fríggjadagur 30. juli 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. juli 2010 · Nr. 113
26
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Tað var ikki fyrr enn í triðja FM
róðrinum á Eystanstevnu, at gent
urnar úr Miðvági umborð á Beintu
løgdu seg út í FM kappingina.
Á Norðoyastevnu og á Sunda
lagsstevnu vóru tær nummar trý.
Á Skálafjørðinum vunnu tær, og
síðani hefti einki fyri teimum, og
soleiðis var tað eisini á Ólavsøku.
Ørnin úr Sandavági fekk besta
startin, og eina løtu totaðust vága
bátarnir báðir – Beinta og Ørnin –
um fremsta plássið, meðan Falkur,
ið hevði møguleika at vinna FM,
ikki fekk so góðan start.
Meðan Beinta streyk frá hinum,
so gjørdist kappingin um næst
fremsta plássið sera tøtt. Ta kapp
ingina vann Falkur, meðan Ørnin
endaði á triðja plássi.
1 Beinta . . . . . . . . . . . . 04:54.16
2 Falkur . . . . . . . . . . . . 04:56.12
3 Ørnin. . . . . . . . . . . . 04:57.11
4 Sílið . . . . . . . . . . . . . 04:57.19
5 Tjaldrið . . . . . . . . . . . 05:05.03
6 Silja . . . . . . . . . . . . . 05:06.14
7 Tambar . . . . . . . . . . . 05:09.12
Endaliga støðan
1 Beinta (FM vinnari) . . . . . . . . 45
2 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . 42
3 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . 32
4 Ørnin. . . . . . . . . . . . . . . . 27
5 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . 24
6 Silja . . . . . . . . . . . . . . . . . 14
7 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . . 9
8 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . 2
Tróndur Arge
Kappingarárið hevur ikki hilnast
væl hjá Havnar Róðrarfelag. Men
í barnakappingini hevur hilnast
so væl, sum tað ber til, tí bæði í
kappingini millum dreingir og
gentur vunnu bátar hjá felagnum
FM, og í hesum kappingunum
var tað sjálvandi eyka søtur biti,
at tað eisini eydnaðist at vinna á
Ólavsøku.
Títlingur
var
fremstur
í
dreingjakappingini, har tað aftur
hesa ferð var í tættari kapping
við Havfrúnna, og Drekin var
fremstur í gentukappingini. Hesa
ferð var tað í kapping við spógvan,
meðan FM silvurvinnararnir um
borð á Teistanum endaðu á triðja
plássi.
Dreingir
1 Títlingur . . . . . . . . . . 02:33.19
2 Havfrúgvin . . . . . . . . 02:34.14
3 Drekin . . . . . . . . . . . 02:36.14
4 Teistin . . . . . . . . . . . 02:37.10
5 Sandingur . . . . . . . . . 02:39.15
6 Tambar . . . . . . . . . . 02:39.20
7 Royndin Fríða . . . . . . . 02:40.20
8 Jallurin. . . . . . . . . . . 02:41.04
9 Frúgvin . . . . . . . . . . 02:47.10
10 Heykur . . . . . . . . . . 02:47.12
11 Hulda. . . . . . . . . . . 02:54.05
Endaliga støðan
Títlingur (FM vinnari) . . . . . . . 47
Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . 42
Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . 37
Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . 25
Jallurin . . . . . . . . . . . . . . . 18
Royndin Fríða . . . . . . . . . . . . 13
Sandingur . . . . . . . . . . . . . . . 9
Tambar. . . . . . . . . . . . . . . . 5
Junkarin . . . . . . . . . . . . . . . . 1
Gentur
1 Drekin . . . . . . . . . . . 02:32.16
2 Spógvin . . . . . . . . . . 02:34.23
3 Teistin . . . . . . . . . . . 02:35.21
4 Beinta . . . . . . . . . . . 02:36.00
5 Fípan Fagra . . . . . . . . 02:39.07
6 Ørnin. . . . . . . . . . . . 02:39.15
7 Jallurin. . . . . . . . . . . 02:40.08
8 Firvaldur. . . . . . . . . . 02:41.23
9 Svanur. . . . . . . . . . . 02:43.03
Endaliga støðan
1 Drekin (FM vinnari) . . . . . . . 44
2 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . 43
3 Spógvin . . . . . . . . . . . . . . 34
4 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . 26
5 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . 19
6 Ørnin. . . . . . . . . . . . . . . 16
7 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . 12
8 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . 1
9 Firvaldur. . . . . . . . . . . . . . 1
Tróndur Arge
Tað var sonn fragd at vera til
kappróður ólavsøkuaftan. Veðr
ið var av tí fagrasta. Lýkka var í
luftini, tað var turt, sólin sá, og
tað var mest sum stilli.
