fríggjadagur 30. juli 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. juli 2010 · Nr. 113
6
Sosialurin
Eyðun Klakstein
Ólavsøkan 2010 gjørdist ein
fólkafest av teimum heilt
stóru og góðu.
Í tveir dagar hugnaðu
túsundtals fólk sær í góð
veðrinum í høvuðsstaðnum,
og góða veðrið er helst við
virkandi orsøk til, at lagið var
gott á fólki, og bæði løgregla
og sjúkrahús høvdu lítið at
gera.
Bæði ólavsøkuaftan og
ólavsøkudag var nógv fólk
í gøtunum í Havn. Fólk úr
bygd og bý flokkaðust í
miðbýnum, og vælskipaða
ólavsøkuøkið legði upp til
hugna.
Løgreglan sigur, at tað
vóru óvanliga fáir harðskaps
tilburðir hesa ólavsøkuna,
og hóast tey á skaðastovuni
á
Landssjúkrahúsinum
hava havt ymiskt at gera,
hevur tað mest verið, tí fólk
eru dottin og hava fingið
snuddir.
Brak í Vágsbotni
Stóru tiltøkini á ólavsøku
savnaðu so nógv fólk, sum
tey sjáldan gera.
Stóra tiltakið hjá Rás2, sum
er eitt av nýggju tiltøkunum
í ólavsøkuskránni, fekk aftur
í ár fólk av húsi. Fólk komu
í Vágsbotn í góðari tíð, og
tað var stappað við fólki, tá
ið poppbólkurin Páll Finnur
Páll fór á pallin, sum var á
triðju hædd í Miðlahúsinum
– á eini lyft uttan fyri studio
hjá Rás2.
Eini 10.000 fólk mundu
verða og lýða á sangirnar hjá
Páll Finnur Páll, og óført var
sungið við til sangirnar, sum
røkka longur og longur út
millum fólk.
Skemtarin Jákup Veyhe
helt eina øðrvísi ólavsøku
røðu, og tað gjørdi hann í
leiklutinum sum løgmaður.
Eftir stóra tiltakið hjá
Rás2
savnaðust
øll
tey
mongu fólkini á Vaglinum
og har á leið at syngja við
til midnáttarsangin, sum er
ein nakað eldri traditión á
ólavsøku.
Drúgv ólavsøka
Ólavsøkan gjørdist drúgv
hjá summum, tí tá ið fólk
fóru til arbeiðis í morgun, var
framvegis nógv lív í býnum,
og fólk válaðu framøvegis
eftir gongugøtuni í Havn.
Treisku restirnar av ólav
søkuhaldinum skikkaðu sær
framvegis pent í morgun, og
út á fyrrapartin fækkaðist
við fólki í býnum.
Og tey, sum framvegis
ikki hava fingið nóg mikið
av veitslulagi í Havn, kunnu
fegnast um, at vikuskiftið nú
er fyri framman.
Ófør
ólav
søku
veitsla
ÓLAVSØKA Góðveður, nógv fólk og fjølbroytt tiltøk settu dám á ólavsøkuna 2010.
Lagið var gott á fólki, og bæði løgregla og sjúkrahús høvdu lítið at gera
BRAK
Ólavsøkutiltakið hjá
Rás2 savnaði aftur í ár
fleiri enn 10.000 fólk –
Páll Finnur Páll fingu av
álvara fólk við sær, og
Jákup Veyhe undirhelt
við øðrvísi ólavsøkurøðu
Mynd: Jens Kr Vang