Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. juli 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 30. juli 2010 · Nr. 113 Sosialurin Tað verður meiri og meiri vanligt, at floksfelagir, starvs­felagir og onnur, gera av at hitt­ast aftur eftir langa tíð og skipa fyri samkomum at práta um gamlar dagar og at fregnast, hvussu tað hevur gingist hjá hvørjum øðrum. Tað gjørdu tey eisini, sum tóku sveinaprógv sum frisørar í 1980, ella fyri 30 árum síðani. Um vikuskiftið gjørdu tær av at savnast í Suðuroy hjá Joan Michelsen, sum var einasti suðuroyingur í hes­ um árganginum. Tey komu suður leygarmorgunin og koyrdu runt í Suðuroynni og høvdu so eina hugnaløtu um kvøldið, áðrenn tey fóru norður um aftur við Smyrli sunnumorgunin. Vit avmyndaðu tær leyg­ ar­dagin, tá ið tey vóru í Sand­ vík og til stuttleika prenta vit eisini sett myndina av teimum, soleiðis sum tey sóu út, tá ið tey tóku sveina­ royndina. Hittust eftir 30 ár Aftara rað frá vinstru standa Jacobina Djurhuus úr Havn, Marin Rasmussen úr Havn og Malan Klein Olsen úr Klaksvík. Fremra rað frá vinstru eru tað Maria Marielsdóttir av Argjum, Joan Michelsen úr Hvalba, Maud Østergaard úr Lorvík og Katrina Borgardal úr Sandvík Og soleiðis sóu tær út, tá ið tær tóku sveinaroyndina fyri 30 árum síðani. Aftara rað frá vinstru stendur Jacoba Djurhuus. Síðani koma tvær, sum ikki vóru við í Suðuroy og tær eru Malan Eystberg úr Skopun og Oddvør Jacobsen, lærari. Síðani stendur Marin Rasmussen og Malan Klein. Ytst til Høgru stendur Lena Norðfoss av Strondum, sum heldur ikki var við í Suðuroy. Í fremra raði frá vinstru sita Ásla Húsgarð, lærari, sum heldur ikki var við. Men síðani eru tað aftur Maria Marielsdóttir, Joan Michelsen, Maud Østergaard og Katrina Borgardal 30 ár síðan Saman við dóttrini Elmu hava Eydna og Jógvan Edmund á Geilini frá Svínoy í eini 20 ár verið fastir gestir til buffetina á Hotel Føroyum. Í ár er versonurin Andras eisini við – Buffetin er ótrúliga góð. Hon skuffar næstan ongantíð. Annars høvdu vit ikki komið aftur, sigur Eydna. Ja, her er so ótrúliga stórt úrval. Eg eri serliga spentur upp á alt sjógæti, ið tey borðreiða við so sum kalvi, hummari, øða, jákupsskeljar og ymiskt annað. Døgurða og kjøt fáa vit okkum sjáldan, tí tað fáa vit nokk av, tá vit eru bóndahjún úti í Svínoy, sigur Jógvan Edmund. – Eg eri serliga imponerað av dessertini, har tey mill­ um annað borðreiða við stikkilsberum, sum eg ikki síggi nógva staðnis, sigur Elma, ið saman við mann­ inum Andras Ortind býr í Keypmannahavn. Frá Svínoy á ólavsøkubuffét