fríggjadagur 30. juli 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 113 · 30. juli 2010
9
Patil sigur, at sostatt søkti hann
starvið – og fekk tað.
Men so hendi tað, at pápi hansara í India
doyði og hann mátti fara heimaftur.
Hann sett seg so aftur í sambandi
við setanarmyndugleikan og greiddi frá
støðuni og at hann mátti fara heim í
tríggjar mánaðir. Men var áhugi fram
vegis fyri at fáa hann til Vágs, kundi
hann binda seg til starvið sum komm
unulækni her í tríggjar mánaðir.
Patil sigur, at tá hevði ongin komm
unulækni verið í Vági í næstan eitt ár,
so tað var serstakliga stórur áhugi fyri
at fáa hann til Vágs, hóast talan var um
stutta tíð.
Soleiðis endaði hann – rættiliga til
vildarliga – í Vági.
Men longu á ferðini til Føroyar fór
hann at ivast í, hvat hann nú hevði
gjørt, tí hann møtti einum týskum
ferðamanni, sum ikki kundi fata, at
hann ætlaði sær til Føroyar at vera.
Men teimum dámdu so væl, at hann
gjørdi av at siga læknastarvið í New
York frá sær og verða verandi í Vági.
Sostatt varð Patil kommunulækni í
Vági í samfull átta ár áðrenn hann flutti
heimaftur til India.
Hann sigur, at tað var fyrst og fremst
fólkið og friðurin, sum fekk hann at
verða verandi.
– Vit vóru øll sum ein stór familja,
sigur hann.
– Fólkini vóru so fitt og dámlig og
her var so friðarligt, at vit gjørdu av at
siga alt annað frá okkum, sigur hann.
– Veðrið og tær avmarkingar tað
førir við sær, venur mann seg eisini
við, leggur hann afturat.
Tey áttu eina lítla dóttir, Preety, sum
varð eftir heima, men hon kom so til
Føroyar, tá ið tey gjørdu av at verða
verandi. Ímeðan tey vóru í Vági fingu
tey so eina dóttir afturat, sum fekk
navnið Payal.
Tikin á bóli
Patil viðgongur, at tað var strævið at
vera kommunulækni í Vági, tí hann var
einsamallur og hevði vakt døgnið runt,
sjey dagar um vikuna.
– Tað var eitt rættiliga avbjóðandi
arbeiði, sum hann málbar seg.
Og hann minnist eisini, at hann fekk
eina harða byrjan.
– Ein av mínum allarfyrstu sjúkling
unum var ein kvinna, sum hevði ilt í
búkinum. Men tá ið eg kom heim til
hennara, vísti tað seg, at hon var við
barn og var komin til at eiga.
Patil sigur, at kvinnusjúkur eru
hansara sergrein sum lækni. So hóast
hann varð tikin á bóli og ikki hevði
nakað serligt av útgerð við sær til eina
føðing, visti hann, hvussu hann skuldi
bera seg at, so hann tók ímóti barninum
við sínum beru hondum og tað gekk
alt uppá stás.
Men tá ið nalvastrongurn skuldi
klippast, mátti hann í køksskuffuna
eftir einum saksi.
Tá ið konan hevði átt, varð hon flutt
á Suðuroyar Sjúkrahús.
Hann sigur, at yvirhøvur dámdi
honum væl at vitja sjúklingarnar,
fyrstu ferð, teir ringdu, tí hann vildi
fegin læra teir at kenna.
Patil sigur eisini, at somuleiðis gjørdi
hann av at hava viðtalu í Sumba av og
á, heldur enn at allir sumbingar, sum
høvdu ørindi til lækna, skuldu noyðast
til Vágs hvørja ferð.
Minst 10 orð dagin
Ein tann størsti trupulleikin, hann
hevði, varð málið. Tí mátti hann hava
tulk, sum sjúklingarnir kundu forklára
støðuna fyri og sum síðani kundi týða
til enskt fyri mær.
– Hetta var ikki ein støða, sum
kundi halda fram, tí tað kundi eisini
knípa at fáa sjúklingarnar at fortelja
einum tulki, hvat teimum bagdu.
Tí setti hann sær fyri at læra før
oyskt so skjótt sum gjørligt.
– Eg setti mær fyri at læra minst 10
nýggj orð um dagin.
Í hesum sambandi fekk hann undir
vísing í føroyskum frá Robert McBirnie,
men eisini børnini, sum komu at vitja,
hjálptu honum væl.
– Eg minnist, at eg plagdu spyrja
børnini, hvussu ymsir lutir itu á før
oyskum, og alt í alt gingu tað einir
tríggir ella fýra mánaðir, so kláraði eg
meg so mikið væl á føroyskum, at eg
kundi tosa við sjúklingarnar.
Ov sterkt til vágbingar
Komi, sum er kona Ratnakant, hevði
eisini sínar avbjóðingar, tá ið hon kom
til Vágs, tí hon er vegetarur og etur
hvørki kjøt ella fisk.
