fríggjadagur 30. juli 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 30. juli 2010 · Nr. 113
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Møguleikin lúrdi fyri, at Hvessingur
skuldi taka FM heitið frá Sølmundi.
Um tað skuldi eydnast, so skuldi
Hvessingur vinna, og so skuldi Søl
mundur ikki vinna meiri enn triðja
plássið.
At Hvessingur kundi vinna, var
ikki so lítið sannlíkt, tí Hvessingur
vann bæði á Fjarðastevnu og
Vestanstevnu, tá ið sigrarnir vóru
rættuliga sannførandi. Verri var
at fáa eyga á, at tað skuldi eydnast
t. d. Gongurólvi at fáa bilbukt við
Sølmund.
Hvessingur
legði
seg
eisini
beinanvegin á odda, og eina løtu
sá einki út hjá Sølmundi, tí Gongu
rólvur fekk góðan start og var eisini
væl frammanfyri Sølmund, og har
við var FM heitið hjá Sølmundi
rættuliga í vanda.
Men so var tað, at tær á Sølmundi
rættuliga syrgdu fyri sær sjálvum. Á
hálvum Molanum fóru tær framum
Gongurólv, og síðani settu tær eftir
Hvessingi, sum var tað mesta av
einari bátslongd frammanfyri. Tað
eydnaðist gula bátinum at taka
tann grøna, og harvið tryggjaði
Sølmundur sær bæði FM heitið og
sigurin á Ólavsøku. Tað hevði verið
nóg mikið, um Sølmundur endaði á
øðrum plássi, men tað vildu tær av
Skálafjørðinum ikki hava sitandi á
sær.
Sigurin var so tepur, sum hann
næstan kundi vera, men hann
tóktist ógvuliga søtur, og tað var
einki at siga til. Hetta var fyrsta
ferðin nakrantíð, at Sølmundur við
kvinnum vann FM!
1 Sølmundur . . . . . . . . . 04:43.00
2 Hvessingur . . . . . . . . . 04:43.05
3 Gongurólvur. . . . . . . . 04:46.16
4 Riddarin . . . . . . . . . . . 04:46.17
5 Lómur . . . . . . . . . . . . 04:59.23
6 Jarnbardur. . . . . . . . . 05:03.15
Endaliga støðan
1 Sølmundur (FM vinnari) . . . . . . 47
2 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . 44
3 Gongurólvur. . . . . . . . . . . . 32
4 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . 31
5 Jarnbardur. . . . . . . . . . . . . 17
6 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . 12
7 Kollfirðingur . . . . . . . . . . . . . 2
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
At tær vóru verdugar FM heit
ið, sum tær ongantíð áður hava
vunnið í hesi kappingini, høvdu
tær væl og virðiliga víst kring
landið fyrr í summar. Men tær
umborð á Erlu Kongsdóttir
vístu onga náði frammanfyri
stóru áskoðarafjøldini.
Longu undan ólavsøkuróðr
inum hevði Erla Kongsdóttir
tryggjað sær FM heitið, og í dag
staðfestu kvinnurnar í Fugla
firði so rudduliga, at tær eru so
nógv tann besta manningin.
Bara nøkur fá tøk vóru tik
in, tá ið grøni skuturin stakk
seg framum hinar bátarnar, og
síðani longdist tað bara.
Á Molanum var leyst millum
Erlu Kongsdóttir og hinar
bátarnar, og fram við stóru
áskoðarafjøldini var talan um
sannan uppvísningsróður hjá
teimum úr Fuglafirði.
Kappingin um næstfremsta
plássið var sera tøtt. Dreka
stavnið var júst framman
fyri Firvaldin, Firvaldin, sum
var
eina
hálva
bátslongd
frammanfyri Blik, ið var fleiri
bátslongdir
frammanfyri
Havfrúnna.
trondur@sosialurin.fo
1 Erla Kongsdóttir . . . 04:50.22
2 Drekin . . . . . . . . . 04:56.17
3 Firvaldur. . . . . . . . 04:56.20
4 Blikur . . . . . . . . . 04:58.14
5 Havfrúgvin . . . . . . 05:09.19
Endaliga støðan
1 Erla Kongsdóttir (FM vinnari) 48
2 Drekin . . . . . . . . . . . . . 40
3 Firvaldur. . . . . . . . . . . 37
4 Blikur . . . . . . . . . . . . . 28
5 Havfrúgvin . . . . . . . . . . 22
Fuglafjørður
í stórum stíli
5-mannafør kvinnur Kvinnurnar
umborð á Erlu Kongsdóttir vístu seg
at verdugar meistarar, tá ið tær komu
á mál fleiri bátslongdir frammanfyri
næstu bátarnar
Sølmundur
spurtaði seg
til sigurin
6-mannafør kvinnur Eftir ikki sannførandi avrik seinastu
ferðirnar, og eftir ikki serliga sannførandi start megnaði
Sølmundur at taka Hvessing og harvið at tryggja sær FM heitið
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Jens Kristian Vang