fríggjadagur 30. juli 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 113 · 30. juli 2010
6
samrøða
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hví valdi tú at lesa til prest?
Tað fall mær púra náttúrligt at lesa
teologi, og í fyrsta umfari var tað bara
teologi og ikki neyðturviliga at gerast
prestur. Men eg havi trú á Gud alt mítt
lív, og havi stóran áhuga fyri máli og
filosofi og kristindómi í heila tikið.
So hetta var júst rætti lesnaðurin fyri
meg.
Hvussu nógv fyllir trúgvin?
Tú kanst siga, at trúgvin er mítt
lívsgrundarlag. Eg kann ikki siga, at
trúgvin fyllir so og so nógv, tí hon er
ein grundleggjandi partur av lívinum.
Tað merkir so sjálvandi ikki, at eg ikki
hugsi um annað, men trúgvin er mítt
lívsgrundarlag.
Hvør er besti eginleikin
hjá einum trúgvandi?
Eg hoyrdi einaferð ein siga, at tá
tú ert kristin, verður tú ongantíð
høvuðspersónurin í tínum egna lívi, og
tað eri eg samd í. Fyri ein kristnan má
næstin altíð vera tann týdningarmesti.
Tað merkir sjálvandi ikki, at tú ikki skal
varðveita teg sjálvan. Tú skal heldur
ikki elska næstan meiri enn teg sjálvan,
men næstin er altíð snaringspunktið
fyri, hvussu tú umgongst onnur. So eg
kann ongantíð gerast høvuðspersónurin
í mínum egna lívi, men skal altíð liva
í mun til mín næsta og Gud. Hevur tú
yvirskotið og viljan at líta úteftir, gerst
lívið meira áhugavert og virðismikið.
Hevur tað alla tíðina ligið
í kortunum at koma til
Føroya at vera prestur?
Nei, als ikki. Vit hava tað útmerkað
í Danmark, men vit hava eisini ofta
tosað um, at tað kundi verði spennandi
at komi til Føroyar, og tá eg sá lýsingina
eftir presti í Fuglafirði, so helt eg tað
ljóðaði sum eitt framúr stað at seta seg
niður.
Hvussu kom tú í samband
við Føroyar á fyrsta sinni?
Eg gekk á Háskúlanum fyri tíggju árum
síðani, og tá eg kom aftur til Danmarkar
kom eg rættiliga tilvildarliga í samband
við eitt føroyskt kór, sum manglaði ein
sangara, so har havi eg verið við í tíggju
ár. Tað er eisini harígjøgnum, at eg
møtti manni mínum. Grundin til at eg
kom á Háskúlan var, at eg læs í einum
blað um háskúlar. Eg hevði gingið á
háskúla í Danmark, í Silkeborg, og so
var tað, at eg kundi hugsa mær at komi
út um Danmark á háskúla, og so endaði
eg á Háskúlanum í Havn.
Hvat hava Føroyar
at siga fyri teg?
Við tíðini eru Føroyar vorðnar eitt stað,
har sum eg havi nógvar vinir. Gjøgnum
øll árini í kórinum eri eg komin at
kenna nógv fólk, og eg havi fingið
eina deiliga verfamilju í Nólsoy. Tað,
sum eg annars kann siga um føroyingar
er, at fólk eru ikki bangin fyri at vera
sosial og koma hvørjum øðrum við. Tað
dámar mær væl.
Hvørjar eru tínar sterku síður
og hvørjar eru tær veiku?
Taka vit tær veiku síðurnar fyrst, so eri
eg eitt órudd, og eg kundi ikki droymt
um at stroki klæðir. Á plussíðuni telur,
at eg havi lætt við at umgangast fólk og
eg havi lætt við at tosa við fólk í øllum
aldri, og tað er nakað eg rokni við at fáa
brúk fyri í mínum yrki sum prestur.
Er tú ein modernaður prestur?
Tú kanst siga, at eg eri ung, og at tað
uttan iva kemur at hava sína ávirkan á
mátan eru útføri mín prestagerning upp
á. Tú er sum tú er, og kann ikki broyta
upp á tað. Tað er eisini sum regul tað,
ið er best.
Er tað eitt dreymastarv tú
hevur fingið í Fuglafirði?
Ja, tað má man siga. Tað má vera ein
dreymur fyri ein prest at koma til eina
meinigheit, har fólk eru góð við sína
kirkju og brúka hana. So eg gleði meg
ógvuliga nógv at læra fólk at kenna í
prestagjaldinum.
Ætlar tú at læra teg føroyskt?
Eg royni alt, eg kann. Eg skilji jú alt før
oyskt, og eg vænti, at tað kemur við tíðini.
Fer tú at halda fram
at syngja í kóri?
Ja, tað rokni eg avgjørt við. Eg haldi tað
vera ótrúliga lívsjáttandi at hitta fólk
og syngja. Kórsangarar eru jú festligt
fólkaslag, men hinvegin rokni eg eisini
við at fáa nógv at gera í mínum nýggja
starvi, og tað er helst nógv, sum eg má
seta meg inn í. Men so vóni eg, at tað
verða stundir at syngja í kóri aftur.
Hvørji eru tíni
frítíðarítriv annars?
Tónleikur er helst tað, sum fyllir mest í
mínari frítíð. Eg havi fyrr spælt í orkestri
í fleiri ár. Tað var eitt hornorkestur
og eg spældi kornett, men nú er tað
so kórsangur. Annars er tað familjan,
vit hava jú tvey smá børn, eina gentu
upp á fimm og ein son upp á trý, sum
bæði fylla ár innan fyri tríggjar vikur.
Eg var eisini skóti í fleiri ár, men tann
tíðin er farin.
Hvussu definerar tú
eitt eydnuríkt lív?
Lívið er jú bæði gleði og sorg. Kingo
skrivaði, at »sorrig og glæde de vandre
tilhobe«, og eg haldi, at um vit ikki
góðtaka tað, men bert vilja hava gleði
í lívi okkara, so verða vit vónbrotin
av lívinum. Eydnan er tí fyri mær, at
tú hevur onkran, sum tú kanst deila
sorg og gleði við. Og ein góðan bita
av humøri ger heldur ikki lívið verri,
saman við eitt sindur av sjálvironi.
Prát
Eg kann ongantíð
gerast høvuðspersónur
í mínum egna lívi
1. januar 2011 tekur Anne Mette Greve Klemensen við sum sópknarprestur í
Fuglafjarða prestagjaldi. Anne Mette var innstillað sum nummar eitt í Fugla
firði, og tað var hon eisini í Hvalvík, har hon eisini søkti. Anne Mette Greve
Klemensen er fødd og uppvaksin í Rødding í Suðurjútlandi og hevur fýra
systrar, men ongan bróður. Hon er fødd 14. juli 1980, og er tískil júst fylt
30 ár. Hon er gift Leif Hansen úr Nólsoy, og saman eiga tey børnini Beintu,
ið er fimm og Helga, sum er trý ár. Anne Mette sigur, at tað er ógvuliga
hugaligt sum nýklæktur prestur at fáa starv beinanvegin, og hon var
sum nevnt innstillað sum nummar eitt bæði í Fuglafirði og í Hvalvík.
Vit settu Anne Mette Greve Klemensen stevnu, nú hon er
heima í Nólsoy í summarfrí, til eitt summarprát.