Tað hildu vágbingar vera nokk so
merkiligt, tí hesum høvdu teir ikki
verið úti fyri.
Tað kundi vera nokk so tórført, tí
í Vági var í høvuðsheitum bara eitt
sindur av frystum grønmeti at fáa,
umframt nakað av frukt.
Men hon kláraði seg, eisini tí at tey
heimanífrá plagdu at senda henni ymsa
frukt og grønmeti.
Hon borðreiddi eisini við indiskum
mati fyri vágbingum og tað høvdu teir
ikki smakkað fyrr. Men hon sigur, at
teimum dámdu matin, bara hann ikki
var ov sterkur, so hon mátti vera varin
við chili og øðrum góðum.
Heim í føðingardag
Hesi 32 árini síðani Patil hjúnini fluttu
aftur til India, hava tey mangar ferðir
tosað um at koma aftur til Føroyar at
vitja.
Tað er eisini týðiligt, at Føroyar
hava rinið við tey, tí hóast tað ikki
er gamal siður hjá teimum, hava tey
øll árini, tey hava búð í India, hildið
føroysk jól við jólatræi og gávum, fyri
at hava eitt varðveita eitt fjálgt minni
úr Føroyum.
Men so hendi tað, at ein av hansara
gomlu sjúklingum, Kaspara Hjelm,
fylti 80 og í tí sambandinum bjóðaði
hon teimum í føðingardagin, sum varð
hildin í Vági.
– Soleiðis kom tað í lag, at vit komu
aftur.
Patil hjúnini hava havt samband við
Kasparu alla tíðina og sostatt hava tey
eisini verið javnan dagførd um støðuna
í Vági og um, hvussu tað hevur gingist
teimum ymsu fólkunum, so tey stóðu
alt annað enn á berum, nú tey komu.
Nú tey hava verið heima, hava
tey verið í ymsum bygdum, umframt
at tey hava verið á sjúkrahúsinum, í
eldrabýlinum og á læknamiðstøðini.
– Tað eru stór framstig hend hesi
32 árini og tað er gott at síggja, sigur
Patil. Og nú eru tveir kommunulæknar,
so tað er ikki so strævið longur, leggur
hann afturat.
Tað var ikki sørt av afturhvarvið á samkomuni í Vági, nú tey vitjaðu
aftur. Ikki minst var Preeti tikin á bóli, tá í ein gomul vinkona gav henni
eina mynd, hon hevði broderað við nøvninum á øllum húskinum, tá
ið hon gekk í meinigheitshúsið í Vági, tá ið hon var heilt lítil.
Tey høvdu eisini nógvan stuttleika burtur úr at hyggja at gomlum myndum.
Her er tað Flemming Stenberg, í miðjuni, sum vísir Patil gamlar myndir
úr Vági ímeðan Páll Poulsen úr Sumba, høgrumegin, hyggur at
Tá ið nalvastrongurn skuldi klippast, máttu vit í
skuffuna í køkini eftir einum saksi
Eg setti mær fyri
at læra minst 10
føroysk orð um dagin
Tá ið indarin, Patil, var í Vági í sjeytiárunum, var hann eisini rættiliga
slóðbrótandi í síni viðgerð.
Hann var í USA og lærdi seg akupunktur og hann var tann fyrsti í
Føroyum, sum viðgjørdi pínu við akupunktur.
Hann er eisini reiðiliga vísur í, at hann var fyrstur í øllum danska
kongaríkinum við hesi viðgerðini, tí hann heldur seg minnast, at tá á
døgum fóru danir til Noregs at verða viðgjørdir við akupunktur.
Men hann segði, at myndugleikarnir vóru sera lagaligir, tá ið hann
søkti um loyvi at viðgera við akupunktur.
Eg fekk at vita frá landslæknanum, at bara tað ikki órógvaði mítt
dagliga yrki sum lækni, kundi eg eisini viðgera við akupunktur afturat.
Og tað vóru rættiliga nógvir sjúklingar, sum tóku av hesum nýggja
tilboði við góðum úrsliti.
Nú Patil er farin aftur til India, hevur hann gjørt sína egnu klinikk
í Bangladore, har hann gevur alskyns sløg av pínuviðgerð, men felags
fyri alla viðgerðina er, at hann brúkar ikki heilivág og at hon hevur ongi
hjáárin.
Talan er um ymisk sløg av akupunktur, umframt viðgerð við lasara,
ljósi, radiobylgjum o.s.fr.
Hansara viðgerð er so framkomin, at hann í fjør fekk eina
framtaksvirðisløn fyri sítt virksemi.
Nú hann hevur verið í Føroyum, hevur hann eisini verið á
Landssjúkrahúsinum og hildið fyrilestur um alternativa pínuviðgerð.
Serliga hevur hann tosað um, hvussu sjúklingar sum hava mist følilsi
í sambandi við sukursjúku, kunnu viðgerast við alternativari viðgerð,
uttan at brúka heilivág.
Hevði slóðbrótandi viðgerð við til Vágs