fríggjadagur 30. juli 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. juli 2010 · Nr. 113
24
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Enn eina ferð var Páll Fangi
fyrstur á mál. Sigurin bar við sær,
at 6-mannafarið úr Klaksvík sum
tann einasti báturin í hesum kapp
ingarárinum vann fult stigatal.
Sigurin hesa ferð var væl meiri
sannførandi, enn allir hinir seks
undanfarnu sigarnir hava verið.
Páll Fangi var tvær bátslongdir
frammanfyri Stráluna av Strondum,
sum aftur var tvær bátslongdir
frammanfyri Skúgv úr Sandavági.
Teir á Páll Fanga søgdu seg
undan róðrinum vera ógvuliga
fokuseraðir á, um tað skuldi eydn
ast hjá teimum at taka metið í ólav
søkuróðrinum. Tað eydnaðist ikki.
Tvørabáturin setti met í fjør, og tað
metið megnaðu klaksvíkingar ikki
at taka. Tíðin hjá Páll Fanga var
fjórði besta vinnaratíðin í kapp
ingini millum 6-mannafør við
monnum á Ólavsøku.
Vinnaratíðin hjá Tvørabátinum
í fjør var 4.12.06. Tíðin hjá Páll
Fanga í ár var 4.19.00. Næstbestu
vinnaratíðina í hesi kapping eigur
Sølmundur, sum í 1983 róði teinin
í tíðini 4.15.40. Triði bestu vinnara
tíðina eigur Kollfirðingur, sum í
1992 vann í tíðini 4.18.16.
At tað hesa ferð eydnaðist Páll
Fanga at vinna greiðari sigur, enn
nakar av hinum seks sigrunum
í ár hava verið, kemst av, at teir
tríggir bátarnir, sum hava verið
størstu kappingarneytarnir hjá
klaksvíkingum, ikki tóku lut í
ólavsøkuróðrinum.
Talan
var
um Tvørabátin, Smyril úr Vági
og Riddaran úr Miðvági. Saman
við Hósvíkingi noktaðu hesar
manningar at taka lut av prinsipi
ellari grund. Manningarnar vildu
ikki finna seg í, at Róðrarsambandið
ikki hevði kolldømt Páll Fanga
í róðrunum fyrr í summar, tá ið
nógv umrøddi listin var umborð á
Páll Fanga.
Eftir er hjá róðrarmyndugleik
anum at greiða henda spurningin
og harvið at finna út av, um nakar
FM vinnari skal vera í 2010, og hvør
tað skal verða. Tær avgerðirnar fara
at vera tiknar á skrivaraborðinum,
men fyri allar partar kann tað
ikki vera annað enn harmuligt,
at keðiligur skuggi at enda varð
kastaður yvir hesa kappingina,
sum hevur verið millum tær mest
tøttu og spennandi, hóast hetta er
einasta kappingin, har vinnarin var
tann sami hvørja ferð!
trondur@sosialurin.fo
1 Páll Fangi . . . . . . . . . . 04:19.00
2 Strálan. . . . . . . . . . . 04:25.17
3 Skúgvur . . . . . . . . . . . 04:31.00
4 Húsfrúgvin . . . . . . . . . 04:33.16
5 Lómur . . . . . . . . . . . . 04:33.23
6 Jarnbardur. . . . . . . . . 04:35.10
7 Sølmundur . . . . . . . . . 04:46.01
Endaliga støðan
1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . 49
2 Tvørabáturin . . . . . . . . . . . . 34
3 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . 29
4 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . 26
5 Strálan. . . . . . . . . . . . . . . 21
6 Skúgvur . . . . . . . . . . . . . . . 19
7 Hósvíkingur . . . . . . . . . . . . . . 6
8 Húsfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . 4
9 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
10 Jarnbardur . . . . . . . . . . . . . 3
11 Sølmundur. . . . . . . . . . . . . 1
Tróndur Arge
Bara tveir bátar hava í alt summar
togast um FM heitið í hesi kapp
ingini. Argjadreingir umborð á
Bliki og vágsdreingir umborð á
Royndini Fríðu hava verið teir
einastu, sum hava vunnið, og tá
ið annar hevur vunnið, so hevur
hin verið næstfyrstur.
Undan ólavsøkuróðrinum stóð
á jøvnum. Báðir bátarnir høvdu
vunnið tríggjar ferðir, og báðir
bátarnir høvdu tvær ferðir verið
nummar tvey. Tí stóð á jøvnum í
stigum – 39 stig í part, og harvið
var greitt, at tann, sum var fremri
av hesum báðum í finaluróðrinum,
fór at vinna FM.
Og tað var eingin ivi. Argja
dreingir umborð á Bliki vunnu
ólavsøkuróðurin ógvuliga ruddu
liga. Starturin verður sagdur at
hava serliga nógv at siga á Ólav
søku, og tað var ivaleyst tá, at so
nógv varð avgjørt.
Blikur fleyg ein skut framum
hinar beinanvegin, meðan Roynd
in Fríða smokkaði eitt sindur aftur
um teir, ið royndu at fylgja við
Bliki. Blikur helt stílin alla tíðina,
og á málinum var hann meiri
enn eina bátslongd frammanfyri
Royndina Fríðu, sum menti seg
og tók Firvaldin ikki so langt frá
málinum.
4-3 í sigrum til Blik á Royndini
Fríðu, og tað bar eitt stig meiri
til argjadreingir við sær enn
vágsdreingir vunnu. Blikur legði
bragdliga fyri, tá ið hann vann á
Norðoyastevnu, og síðani hevur
hann vunnið á Eystanstevnu,
Vestanstevnu og nú rundaðu teir
av við sigri á Ólavsøku.
trondur@sosialurin.fo
1 Blikur . . . . . . . . . . . 04:38.04
2 Royndin Fríða . . . . . . . 04:41.04
3 Firvaldur. . . . . . . . . . 04:44.16
4 Svanur. . . . . . . . . . . 04:46.04
5 Sílið . . . . . . . . . . . . 04:47.00
6 Junkarin . . . . . . . . . . 04:48.14
7 Teistin . . . . . . . . . . . 04:50.00
8 Beinta . . . . . . . . . . . 04:59.23
9 Jallurin. . . . . . . . . . . 05:02.12
Endaliga støðan
1 Blikur (FM vinnari) . . . . . . . . 46
2 Royndin Fríða . . . . . . . . . . 45
3 Firvaldur. . . . . . . . . . . . . 29
4 Svanur. . . . . . . . . . . . . . 22
5 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . 19
6 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . 18
7 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . 11
8 Junkarin . . . . . . . . . . . . . . . 6
9 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . 0
10 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . 0
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Jens Kristian Vang
Blikur legði
fyri og endaði
á sama hátt
5-mannafør dreingir Barar tveir
bátar hava verið við í FM kappingini,
og argjadreingir tryggjaður sær
meistaraskapin, tá ið teir vóru fyrstir
á mál fyri fjórðu ferð og harvið
vunnu 4-3 á Royndini Fríðu
Páll Fangi róði
einsamallur
6-mannafør menn Tá ið argastu kappingarneytarnir
til oddasessin høvdu gjørt at at boykotta róðurin, var
als eingin avbjóðing hjá klaksvíkingum, sum vóru nógv
fremstir á mál og harvið tryggjaðu sær fult stigatal, men
tað er framvegis óvist, um Páll Fangi er meistari