At tað var stilli bar við sær,
at sjógvurin var sum ein sveiti,
og tað var ivaleyst orsøkin til, at
tað í ongum róðri eydnaðist at
koma í nánd av tíðarmetunum.
Tey serkønu siga, at bestu fyri
treytirnar at røkka metum eru,
tá ið tað er undanvindur, og tá ið
alda og gjálv ikki órógva.
Sjálvsagt eru kappingarhugað
ítróttarfólk altíð áhugað í at seta
met. Men tað er neyvan nakar
ivi um, at kapprógvarar eru sera
fegin um, at líkindini hesa ferð
vóru so góð, sum tey vóru. So
gerst tað ikki við, at metini mugu
bíða til eina aðra ferð!
Næst við at koma í nánd av
meti var Páll Fangi, sum var 6.19
sekund frá bestu tíðini. Metið
eigur Tvørabáturin, sum við
4.12.06 á Ólavsøku í fjør róði
stutta teinin skjótari enn nakað
6-mannafar við monnum nakr
atíð áður hevur megnað teir 900
metrarnar. Tíðin hjá Páll Fanga
var fjórði besta vinnaratíðin hjá
6-mannaførum við monnum á
Ólavsøku.
Í tveimum førum vóru tað
meiri enn tjúgu sekund frá bestu
vinnaratíðini. Dreingirnir á Bliki
vunnu við 23.12 sekund lakari
vinnaratíð, enn besta tíðin, sum
er tann hjá Súluni í 1994 – 4.14.68,
og kvinnurnar á Sølmundi vunnu
við 21.13 sekund lakari vinnaratíð,
enn besta tíðin, sum er tann hjá
Jarnbardi í 1995 – 4.21.12.
Hóast tað ikki verður tosað so
nógv um tað, so verður á hvørjum
ári við spenningi fokuserað á
óføru tíðina hjá Skálabátinum
í 1992 – 3.52.00. Átjan ára gamla
mettíðin í kappingini millum
10-mannaførini
fer
at
halda
í hvussu so er eitt ár aftrat.
Vinnaratíðin hjá Vestmenningi
var 11.24 sekund lakari enn tíðin
hjá skálamonnum í 1992.
Í kappingini millum 8-manna
førini eigur Ørvur framvegis
metið, sum varð sett fyri ellivu
árum síðani – 4.03.21. Tíðin hjá
Argjabátinum í fyrradagin var
11.24 sekund lakari.
Kvinnurnar á Erlu Kongsdóttir
róðu einsamallar móti málinum.
Men tær tóku ikki metið, sum
Aldan setti í 1981. Tíðin hjá Alduni
– 4.38.40 – var 12.12 sekund betri
enn vinnaratíðin hesa ferð.
Gentukappingin
millum
5-mannaførini er bara seks ára
gomul. Hesa ferð var vinnaratíðin
hjá Beintu 25 sekund lakari enn
tíðin hjá Drekanum í 2008 –
4.29.24. Kortini var vinnaratíðin
hjá Beintu tann triði besta nakr
antíð.
trondur@sosialurin.fo
Metini hildu frá á Ólavsøku
Kappróður Góðu líkindini mundu eiga sín part
av orsøkini til, at tað var so langt í frá, at nakað
met varð sett í kappróðrinum á Ólavsøku
Einki hefti fyri teimum úr Miðvági
5-mannafør gentur Eftir at tær komu fyri seg í triðja FM róðrinum,
hevur eingin av hinum havt møguleika at hótta Beintu
Glaðar gentur umborð á Beintu
eftir sigurin á ólavsøku
Mynd: Jens Kristian Vang Vertirnir fóru
við gullinum
Barnaróður Bæði í gentukappingini
og dreingjakappingini vóru tað
bátar hjá Havnar Róðrarfelag,
sum vunnu á Ólavsøku og FM