fríggjadagur 30. juli 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. juli 2010 · Nr. 113
10
Sosialurin
Kjak
Løgmaður
hevur
fleiri
ferðir fráboðað, at hann er
opin fyri øllum hugskotum
sum
viðføra
sparingar.
Mítt uppskot gongur út
uppá, at løgtingið og lands
stýrið sum signalvirði av
sínum eintingum fara eini
5% niður í løn sum fyri
mynd, ikki lønarstøðg, sum
løgmaður ætlaði fyri allan
arbeiðsmarknaðin.
Slík
lækking kann verða galdandi
fyribils, til hallið á fíggjar
lógini er burtur og javnvág
er fingin á inntøkum og
útreiðslum.
Hví vil løgmaður ikki
viðgera
spurningin
um
lønarlækking
heldur
enn
uppsagnir?
Er tað ikki leiðin, flog
skipararnir hjá Atlantsflog og
starvsfólkið á Dimmalætting
hava valt at gingið, fyri at
sleppa undan uppsøgnum.
Alment hevur verið frammi,
at Miðlahúsið eisini hevur
arbeitt við líknandi ætlan.
Hví tekur løgmaður ikki
spurningin upp um dupulta
almenna løn í 6 mánaðar,
tá landstýrisfólk fara frá?
Uppskotið hevur Sjálvstýris
flokkurin lagt fram meir enn
einaferð, men undirtøka var
ikk fyri uppskotinum.
Nú
peningatrot
er,
verður alneyðugt at raðfesta
íløgur og rakstur í tað sum
er alneyðugt, neyðugt og
ynskiligt.
Spurningurin er sjálvsagt
eisini, um nakar álvari yvir
høvur er í metingum løg
mans, at 23 tinglimir eru tað
optimala, ella er bert talan
um eina rakett ella ballón
fyri at vinnað veljaratekki.
Føroyar hava 48760 íbúgv
ar og 33 tinglimir. Til saman
líkningar
kann
nevnast,
at Áland við 26500 íbúgv
um hevur 30 tinglimir og
Grønland við 56000 íbúgvum
hevur 31 landstingslimir.
Í staðin fyri at fara eftir
bóltininum, sum »fair play«
bleiv
spældur
á
vøllin,
fer
løgmaður
sum
tann
royndasti
fótbóltsleikarin
í politisku skipanini í eina
beinleiðis »reytt kort takling«
móti KPH, og roynir við
ósannindum at sáa iva um
trúvirði í útsøgnunum hjá
sjálvstýrisformanninum.
Sambært
nevndu
grein
arbeiðir
KPH
kki
fyri
lønina og hevur hjástørv
og hjávinnur við síðuna av
løgtingsarbeiðinum.
Citat: Løgmaður staðfestir,
at tað eru fleiri løgtingsfólk,
sum taka sítt politiska starv
í fullum álvara og sum tí
eru løgtingslimir burturav.-
Men tað eru sanniliga eisini
løgtingslimir, sum hava hjá
størv av øllum handa slagi.
Og í hesum sambandi heldur
hann, at tinglimirnir hjá
Sjálvstýrisflokkinum halda
seg sanniliga ikki aftur, tí
báðir hava hjástørv og hjá
vinnur, sum teir røkja afturat
sínum løgtingssessi. –Tað
fyrsta , vit kunnu vænta av
løgtingslimum er, at teir eru
til arbeiðis fyri sína løn osv...
Treyðugt so, eg vildi ynskt,
at avrikini í Løgtinginum
vórðu sjónskari og at Sjálv
stýrisflokkurin taldi fleiri
tinglimir og varð roknaður
millum teir stóru. Ivaleyst
kundi mítt arbeiðið verið
betur úr hondum greitt, tað
sleppur veljarin uttan iva
skjótt at meta um, men eitt
er vist, eg brúki sera, sera,
sera nógva tíð til politiska
arbeiðið.
Síðan eg kom inn sum
inn eykamaður í februar
2001, minnist eg meg ikki
hava forsømt meir enn tveir
arbeiðsdagar í løgtinginum.
Undantikið er sjálvsagt teir
dagar, eg havi umboðað
løgtingið í Útnorðurráðnum
og Norðurlandaráðnum, ein
kann av góðum grundum ikki
likamliga verða hjástaddur
fleiri staðir í senn.
Rokni við at løgmaður
sipar
til
útróðurin
sum
mína
hjávinnu.
Eg
havi
ein bát við b-fiskiloyvi, og
tá eg havi fríløtur, verður
stundum farið á flot. Onki
er so avstressandi fyri ein
politikkara, sum at standa
og egna nakrar stampar og
droyma um gylta veiðu, hóast
dreymurin sjálvdan verður
til veruleika. Tá ein er á floti
og sær hvussu náttúran
háttar sær, fæst samstundis
ein
praktisk
vitan
um
heimaútróður, har møguleiki
er at eygleiða og gera sær
sínar metingar, hvussu lítið
til er av svartfugli og hvussu
svangur hin fuglurin er
grundað á væntandi føði.
Sjálvsagt verður fiskurin,
sum livir av hesi somu føði
eisini ávirkaður.
