Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. juli 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 113 · 30. juli 2010 2 surr Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað er summar. Í øllum førum eitur árs­tíð­in soleiðis. Men summardagarnir hava verið fáir í ár. Mest hevur verið av reg­ni, mjørka og eisini nakað av vindi. Men tað ymiskt, ið er gott við hes­ um. Tað er gott fyri gróðurin, siga tey, ið fáast við slíkt. Men nú fer eisini at san­sa at hjá mongum av teimum, tí nú skal hoyggjast, og enn hevur ongin hoyterri verið. Annað er, at vit hava okkurt at gren­ja um. Og tað er vælsignað at kunna gera tað, og vita, at flest øll eru so púra samd, og at tað neyvan er nakar, ið kallar teg eitt grenj, sum ong­ in skilir ella tímur at lurta eftir. Tí fakta er fakta. Sóldagarnir hava ver­ið fáir, meðan hásummarið er farið fram­við, sum um onki var hent. Me­n so hava vit tað at tosa og gren­ ja um. Í felag. Og tað er fantastiskt! Onki er sum felagskensla. Hon er sterk. Tað er hesa kenslu, vit uppliva, tá vit eru til fótbóltsdyst ella enntá meira, tá vit hyggja at landsdysti. Ella tá vit halda ólavsøku.Vit eru partur av einum størri hópi. Tann kenslan er sterk og hon er enn­tá sjálvforsterkandi. Tað er grenjið um veðrið kanska prógv um. Tá fleiri uttan at himprast taka undir, verður veðr­ið brátt lagt undir at hava verið nógv verri, enn tað í veruleikanum hev­ur. Tá er nokkso skemtiligt, tá turru veður­frøð­ingarnir, sum altíð boða frá vætu, koma við sínum hagtølum og siga, at tað hevur regnað so og so lítð í ár, og at sóltímarnir hava verið so og so mang­ir. Tá hongur mangan ikki saman hjá okkum vanligu veðursjúku. Summarið er farið at hallað. Tey, sum er væl við bankan, eru aftur á klett­unum og í tokuni, við gyltum enni og ørmum, og á blusum teirra verður boð­að frá, hvat fyri eitt heitt stað tey - í ár - elska av heilum hjarta. Her heima kódnar alt í mjørkatosi um vantandi sól. Tú veitst, hin...., sólin!!! Hon, sum bert hevur sæð einar fimm ella seks ferðinar í summar. Ella har á leið. Men eftir stendur, at summar bert hevur verið summar summardagar í ár. Bert summar summar summardagar Sosialurin - Postsmoga 76 -110 Tórshavn - Tlf. 341800 Hugskot og viðmerkingar kunnu sendast til: post@sosialurin.fo Redaktørur: Eydna Skaale Sýna fólk fram 38 fólk við í ólavsøkuframsýningini Kringvarp.fo Gongutúrur úr Porkeri til Øravíkar Sunnudagin 1. august verður útferð til Suðuroyar. Gingið verður úr Porkeri um Mannaskarð til Øravíkar. Hetta er ein í støðum tungur túrur. Farið verður við Smyrli úr Tórshavn kl. 11.00 Smyril siglir aftur til Havnar kl. 17.30. Fólk verða biðin um at hava heit og góð gonguklæðir við, umframt ein heitan drekkamunn og matpakka. Tilmelding á tlf. 302425 ella torsinfo@torshavn.fo Gongutúrur úr Porkeri til Øravíkar 1. august www.torshavn.fo Summarfestivalur í Klaksvík So er aftur høvi at savnast og syngja við, tá fleiri av stjørnunum fara at framføra síni løg. Frá hóskvøldi 5. august til sunnumorgun 8. august fer Vágsbøur at vera karmur um ársins seinasta tónleikafestival, har bæði føroyskir og útlendskir bólkar og einstaklingar fara at framføra. Summarfestivalurin í klaksvík frá 5.-8. august www.summarfestival.fo Bygdartúrur í Skopun Sunnudagin 1. august verður ein forvitnisligur túrur runt í Skopun frá kl 14-16. Byrjað verður niðri á keiini, og nógv forvitnisligt verður tikið fram úr bygdarsøguni. Jens Marius Hentze sigur frá. Teistin siglir av Golmurætt kl 13.15 og úr Skopun aftur kl 16.30 og 18.30. Túrurin kostar 80 kr íroknað kaffi og vaflur. Bygdartúrur í Skopun Sunnudagin 1. august Fyrilestur um uppvenjing eftir heilaskaða Tað er felagið hjá teimum brekaðu, Javni, sum hevur fingið Tórunn Laksáfoss, cand. Scient í biokemi, at røða um venjingarháttin ABR mikukvøldið 4. august kl 20.00. Tórunn hevur í eina tíð nýtt ABR venjingarháttin til dóttrina. Talan er um ein slóðbrótandi venjingarhátt, sum serliga er ætlaður til at rætta kroppin uppaftur eftir ein heilaskaða. Hátturin verður nýttur bæði til børn og vaksin, og øll, sum hava rørslutrupulleikar, kunnu fáa gagn av venjingini óansæð, hvør orsøkin er. Spastikarar eru sjálvsagdir til hesa venjingina, men eisini fólk við autismu og ADHD kunnu hava gleði av venjingini, umframt eldri fólk við heilaskaða. Venjingin gongur fyri seg heima og kann lýsast sum ein varlig trýstmassaga ígjøgnum eitt eitt bleytt evni. Fyrilestur í MBF-húsinum 4. august kl 20.00-22.00 Steypafinala í fótbólti hjá monnum Fríggjakvøldið 6. august kl 18.00 spæla íf og eb/Streymur steypafinaluna. Finalan, sum seinastu árini hevur verið á ólavsøku, verður í ár fyri fyrstu ferð spæld í Klaksvík á Injector Arena meðan Summarfestivlaurin er. Steypafinala hjá monnum í Klaksvík Fríggjakvøldið 6. august kl 18 Nýggjur útflutningur? Grind fyri 96 milliónir krónur Vágaportalurin Hvussu so við Havnini? Ólavsøkan komin heimaftur í Føroyahúsið Dimma Keðiligt flogfar Finska flogfarið, eitt Boring 757, var á veg úr Toronto til Helsinki. Portalurin Vorðið sum veitsla! Gistingarhúsini full á ólavsøku Dimma