Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. juli 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 113 · 30. juli 2010 13 Nýggj frálík raðhús nær miðbýnum í Havn Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Nú eru bert fá hús eftir av dámligu, liviligu og stílreinu raðhúsunum, ið hava stórt felagshús og felags øki til spæl og trivnað. Fyrsta fatanin Tú koyrir út eftir Landavegnum og snarar til vinstru við Inn-handilin og koyrir heilt oman til endan á vegnum. Har sneiðir tú inn til vinstru, og tú ert nú inni á asfaltlagda økinum við stórum felags parkeringsplássi, har annars eru 2 p-pláss til hvørt hús. Mitt á stóra felagsøkinum stendur eitt stórt felagshús á uml. 100 m2 til íbúgvarnar og eigarafelagið at ráða yvir. Har er inngongd, hall, stór- ur serveringskøkur og eitt stór felags- og veitsluhøli á uml. 60 m2, har borðreiðast kann til rættiliga nógvar gestir. Ljós og luft – inni og úti Tá ið tú kemur til tíni egnu hús, fert tú úr felagsøkinum og inn á títt egna privata øki. Komin inn um dyrnar kennir tú teg straks heima, tí er her er alt nýtt, ljóst og hugnaligt. Inn- rættingin er gjørd soleiðis, at ein- støku rúmini og baðirúmið eru í neðra, og felagsrúmini eru uppi á. Tá er lætt hjá familjuni við børnum í ymiskum aldri at innrætta seg og geva hvørjum øðrum frið. Stóru vindeyguni suðureftir geva ljós og luft inn í snøggu rúmini, sum í ovaru hædd ganga upp í tróðrið, og í neðra kanst tú ganga út á terassuna. Húsini á sunnaru síðu hava frálíkt útsýni yvir á Argjalandið og út á fjørðin. Stílur og snið Húsini eru sera stílrein, formføst og elegant. Alt verður gjørt liðugt úr besta tilfari og við besta handverki. Húsini eru bygd sum lágorkuhús. Tey eru sera væl bjálvað og hava hitapumpu. Driftsútreiðslurnar eru tí rættiliga lágar. Møguleiki er enn fyri at, at tú kanst seta tín egna dám á húsini og velja tilfar so sum gólv, trappu, flísar, køks-, grovkøks- og baðirúmsinnbúgv innan fyri eitt ávíst standardkostnaðarmark, men møguleiki er fyri at gjalda meira fyri dýrari tilfar, so tú kanst fáa tað, sum tú vilt hava. Umhvørvi Húsini standa í friðarligum, veður- góðum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg nær miðbýin. Dag- stovnar, skúlar, handlar, busssam- band og nýggja ítróttarhøllin er beint við, og tú kanst sum einki ganga heim í býin til allar aðrar hugsandi stovnar, skúlar, handlar o.m.a. Innrætting Í niðaru hædd er inngongd, durur / gongd, hjúnarrúm, baðirúm og 3 kømur við útgongd til terassu. Í ovaru hædd er trappugongd, gesta- wc, arbeiðsrúm, grovkøkur / brygg- ers / vaskirúm og køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til altan. Fakta Adressa ...........Havragerði 12-22, Tórshavn Byggiár: ...........2010 Hæddir: ............2 Gólvvídd: ..........160 m2 Hjallur: .............Ja Felagshús: .......Ja Prísur: ..............kr. 2.200.000