Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. juli 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. juli 2010 · Nr. 113 20 Sosialurin Ítróttur Ólavur Øre Hansen 15. umfar í Vodafonedeildini roynd­ ist sera væl hjá runavíkingum og sand­oyingum. Runavíkingar vunnu grannauppgerðina móti B68, samstundis sum nærmasti kapp­ ingarneytin í oddastríðnum, HB, óvæntað tapti móti uppflytarunum av Sandoynni. Tískil er NSÍ nú fýra stig frammanfyri HB og ÍF, sum liggja á øðrum og triðja plássi í stiga­talvuni. Óvæntaði sigurin hjá sandoy­ ingum á HB hevur við sær, at B71 nú er á sjeynda plássi á stiga­talv­ uni, og hevur lagt frástøðu til FC Suðuroy og AB, sum liggja á niður­ flytingarplássunum. Við sigrinum á FC Suðuroy eru fuglfirðingar komnir ájavnt HB á øðrum plássi í stigatalvuni, meðan sundalagsmenn so smátt byrja at blands seg uppí stríðið um heiðursmerkini, eftir at teir vunnu ein tepran 2-1 sigur á AB. Sensatiónin í Gundsdali Karmarnir til dystin millum HB og B71 vóru teir bestu. Veðrið var av tí besta og nógvir Ólavsøku-gestir høvdu leitað sær niðan í Gundadal til Vodafonedystin, sum samstundis var steypadystur. Tað vóru vertirnir, sum byrjaðu dystin betur, og høvdu bóltin meira, men høvdu trupult við at spæla seg ígjøgnum mannsterku B71 verjuna. Tá í so HB megnaði at koma til kjansir, so stóð Predag Markovic í B71 málinum í vegin . Sum minuttirnir gingu komu sand­oyingar betur við í dystin, og beint undan steðginum bragdaði hjá sandoyingum. Sum so ofta áður var tað talismanurin hjá sandoyingum, Símin Hansen, sum vísti vegin. Staddur nakað uttanfyri brotsteigin smekkaði hann bóltin hegnisliga í kassan, uttan møguleikar hjá Tórði Thomsen at bjarga. Eitt sera vakurt mál. Eitt korter inn í seinra hálvleik fær HB brotspark, tá Vagnur M. Mortensen verður feldur í krimi­ nella feltinum. Fróði Benjaminsen er tryggur frá ellivu metrum og javnar til 1-1. Eftir útjavnandi málið hevði HB góðar møguleikar at leggja seg á odda, men eins og í fyrra hálvleiki gekk strilti hjá havnarmonnum at fáa bóltin fram við vælleikandi Predag Markovic í B71 málinum. Tá tað restar knapt korter av dystinum fellur avgerðin. Sand­ oyingar fara í mótálop, og bólturin endar hjá innskifta Mads Hentze sum fær stýrt bóltinum fram við HB málvejanum, og á sjálvari mál­ strikuni sparkar Thomas Hans Rubeksen bóltin síðsta strekkið um mál­strikuna. Reytt kort fekk avgerðandi týdning Ólavsøkudag var aftur Vodafone- og steypadystur í Gundadali, tá B36 tók ímóti Víkingi. Talan gjørdist um ein hendingarríkan og dramatiskan dyst. Longu áðrenn sekundvísarin var komin eina rundu, lá bólturin í Víkinga málinum. Málskjútti var Jákup á Borg. Bert tveir minuttir eftir at B36 hevði lagt seg á odda, var rok í hin­ um endanum. Dmitrije Jankovic var vístur av vøllinum fyri at hava tikið hond­ina til hjálpar, og Vík­ ingur fekk brotsparki, sum Sam Jacobsen setti í netið. Útvísingin av Jankovic fekk av­gerðandi týdning fyri dystin, tí havnar­liðið mátti spæla 10 móti 11 í heili 85 minuttir. Beint fyri hálvleik gjørdist mót­ brekkan hjá B36 enn brattari, tá Páll Klettskarð legði Víking á odda 2-1, við eini perlu av einum máli. Staddur skamt uttanfyri brotsteigin við rygginum móti málinum, tamdi hann bóltin, og í knappari vending smekkaði hann bóltin í kassan. Í seinra hálvleiki hevði B36 tað trupult. Teir vóru noyddir fram á vøllin, men tað var sjálvdan teir komu til vandastøður. Sum min­ uttirnir gingu byrjaðu teir 10 B36 leikarnir at møðast, og 