fríggjadagur 30. juli 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 30. juli 2010 · Nr. 113
Sosialurin
Leo Poulsen
Sjálvt um tað sjáldan hava
verið fleiri fólk á ólavsøku, so
hevur hon roynst løgregluni
stak friðarlig.
- Tað hevur ikki verið øðr
vísi enn eitt vanligt vikuskif
ti, sigur vakthavandi á løg
reglustøðini.
Í onkrum einstøkum føri
hava menn verið uppi at tak
ast, men í morgun visti løg
reglan bert um ein einstakan
tilburð.
- Tað kann tó verða, at
onkur fráboðan kemur sein
ni. Tað vísir seg tíðum, at
tá menn vakna aftur dag
in eftir, at teir koma á løg
reglustøðina at boða frá
einumhvørjum, sigur vakt
havandi.
Men fyri tað, at tað hevur
verið friðarligt, so hava løg
reglan havt úr at gera kort
ini. Tað hevur verið nógv
fult fólk, og teimum hevur
løgreglan so hjálpt upp ella
fingið tey til hús.
- Bert fá hava sovið rúsin
av sær her á støðini, sigur
vakthavandi.
Hann heldur, at tað mun
nu hava verið so nógv fólk á
ólavsøku, sum tað kann, og
hann ivast heldur ikki í, at
góða veðrið og harav góða
lagið hava hjálpt til, at so lítil
ófriður hevur verið.
Skaðastovan
hevur
tó
eisini havt nakað at gera.
- Tað er altíð so, at onkur
sker seg ella dettur og fær
ein snudd, so fólk enda altíð
á skaðastovuni, sigur vakt
havandi.
Men sigast má, at føroy
ingar duga væl at hugna sær
á ólavsøku, og at vit hava
skikkað okkum serliga væl
hesa tjóðarhátíðina.
Skikka okkum væl á ólavsøku
Løgreglan veit ikki um nakran álvarsligan tilburð um ólavsøkuna. Góða veðrið og
góða lagið eru helst orsøkin, heldur vakthavandi á løgreglustøðini
Eyðun Klakstein
Løgmaður viðkennir, at ein
trupult politiskt heyst er fyri
framman, og at politikarar og
flokkar mugu svølgja beiskar
bitar, um samgonguni skal
verða lív lagað.
-
Seinnu
árini
hevur
okkara samfelag havt stór
an vøkstur, og almennu
útreiðslurnar eru vaksnar
nógv. Men brádliga noyddust
vit at umstilla okkum til
ein nýggjan búskaparligan
veruleika. Hallið hjá lands
kassanum er vaksið. Javn
vág er ikki millum inntøkur
og útreiðslur, fyrst og fremst
tí vit hava skorið ríkisveit
ingina og givið skattalættar,
uttan at samsvarandi spar
ingar vóru framdar, ella
nýggjar inntøkur fingnar til
vega, segði Kaj Leo Johanne
sen.
- Nógvar truplar, men tó
neyðugar avgerðir eru tiknar,
og enn fleiri umrøddar í al
menna rúminum. Tað hevur
skapt órógv - eisini í politisku
skipanini. Men í ringum
sjógvi er tað óðamannaverk
at
sleppa
stýrisvølinum.
Seglini mugu repast, men tað
er áræði og ábyrgdarkensla,
sum ber eitt samfelag gjøg
num krepputíðir, og skulu
vit føra samfelagið burtur úr
vandaleið, mugu allir partar
taka byrðar á sínar herðar.
Beiskir bitar
Løgmaður viðurkendi, at tað
verður trupult at fáa kabalin
at ganga upp, tá ið fíggjar
lógin skal gerast í heyst.
- Betri er bøtandi hond
enn spillandi tunga. Eg havi tí
og fari framhaldandi at rætta
hondina út til samstarv,
eisini við andstøðuna. Tung
tøk liggja fyri framman, og
truplar avgerðir mugu takast
við samráðingarborðið. Men
vit koma ikki á mál, um vit
bara eru før fyri at vísa á,
hvar ikki kann sparast, ella
nýggjar inntøkur ikki kunnu
fáast. Og semjurnar fáast
ikki, uttan at onkrir beiskir
bitar verða svølgdir, segði Kaj
Leo Johannesen.
- Leiðin burtur úr kreppu
ni kann gerast drúgv, men
tað eru vit, sum velja hvørja
leið, vit taka. Vit hava valið
millum at skerja vælferðina
ella fremja broytingar, so
vit fáa skynsamari rakstur
og betri tænastur. Vit hava
valið millum at bróta upp
úr nýggjum og gerast ein
meira samrunnin partur av
alheimssamfelagnum ella at
standa í stað.
- Vit hava valið millum
at gera kakuna størri ella at
brúka alla orkuna uppá at
býta hana, segði løgmaður.
Týsdagin skal løgtingið
viðgera ólavsøkurøðuna hjá
løgmanni.
eydun@sosialurin.fo
Beiskir bitar
skulu svølgjast
Hóast ólavsøkan hevur verið stak friðarlig, so hevur løgreglan
kortini havt ivaleyst at gera við fullum fólki
Mynd: Jens Kristian Vang
POLITIKKUR -Tung tøk liggja fyri framman, og truplar avgerðir mugu takast við samráðingarborðið.
Men vit koma ikki á mál, um vit bara eru før fyri at vísa á, hvar ikki kann sparast, ella
nýggjar inntøkur ikki kunnu fáast, segði Kaj Leo Johannesen í ólavsøkurøðu sínari
RØÐA
- Leiðin burtur úr kreppuni kann gerast drúgv, men tað eru vit, sum velja hvørja leið, vit taka, segði Kaj Leo Johannesen
Mynd: Jens Kristian Vang