fríggjadagur 30. juli 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 30. juli 2010 · Nr. 113
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Tá ið kvívíkingar og argjamenn
fylgdust norður aftur, eftir at
teir høvdu kappast á Jóansøku
í Vági, var tað einki – púrt einki
– sum bendi á, at Kvívíkingur á
Ólavsøku ikki skuldi taka ímóti
gullkrónunum sum tekin um,
at kvívíkingar høvdu vunnið
meistaraheitið.
Soleiðis gekk tað ikki. Eftir
ólavsøkuróðurin vísti stigatalvan
44 stig til Kvívíkingin og 44 stig
til Argjabátin. Tá ið tað stendur
á jøvnum siga reglurnar, at tann
báturin, sum var stinnari í ólav
søkuróðrinum, er meistari, og í tí
kappingini var eingin ivi:
Argjabáturin stakk seg beinan
vegin framum hinar bátarnar, og
Argjabáturin var fremstur alla
tíðina. Á málinum var hann eina
hálva
bátslongd
frammanfyri
Kvívíking.
Kvívíkingar fingu betri start
hesa ferð, enn teir hava fingið
seinastu ferðirnar, men tað var
ikki kappingina um fremsta
plássið, sum Kvívíkingur fram við
Molanum vóru noyddir at savna
seg um. Heldur var tað um næst
fremsta plássið, har Fríggjarin
eina løtu var frammanfyri Kví
víking.
Á málinum var hálvur stavnurin
á bláa Kvívíkingi frammanfyri
hvíta stavnin á Fríggjaranum,
meðan Árnfirðingur fyri fimtu
ferð í ár endaði á fjórða plássi.
Hinar báðar ferðirnar var hann
nummar trý.
Argjabáturin endurvann FM
heitið, hóast hann bara vann
tríggjar ferðir, og hóast hann
á Eystanstevnu endaði á triðja
plássi.
Kappingarárið hjá kvívíkingum
endaði ikki soleiðis,sum tað sá
út til, at tað skuldi gera, tá ið
fýra av sjey kappingum vóru
avgreiddar.
Samstundis
sum
Argjabáturin rættuliga kom fyri
seg, so kostaði tað kvívíkingum
gullkrónurnar, at teir bæði á
Fjarðastevnu og Vestanstevnu
komu á mál aftanfyri bæði
Argjabátin og Fríggjaran, sum so
rudduliga vann kappingina um
bronsukrónurnar, men hesa ferð
akkurát ikki megnaði at halda
tørn um næstfremsta plássið,
ið hann hevði vunnið tvær tær
undanfarnu ferðirnar.
Vertirnir vóru blíðir, tí Ørvur
og Knørrur fylgdu øllum hinum
til dørs!
1 Argjabáturin . . . . . . . 04:13.03
2 Kvívíkingur . . . . . . . . 04:15.05
3 Fríggjarin . . . . . . . . . 04:15.08
4 Árnfirðingur. . . . . . . . 04:17.11
5 Ørvur . . . . . . . . . . . 04:25.06
6 Knørrur 04:26.02
Endaliga støðan
1 Argjabáturin (FM vinnari) . . . . 44
2 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . . 44
3 Fríggjarin . . . . . . . . . . . . . 36
4 Árnfirðingur. . . . . . . . . . . 30
5 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . 18
6 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . 17
ligið stavn um stavn við seks
FM heitum í part. Nú er Eystur
oyingur lopin ein skut framum
argasta kappingarneytan í ár. Ólav
søkuróðurin kundi boðað frá, at
vestmenningar aftur næsta ár fara
at leggja til brots í tí kappingini.
Og so er eftir at vóna, at uppaftur
fleiri fara at bjóða av. Sámal Hansen
er júst liðugur við ein nýggjan
Havnarbát, sum tað sjálvsagt má
roknast við fer at bjóða seg fram, og
klaksvíkingar droyma um at taka
tráðin uppaftur frá í fjør, tá ið teir
vunnu trivaligan ólavsøkusigur og
harvið tryggjaðu sær FM heitið.
Um Eysturoyingur fer at royna at
verja FM heitið, og um Hoyvíkingur
fer at gera enn eina roynd at vinna
fyrsta FM heitið í hesi kapping
til Argja Róðrarfelag, so fer talan
at vera uppaftur fjøltáttaðari og
vónandi eins spennandi kapping,
sum hon hevur verið tað í ár.
Gongdin í finaluni
Vestmenningur sprakk avstað, og
Vestmenningur var fremstur allan
teinin. Tá ið bátarnir nærkaðust
Molanum legði Eysturoyingur upp
á síðuna av Vestmenningi, men so
tóku vestmenningar nøkur rimmar
tøk, ið legði Vestmenning ein skut
framum aftur.
Í endaspurtinum dróg rættuliga
saman. Eysturoyingur gekk sera
væl á síðstu metrunum, men á mál
inum var Vestmenningur eitt vet
frammanfyri.
Hoyvíkingur hekk væl uppií. At
hann var hálva bátslongd aftanfyri
Eysturoying bar við sær, at hann
ikki fekk ávirkan á, hvør av hinum
báðum skuldi vinna FM.
Norðingur bjóðaði seg fram fyri
fyrstu ferð í ár, men hann spældi
ikki nakran leiklut og endaði væl
aftanfyri hinar tríggjar.
trondur@sosialurin.fo
1 Vestmenningur . . . . . . . 04:03.24
2 Eysturoyingur. . . . . . . 04:04.08
3 Hoyvíkingur . . . . . . . . 04:06.08
4 Norðingur . . . . . . . . . . 04:15.01
Endaliga støðan
1 Eysturoyingur (FM vinnari). . . . 46
2 Vestmenningur . . . . . . . . . . . 45
3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . . 35
4 Norðingur . . . . . . . . . . . . . . . 4
retta sær á
Argjabáturin
koppaði øllum á
8-mannafør Hóast Kvívíkingur vann
fýra av sjey róðrum í ár, so eydnaðist
tað argjamonnum við sigrinum á
Ólavsøku at endurvinna FM heitið
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Jens Kristian Vang