fríggjadagur 30. juli 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. juli 2010 · Nr. 113
22
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Kappróður tá ið hann er bestur.
Annað kann ikki sigast um
teir báðar tímarnar, sum tað
ólavsøkuaftan varð kappast
á Havnarvág. Róðrarnir vóru
seinkaðir í ein hálvan tíma,
men tað gjørdi ikki mun, tí
rógvarar og áskoðarar høvdu
einki ímóti at hugna sær og
at súgva góða hýrin til sín, nú
hetta róðrarárið var um at vera
liðugt.
Onkur heldur kanska, at
hetta var prógv um, at tað
eigur at vera kappast á styttsta
teininum og ikki á 1500 og 2000
metra málinum. Hitt sjónar
miðið er, at tað ger kappróðurin
uppaftur meiri fjøltáttaðan og
ríkan, at tað viðhvørt verður
kappast á øllum teinunum, og
at tað á Ólavsøku og á onkr
ari av hinum stevnunum bara
verður kappast á stutta tein
inum.
Gullini
FM favorittarnir og vinnararnir
vunnu allir á Ólavsøku – uttan
Eysturoyingur. Vestmenningur
streyk avstað við ólavsøkugull
inum, men Eysturoyingur vann
FM soleiðis, sum tað framman
undan varð roknað við.
Tvey feløg vunnu tvey FM.
Tey vóru Argja Róðrarfelag og
Kappróðrarfelagið NSÍ. Fugl
firðingar vunnu eitt FM, og
eitt gullsett fór til Miðvágs. Og
so er spurningurin, hvussu tað
verður við gullinum í kapp
ingini millum 6-mannafør við
monnum. Páll Fangi vann fyri
sjeyndu ferð og var harvið
einasti báturin, sum sigraði á
øllum stevnunum í 2010. Stiga
talið sigur, at hetta ber eitt
FM heitið til klaksvíkingar
við sær, men sum skilst skal
hesin spurningurin avgerast á
skrivaraborðinum hjá Róðrar
sambandinum.
Í barnaróðrinum endaði
tað við, at Havnar Róðrarfelag
vann bæði kappingina mill
um dreingir og gentur. Eftir
Vestanstevnu søgdu vit, at
Teistin av Argjum hevði vunn
ið kappingina millum gentu
bátar. Tað gjørdu vit út frá
stigatavluni, sum hon tá sa
út. Síðani tá hevur umróður
av róðrinum á Norðoyastevnu
verið millum Drekan og Teistan
á Havnarvág. Tann róðurin
vann Drekin, og tá ið Drekin
vann aftur á Ólavsøku, er tað
Drekin, sum er fyrsti meistari
í
barnakappingini
millum
gentur, og Títlingur hjá Havnar
Róðrarfelag er fyrsti meistarin
í
barnakappingini
millum
dreingir.
Sosialurin og Portalurin
ynskja øllum vinnarunum til
lukku, og vit takka fyri eitt gott
kappingarár!
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Vestmenningar vóru teir, sum
fegnaðust mest, tá ið síðsta skotið
var latið av eftir síðsta kappróð
urin á hesum sinni. Fyri triðju ferð
í ár vóru teir komnir fyrstir á mál.
Vestmenningur vann á Sundalags
stevnu í Hvalvík, á Fjarðastevnu í
Vestmanna, og nú høvdu teir vunn
ið ólavsøkuróðurin.
Teir tríggir sigrarnir rukku
kortini ikki til at vinna FM heitið,
hóast vestmenningar tær fýra
ferðirnar, teir ikki hava verið
fremstir, hava verið næstfremstir.
Um Vestmenningur skuldi havt
tryggjað sær FM, so var treytin
tann, at eisini Hoyvíkingur endaði
frammanfyri Eysturoying á Ólav
søku. Tað gjørdi hann ikki.
Vestmenningar duldu ikki fyri,
at sigurin á Ólavsøku kendist sum
sera søtur biti, nú tað ikki eydnaðist
at vinna FM.
Tað kundi kanska roknast við,
at teir á Eysturoyingi hingu við
nevinum, tá ið teir aftur komu á
dráttin. Sjálvandi harmaðust teir
um, at tað ikki eydnaðist teimum
at vinna á Ólavsøku, men tað var
eingin ivi, um teir skuldu havt tikið
ímillum at vinna á Ólavsøku ella at
vinna FM.
– Sjálvandi kennist tað sum
størsti sigurin at vinna meistara
heitið. Tey, sum kappast, vilja
altíð vinna. Nú eru vit meistarar,
og vit eru serliga fegnir um, at
tað eydnaðist okkum at vinna á
Eystanstevnu á Skálafjørðinum,
var viðmerkingin á dráttinum til
reportaran í fínu beinleiðis kapp
róðrar
sjónvarpssendingini
hjá
Kringvarpinum.
Havnarbáturin hevur vunnið
FM trettan ferðir. Í ár hava Eystur
oyingur og Vestmenningur hava
FM favoritt
arnir fóru við
stásinum
Ólavsøkukappróður Einasta
undantakið var, tá ið Vestmenningur
tók ólavsøkusigurin fyri nøsini á
FM vinnaranum Eysturoyingi
Vestmenningar br
10-mannafør Men hóast teir ikki vunnu ólavsøkuróðurin,
so halda teir á Eysturoyingi ikki, at hetta skuggar yvir
FM heitið, sum teir tryggjaðu sær á Ólavsøku