Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. juli 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 113 · 30. juli 2010 10 Para-motoring Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo - Eg sá tað í sjónvarpinum og hugsaði, at hatta vildi eg royna. So eg keypti mær útgerðina úr Onglandi og fór so undir at læra meg sjálvan at brúka hana, sigur David Findleton. Hann vandi í eina tíð, og byrjaði við bert at sveima við fallskíggjanum. Síðani setti hann motorin á. - Eg havi ongantíð verið bangin, hóast eg havi verið høgt uppi og í turbulensi. Eg havi eisini verið tveir túrar á sjúkrahúsið, tá tað ikki er gingið, sum ætlað, men heldur ikki tað hevur lopið ótta á meg, greiðir David frá. Tveir túrar á sjúkrahúsið - Tað eru fleiri, sum hava sagt við meg, at tað ber ikki til at flúgva við fallskíggja í Føroyum, tí vindurin er so óstøðugur. Men eg havi prógvað, at tað kann man saktans. Man skal bara hugsa seg um og hyggja væl eftir líkindunum, heldur David. Bara einaferð er hann komin illa fyri av vindinum. Hann fleyg í Trongisvági, var høgt uppi og ætlaði sær at lenda á sandinum, men vindurin førdi hann við ferð inn ímóti fjallasíðuni. - Eg var ov seinur av venda, og so sá eg, at her verður galið, tí eg klári ikki at venda út frá aftur, greiðir David frá. Hann mátti tí neyðlenda á fjallinum, og kom sera harðligt niður, so knøini fingu ein harðan stoyt. - Motorurin fekk skaða, og eg fekk baksað hann av rygginum. Síðani tveitti eg meg útav tromini við fallskíggjanum og lendi á sandinum. Har møtti eg einum vinmanni, sum kom við mær uppaftur eftir motorinum. Síðani fór eg á sjúkrahúsið, og svímaði, tá eg kom inn. David sigur flennandi, at hann hevði eina drúgva diskussión við læknan á Suðuroyar Sjúkrahúsið, sum segði tað ikki bera til at flúgva soleiðis í Føroyum. - Eg bleiv við at halda uppá mítt og royndi at vísa á, at tað var ein feilur frá mínari síðu, sum gjørdi, at eg hevði fingið skaða, tí eg gjørdi eitt ov stórt sving. Men læknin endaði við at siga, at um eg kom aftur við einum líknandi skaða, ætlaði hann at kappa beinini av mær. Tað var sjálvandi sagt í skemti, men eg havi so ongantíð verið aftur á sjúkrahúsinum, flennur David. Trygdin í hásæti Tað er sera týdningarmikið, tá tú flýgur við para-motori í Føroyum, at tú setur trygdina í hásæti. Hvørja ferð David ætlar sær á flog, kannar hann alla útgerðina, bæði fallskíggjan, klæðini og motorin. - Tað er eisini fleiri ferðir komið fyri, at eg havi ætlað mær út at flogið, havi kannað alla útgerðina, riggað til og pakkað alt út, men so er vindurin skiftur, og so havi eg verið noyddur at pakka alt saman aftur, greiðir David frá. - Tað nyttar jú ikki at trodsa, tí vindurin má gera av, um eg kann fara ella ikki. Eg kann bara flúgva, tá tað eru 5-10 metur um sekundið, og trygdin má vera í lagið. Men tá veðrið er gott, sigur David, at tað er fantastiska flott at flúgva yvir oyggjarnar. Av tí, at hann skal nýta báðar hendurnar at stýra við, fær hann ikki tikið myndir av tí, hann sær á túrunum. Boðar torninum frá Hvørjaferð David fer á flog, ringir hann vestur til tornið á flogvøllinum og boðar frá, at hann fer ein túr. - Eg sigi teimum altíð, nær eg fari, hvar eg ætli at flúgva og hvussu leingi eg fari at flúgva. Tað er so ofta, at tað er akutflúgving við sjúklingum úr Suðuroynni, so tað er best at boða frá, so tyrlumanningin veit, at eg eri úti, vísir hann á. Hóast David altíð er væl ílætin, so er tað sera kalt at flúgva. - Eg havi ein motor á rygginum, sum sýgur luft til sín, so tað er allatíðina kaldur vindur. Tað kann kanska samanberast við at sita í einum køliskápi, greiðir David frá. Flúgva til Havnar David ætlar sær í summar at flúgva av Tvøroyri til Sands og so víðari til Havnar. Enn hevur tað ikki borið til, tí veðrið hevur ikki verið til vildar. Hann umhugsar at fáa ein sponsor ella tveir til hesa longu ferðina, tí hann má hava bát við sær, og tað er dýrt. - Um so er, at motorurin hjá mær skuldi gingið fyri á opnum havi, má eg hava ein bát, sum fylgir mær, sigur David, men hann leggur afturat, at motorurin aldrin er gingin fyri higartil. Komandi ár ætlar David tó at sleppa sær av við para-motorin aftur. Dreymurin er í staðin at keypa ein sonevndan “Flying Inflatable Boat”, sum er ein bátur, sum er festur í ein paraglidara. - Har fer man út við bátinum, sum so lættir sær á og flýgur. Har er pláss fyri einum fólki umframt mær, so tá kann eg til dømis gera flogferðir við fólki runt um Stóru Dímun, greiðir David frá. Fakta um David Findleton: • David er skoti, og kom til Føroya í 87’ • Hann býr á Tvøroyri • Hann var arbeiðsleysur í Skotlandi og fekk tjans við línubátinum, Bláfossi • Ætlanin var bert at steðga í Føroyum í einar 6 mánaðir • So bleiv hann forlovaður og vildi tí ikki fara heimaftur til Skotlands • David býr saman við unnustuni Aidu Joensen, og eigur dreingirnar Ian, 10 ár, og Jamie, 18 ár. Fakta um Para-motoring: • Para-motoring er ein fallskíggi og ein motorur, sum drívur fallskíggjan fram. • Tú situr á einum setri og hevur motorin á rygginum. • Talan er um ein tvey-takts-motor, sum kann flúgva í einar 3-4 tímar uppá hvørja bensináfylling. • Tveir endar eru at stýra við, bæði at venda við og stýra hæddini á flognum. • Útgerðin hjá David kostar einar 60.000 kr • Einir 3 para-motorar eru í Føroyum • David er sjálvlærdur, men hann viðmælir øðrum til at taka eitt skeið, áðrenn tey fara í gongd við at flúgva. • Tað er sera kalt at flúgva, so David er í eini termodrakt, umframt hjálmi, handskum og trygdarskóm. • David sigur seg ikki flúgva skjóatt, men hann hevur trygdina í hásæti, og tað gongur út yvir ferðina. Sjálvlærdu David Findleton, sum býr á Tvøroyri, hevur ein sonevndan para-motor, sum er ein fallskíggi við motori á. – Eg keypti útgerðina og nakrar bøkur og dvd’ir um, hvussu man skuldi gera, og so fór eg bara í gongd, sigur hann David við allari útgerðini í Øravík. Hann kann saktans fara avstað á sløttum, tí honum tørvar bert einar tveir, tríggjar metrar fyri at fáa fallskíggjan upp Mynd: Suðurrás Her sæst David sveima út fyri Sumba Mynd: Emma Lisberg