20 minuttir fyri dystarlok gav tað útslag á mál­ talvuni, tá Sølvi Vatnhamar skoraði til 3-1, sum eisini gjørdist endaliga støðan. Jann Ingi søkti B68 Tað vóru runavíkingar, sum byrjaðu dystin betur og vóru ágangandi. Leikliga yvirvágin gav úrslit tá 18 minuttir vóru farnir. NSÍ hevði fríspark stutt inni á B68 hálvuni. Einar trillaði bóltin til Jann Inga, sum smekkaði til úr góðum 35 metrum, og í kassan til 1-0 til NSÍ. Ein sonn perla av einum máli. Beint eftir steðgin var Jann Ingi aftur á blettinum, og økti til 2-0. Nú mundu tey flestu halda at dysturin var avgjørdur, men toftamenn brettu teir upp um armar, og stríddu seg inn aftur í dystin. Stutt eftir 2-0 málið fekk B68 ein gyltan møguleika at reduserað, men Eyðun Klakstein Í ár verða kappingargreinarnar øktar í tali. Tað merkir at kapp­ ingin fer fram yvir tveir dagar, mótvegis seinnu ár­unum, tá alt hevur verið av­gjørt eftir einum degi. Eisini hevur kapp­ ingarnevndin gjørt av, at FM verður opin kapp­ing, soleiðis at øll kunnu vera við. Vand sum óvand. Tó er aldursmark ásett soleiðis, at bert tey, sum eru fødd í 1994 og fyrr, kunnu vera við. Við at hava FM sum opna almenna kapping, vónar FÍF at fólk, ið vanliga ikki hava verið at sæð í frælsa ítrótt­inum, koma at royna seg. Vetrar­ítróttar­ greinarnar liggja stillar nú, og kundi hetta verið ein møguleiki hjá eitt nú hondbólts- og flog­ bóltsleikarum at royna síni evni. Kappróðrarárið endar nú, og væl er hugsandi at kapp­ róðrar­fólk í fullari venjing eis­ ini tóku av. Kappingarnar leygardagin verða: · 100 metrar · 400 metrar · 800 metrar · 5.000 metrar · Longdarlop · Hamarakast · Diskoskast Kappingarnar sunnudagin verða: · 100/110 metrar hekkurenning · 200 metrar · 1.500 metrar · 3.000 metrar forðarenning · Hæddarlop · Spjótkast · Kúlustoyt Tað eru nógv ár síðani at FM-kapping hevur verið í forðarenning, hæddarlopi og hekkurenning. Men hetta eru alt sera áskoðaravinarligar kapp­ingar, og nú umstøður aftur eru til hesar greinar, verð­ ur spennandi at fylgja við. Báðar dagarnar verður byjað kl. 14.00 og endað við spurt­finalum kl. 16.00. Endalig tíðarætlan saman við lut­ takara­listum verður løgd út á www.renn.fo fríggjadagin 5. oktober. Oyggjaleikir eru næsta ár, og FM er sjálvandi gott høvi at klára úttøkukrøvini. Hesi eru at finna á heimasíðuni hjá FÍF undir úttøkukrøv. 12 nýggir dómarar vóru klaktir í vár, tá FÍF skipaði fyri dómara­skeiði. So tað verður eitt vælútbúgvið lið av dómarum sum saman við nútímans tíð­ tøku­tøkni, sum kemur at av­ greiða kappingarnar. Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna hjá FÍF, sum eitur www.renn.fo. Tilmeldingin skal vera avgreidd innan midnátt mikukvøldið 4. august. Tað verður ikki møguligt at melda til eftir hetta. Luttøkugjaldið er kr. 50,- líkamikið hvussu nógv­um kappingum kappast verður í. eydun@sosialurin.fo Soltin Óla hjá havna Vodafonedeildin Bæði HB og B36 máttu lúta í Vodafonedystunum um Ólavsøkuna. Mest óvæntað var tað at B71 kláraði at basta HB, meðan eitt reytt kort tíðliga í dystinum fekk avgerðandi týdning fyri dystin millum B36 og Víking, sum felagsliðið vann 3-1. Í botnstríðnum eru FC Suðuroy og AB nú enn meira isoleraði, eftir at tey taptu móti ávíkavist ÍF og EB/Streymi, meðan runavíkingar vunnu grannadystin móti B68, og draga frá í oddinum FM í frælsum ítrótti fyri framman Frælsur ítróttur Eins og undanfarin ár fer Frælsur Ítróttur Føroya aftur at skipa fyri FM í frælsum ítrótti í 2010 – kappingin verður 7. og 8. august.