Sum
limur
í
Vinnu
nevndini vil eg siga, at tað
er ein góð barlast at hava, nú
talið av fiskidøgum verður
ásett í august. Við at vitja
inn
í
egningarskúrarnar,
fæst ein greið mynd av
trupuleikunum, sum fiski
maðurin hevur at dragast
við. Ivaleyst veit løgmaður
frá egnum royndum, hvussu
trupult tað er at vinna
pening í fiskivinnuni, mín
part/frítíðarvinna er onki
undantak í so máta.
Havi sent skattauppgerð
mína til Sosialin og kann
blaðmaðurin sostatt vátta,
at inntøkan fyri árið 2009
einans kemur frá Føroya
Gjaldstovu. Eg havi bert eitt
lønt starv, løgtingsarbeiðið,
tí er tað sum løgmaður
førir
fram
í
Sosialinum
16. juli ikki samsvarandi
veruleikanum. Havi roynt
eftir førimuni at røkt tey
størv, mær eru litin til, so
gott eg nú einaferð kann. Tí
harmar tað meg almikið og
nívir ógvuliga fast, at liggja
undir ákæruni frá løgmanni
um, at eg ikki taki mítt starv
sum løgtingsmaður í fullum
álvara.
Kári P. Højgaard hevur
sent eina skattauppgerð til
Sosialin. Hon vísur, at í 2009
var øll hansara a-inntøka
goldin av Føroya Gjaldstovu,
red.
Viðmerking til løgmann
Hví smílist løgmaður og sigur at ongin álvari er í tankanum
um lønarlækking hjá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni?
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður fyri
Sjálvstýrisflokkin
Ósannindini hava ikki fingið
ov lítið í orðadráttinum
um
Ólavsøkukonsertina,
og í grein í Dimmalætting
týskvøldið við heitinum
"Sannleikin um ólavsøku
konsertina" sigur varaborg
arstjórin ósatt.
Bogi Andreasen sigur, at
eg sum formaður í menta
málanevndini havi verið væl
og virðiliga kunnaður um
allar ætlanir um broytingar
í ólavsøkukonsertini. Tað
er ikki sannleikin um ólav
søkukonsertina.
Sum formaður í menta
málanevndini havi eg ikki
verið tikin upp á ráð í hes
um málinum, hvørki av
politisku leiðsluni ella um
sitingini, og tessvegna eigi
eg ongan lut í málinum.
Tað
framgongur
eis
ini av eini grein í Dimma
lætting, sum hevur fingið
innlit í ymisk skjøl hjá
kommununi, at tað var á
fundi, sum borgarstjórin
og varaborgarstjórin vóru á
saman við embætisfólkum,
at avrátt varð, at Futt ikki
skuldi skipa fyri Ólav
søkukonsertini í ár. Sama
seinnapart vórðu tvey em
bætisfólk send at bera Futt
boðini.
Tað einasta, eg havi
fingið at vita um hetta
mál, var, tá somu menn
søgdu frá ætlanunum í eini
brádligari kunning á einum
samgongufundi í vár. Tá
gjørdi eg beinanvegin vart
við, at eg helt ikki, at komm
unan skuldi átaka sær ólav
søkukonsertina, men at hon
skuldi útlisiterast.
Sjónarmiðið byggir á
framkomnar grundreglur
í mentamálum. Í málum,
sum hava við list at gera,
er Tórshavnar býráð far
ið inn á prinsippið um
armslongdarfrástøðu.
Tað merkir, at víst kunna
politikarar játta pengar til
list, men innihaldi og sniði
skula teir halda seg langt
frá, sjá eitt nú reglurnar
um listprýði á nýggjum
kommunalum stovnum.
Ongin
hevur
boðað
formanninum
í
menta
málanevndini ella menta
málanevndini frá, at tað
hava
verið
peningaligir
trupulleikar av Ólavsøku
konsertini. Ongin hevur
heldur skotið upp fyri
nevndini at játta pening til
at rinda hall av hesi kon
sert.
Hugsi, at vanlig manna
hugsan er, at mentamála
nevndin er langt inni í
málum,
sum
hava
við
mentanar-
og
ítróttar
hátíðina
ólavsøkuna
at
gera. Tað er jú hennara
málsøki.
Og
hetta
átti
helst eisini at verið vanlig
mannagond.
Men
einki
mál av hesum slag er lagt
fyri mentamálanevndina.
Av hvørjum kontum út
reiðslurnar av hesum fara,
er mær tí heldur ikki full
greitt.
Til tess at útvega menta
málanevndini
neyðugu
upplýsingarnar, fari eg við
hesum at biðja um innlit
í allar kontur, sum hava
við ólavsøkuhaldið at gera
- bæði hjá kommununi
sjálvari og stovnum undir
henni.
Jógvan Arge
Tann kommu
nala ólavsøku
konsertin
Hví tekur løgmaður
ikki spurningin upp
um dupulta almenna
løn í 6 mánaðar, tá
landstýrisfólk fara frá
Rokni við at løgmaður
sipar til útróðurin sum
mína hjávinnu
Sum formaður í menta
málanevndini havi eg
ikki verið tikin upp á
ráð í hesum málinum