Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. juli 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 113 · 30. juli 2010 8 sjáldsamur gestur Áki Bertholdsen – Veðrið er ræðuligt!! Hetta var fyrsti tankin, sum fór ígjøgnum høvdið á indiska læknanum, Ratnakant Patil, tá ið hann ein há­ summardag í 1970 fyri fyrstu ferð steig fótin á land í Føroyum. Ratnakant, ella Ratan, sum hann vanliga verður nevndur, hevði tik­ið av einum tilboði um at verða komm­ unulækni í Vági í tríggjar mánaðir, áðrenn hann skuldi taka við starvi í New York. Men hóast veðrið var ræðuligt, dámdi honum so væl í Vági, at tað var skjótt, at hann segði starvið í USA frá sær og varð verandi. – Fólkið var einastandi fitt og her var so friðarligt, minnist hann aftur á gamlar dagar, tá ið Sosialurin nú ein dagin hitti hann á máli, tá ið hann hevði eina lítla móttøku í gamla bústaði sínum í Vági, sum nú er ein partur av barnaansingini í Vági. Tað vóru ikki færri enn eini 70 fólk og heilsaðu upp á indisku læknahjúnini, men tey vóru eisini vællýdd í Vági, tí tey hava altíð borið orð fyri at vera serstakliga fitt fólk, vinarlig, blídlig og opin fyri øllum nýggjum. Tá ið Patil, sum hann vanliga er nevndur í Vági, hevði lokið prógv sum lækni og hevði arbeitt eina tíð, hevði síðst í sekstiárunum fingið starv í London, har hann arbeiddi í eitt ár. Í 1970 hevði hann fingið starv sum lækni í New York, men hann skuldi ikki taka við fyrrenn seks mánaðir seinni. – Sostatt hevði eg eitt glopp í kalend­ aranum upp á eitt hálvt ár, sum eg skuldi royna at fáa at ganga, sigur hann. Hann sigur, at hann hevði altíð viljað sæð Norðurlond og ein dagin, hann blaðaði í einum læknatíðarriti, sá hann eina pinkalítla lýsing, har søkt varð eftir kommunulækna í Vági í Føroyum. Hann hevði ikki minstu hóming av, hvat Føroyar var fyri nakað, men eftir at hava granskað eitt landakort, fann hann nakrar smáar blettir mitt í Norðuratlantshavi. – Vit bæði, konan og eg, tosaðu aftur og fram um hetta og mest av berum forvitni vórðu vit samd um at royna. Úr India til Vágs í føðingardag í føðingardag Tá ið indiski læknin, Ratnakant Patil, kom til Vágs í 1970, dámdi honum so væl, at hann segði eitt gott starv í New York frá sær og varð verandi í Vági. Eftir at hava verið burtur í 32 ár, hevur hann nú verið aftur í Vági – í føðingardegi hjá einum av sínum fyrrverandi sjúklingum Patil húskið treivst væl í Vági aftur. Vinstrumegin stendur Komi, í miðjuni, Ratan og høgrumegin, dótturin, Preeti Veðrið var ræðu­ligt, men fólkið var fitt