandi
politikarum,
embætisfólki
og prestum.
Í fínum ólavsøkuveðri fór
skrúðgongan úr Dómkirkj
uni og niðan á Tinghúsvøllin,
har Ólavur Hátún stjórnaði
kórsanginum. Tá ið tingið
varð sett, heitti løgmaður á
samgonguna og andstøðuna
um at samstarva fyri at
røkka neyðugum málum.
Bert ein av trimum lands
stýrismonnunum hjá Javn
aðarflokkinum
luttóku
í
morgun.
Helena
Dam
á
Neystabø gekk aftaná Kaj
Leo Holm Johannesen og
Jørgeni Niclasen í skrúð
gonguni. Hinir báðir lands
stýrismenninir
vóru
ikki
við, og undir tingfundinum
vóru stólarnir hjá Jóann
esi Eidesgaard, landsstýris
manni í fíggjarmálum, og hjá
Akseli Johannesen, lands
stýrismanni í heilsumálum,
tómir.
Aksel Johannesen hevði
givið avboð, tí hann var
sjúkur.
Jóannes Eidesgaard var
ikki við í skrúðgonguni fyri
einum ári síðani, og tá ið
tingið varð sett ólavsøkudag
í fjør. Fíggjarmálaráðið hev
ur boðað frá, at landsstýris
maðurin í fíggjarmálum er í
summarfrí henda mánaðin.
Tveir tingmenn høvdu
í skrivi til tingformannin
biðið um, at næsti maður á
listanum møtti fyri teir. Fyri
Bill Justinussen møtti Vinjard
Johansen. Tordur J. Niclasen,
sum er fyrsti varamaður hjá
Miðflokkinum, hevði boðað
frá, at tað ikki bar honum til
at møta.
Jaspur Vang úr Sam
bandsflokkinum bað um,
at næsti maður á listanum
møtti fyri hann. Tað var
Edva Jacobsen, og eisini hon
var við í skrúðgonguni og á
tingfundinum.
S
amstundis sum løgmaður í
ólvsøkurøðuni heitti á sam
gonguna um at standa saman
í royndini at loysa stóru búskap
arligu avbjóðingarnar, so skerst
tað ikki burtur, at hann hesa ferð
spældi meiri við flokspolitisku for
mansvøddunum, enn hann áður
hevur gjørt.
Tað gjørdi hann, tá ið hann klikti
inn á Fólkaflokkin fyri at hava verið
við til at minka um blokstuðulin,
og tá ið hann klikti inn á fyrru ABC
samgonguna, tá ið hann vaskaði
skattalættarnar yvir tey, sum sótu
við róðrið, tá ið hann sjálvur hevði
minni leiklut, enn hann nú hevur
tað.
Spurningurin
er,
hvat
skal
leggjast í hetta. Tað hevur leingi
ljóðað, at Javnaðarflokkurin ikki
er so heilhugaður samgongufelagi.
Hans Pauli Strøm var stutt undan
Ólavsøku ikki blíður við Rósu Sam
uelsen, og hóast formaður Javn
aðarfloksins tá sá út til at slætta
sjógvin, so hevur eisini hann
signalerað lítlan samgonguhug.
Á Ólavsøku luttók formaður
Javnaðarfloksins ikki. Tað gjørdi
hann heldur ikki í fjør, og tað er
sjálvsagt eyðsýnt og signal, sum
neyvan boðar frá góðum sam
gongustevi og politiskari virðing, at
formaðurin í einum av samgongu
flokkunum leggur so lítið fyri, tá
ið hann skal ganga aftanfyri sam
gonguleiðaran.
Løgmaður var eisini meiri floks
formaður enn samgonguleiðari,
tá ið hann viðgjørdi uppskotið
um stjórnarskipan. Arbeiðið átti
at verið íligið, eftir at allir flokk
ar hava arbeitt við tí ítólv ár. Løg
maður staðfesti, at uppskotið er
burturdottið á Ólavsøku, og tá
ið hann segði, at tað fer at koma
fram aftur, var tað merkisvert, at
hann snaraði boðskapinum so
leiðis, sum tann vongurin av Sam
bandsflokkinum, ið seinastu tíðina
ikki hevur verið serliga hugaður fyri
uppskotinum, vil hava tað, heldur
enn sum samgongufelagarnir og
serliga Fólkaflokkurin og ikki minst
Poul Michelsen sum formaður
í nevndini, ið hevur arbeitt við
uppskotinum, aftur og aftur hava
sagt seg vilja.
Tað var snilt av løgmanni at
styrkja um sína støðu innanfloks.
Retorikkurin
smakkar
neyvan
Fólkaflokkinum væl, og tá ið Javn
aðarflokkurin neyvan er serliga
eldhugaður, so kann tað vera,
at talan var um fyrsta leik í val
stríðnum, sum nærkast.
Løgmansrøðan verður umrødd
týsdagin, og tá fæst at síggja, hvat
samgongufelagarnir
halda
um
boðskapin, og hvussu hann var inn
pakkaður. Møguliga er skipanin øll
sum hon er eyðkend av líkasælu,
men tað ber væl til at siga, at røðan
legði upp til politiskan turbolens.
Løgmaður spældi meira við
flokspolitisku vøddunum
Stóra enska tabloid-blaðið
The Sun hevur í morgun
grein um grindadrápið í
Klaksvík í farnu viku. Blað
ið brúkar stór lýsingarorð
um drápið undir yvirskrift
ini »Brutalt slakt av grinda
hvalum«.
Blaðið skrivar, at slakt
aðu grindahvalirnir liggja
á bryggjuni bert 230 míl
frá Bretlandi, og at familjur
við børnum ganga og mæla
millum hvalirnar.
Sambært The Sun vóru
hvalirnir hakkaðir til deyðis
við knívum og krókum, og
stór fjøld av fólki var komin
at hyggja at drápinum.
The Sun hevur tosað við
Peter Hammarstedt, sum
umboðar Sea Shepherd fe
lagsskapin, og sum skrivaði
frágreiðingina til heima
síðuna hjá felagsskapinum.
Hann greiðir The Sun frá, at
onkir av hvalinum skuldu
hava seks sløg í »høvdið«,
áðrenn teir doyðu.
Tað er turbolensur í luftini
Ikki tikin
upp á ráð
Jógvan Arge
Kjak á síðu 12
Hví
smílist
løgmaður?
Kári P. Højgaard
Kjak á síðu 12
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
The Sun í holt
við grindadrápið
Tveir landsstýris
menn manglaðu