Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 19 - 29. januar 2002 Nr. 19 - 29. januar 2002 3 Í hesum døgum hevur Norðurlandaráðið fund í norska høvuðsstaðnum, Oslo NORÐURLANDA- RÁÐIÐ Eirikur Lindenskov Føroysku umboðini í Norð- urlandaráðnum, Jógvan við Keldu og Dan Reinert Pet- ersen, gava verið á Norður- landaráðsfundinum, sum hevur verið hildin í Oslo seinastu dagarnar. Fundurin er sermektur av, at tað er fyrsti fundur eftir nýggja bygnaðinum hjá Norðurlandaráðnum. Norðurlandaráðið hevur áður verið skipað við trim- um nevndum umframt for- mansskapinum Norður- nevndini, Nærøkisnevndini og Europanevndini. N ð l d áðið ú skipað soleiðis, at hesar nevndirnar nú í størri mun líkjast teimum nevndum, ið eru í teim ymsu tingunum í norðurlondum. Nevndirnar eru: Mentanar- og útbúgvingar- nevndin Trivnaðarnevndin Medborgara- og brúkara- nevndin Umhvørvis- og náttúrutil- feingisnevndin Vinnunevndin Hvør nevndin er mannað við 15 limum. Føroyar eru umboðaðar í Mentanar- og útbúgvingarnevndini, har Jógvan við Keldu situr, og í Umhvørvis- og náttúrutil- feingisnevndini, har Dan Reinert Petersen, situr. Eitt av teimum málum, sum verður viðgjørt í Mentanar- og útbúgvingar- nevndini er uppskotið hjá »mittergruppen«, »Et handslag til vestnorden«. »Mittergruppen« skjýtur upp, at Norðurlandaráðið tilmælir til Norðurlendska Ráðharraráðið um at gera útnorður meira sjónligt bæði innan norðurlond og í Europa. Heini Niclasen av Eiði hevur seinastu 14 dagarnar verið í starvsvenjing á Sosialinum STARVSVENJING Eirikur Lindenskov – Mær hevur dámað væl at verið í starvsvenjing á Sosialinum, sigur Heini Niclasen av Eiði, sum gongur í 9. flokki á Felags- skúlanum á Oyrarbakka. – Eg havi verið við til fleir stórar hendingar, sigur Heini, og nevnir hann mill- um annað vitjanina hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra og stóra narkomálið, sum var fyri í rættinum í síðstu viku. Heini var við á tíðinda- fundinum í Tinganesi, og tók hann myndir av forsæt- isráðharranum. Hann var eisini saman við blað- monnum og mynda- monnum frá Sosialinum, sum fylgdu við avhoyringu- num í Føroya Rætti í sam- bandi við, at fleiri mans vórðu tiknir fyri narkotika- smugling. Á Sosialinum hevur hann upplivað, hvussu eitt blað verður til, og hvussu arbeitt verður við tíðindum á inter- netinum, bæði við Internet Sosialinum og á Portalinum hjá Føroya Tele, har Sosial- urin skrivar tíðindini – har Heini eisini hevur skrivað onkra søguna. – Hetta var av fínasta slag, sigur Heini, sum held- ur, at tað hevði verið spennandi seinni at roynt seg í tíðindaheiminum. Blaðmannayrkið – eitt spennandi og fjølbroytt yrki Heini Niclasen av Eiði hevur verið í praktikk á Sosiali- num, har hann hevur upplivað mangt og hvat og skrivað fleiri greinar í blaðið Jógvan og Dan á Norðurlandaráðsfundi í Oslo Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum og Dan R. Petersen úr Javnaðarflokkinum eru føroysku umboðini í Norðurlandaráðn- um Komandi vikuskiftið verð- ur sjónleikarastevna í Nólsoy. Tema á stevnuni er »Útisjónleikur í summar«, og er ætlanin, at úti í Nólsoy verða lunnarnir lagdir undir útisjónleikin- um, ið verður leiktur á Ólavsøku. Jenny Petersen og Egi Dam frá Leikhúsinum Grímu fara at tosa um úti- sjónleik í Føroyum og í Noregi. Videobrot úr úti- sjónleikinum í Havn í ’91 verða víst. Workshop verður í rødd, rørslu og improvisatión. Hesum taka sjónleikararnir Birita Mohr, Páll Daniel- sen, Egi Dam og Kristina Hansen sær av. Birita Krossteig og Rúna Mortensen úr Havnar Sjón- leikarfelag hava sminku- skeið, og fólk kunnu í sam- bandi við veitsluna, sum verður leygarkvøldið 2. februar kl. 19.30, verða sminkað ella fáa vegleiðing til tess. Rundferð verður í Nóls- oyar bygd, har formaður MÁF’s, Hilmar Joensen, verður frásøgumaður. Á stevnuni verður sjón- leikurin »Fótur í hosu« hjá Grímu leiktur bæði fríggja- kvøldið 1. februar kl. 20.30 og sunnudagin 3. februar kl. 15.00. Pláss er enn fyri teimum, ið tekna seg til stevnuna í Nólsoy, tí freistin at tekna seg er longd til mánadagin 28. januar. Í nevndini í MÁF eru: Hilmar Joensen, formaður, Birita Krossteig, næstfor- maður, Jógvan Ravnsfjall, kassameistari, Heiðrun Hansen og Svend Høj- gaard. Tiltakslimir eru Hjørdis Johansen og Axel Joensen. Listarligi ráðgevi MÁF’s er Birita Mohr, meðan Mal- an Matras Joensen er dag- ligur leiðari. Tíðindaskriv frá MÁF: Stórur útisjónleikur á Ólavsøku Frá útisjónleikinum hjá Grímu á ólavsøku 1991 KVØLDSETA Tíðindaskriv Í kvøld, týskvøldið, kl 19:30 verður kvøldseta í bygdarhúsinum í Leirvím Á skránni verður felags- sangur, Ólavur Heinesen greiðir frá einum drúgvum útróðrartúi, Osmund Just- inussen hugleiðir um barna- og ungdómsár í Leirvík. Upplestur við Hákun Andrasen. Hans Arni Jensen, sum eina tíð hevur verið kristni- boðari í Ný Guinea, hug- leiðir og greiðir frá uppliv- ingum har. Hann vísir eis- ini ein stuttan film. Óla Jákup og Ingun Joen- sen framføra tónleik, og Símun Skorastein lesur egnar yrkingar. Kaffi og te og smákøkur verða at fáa Kvøldseta í Leirvík - Vit fylgja avgjørt við, hvat hendir, hava samband við løgregl- una og hoyra, hvat er frammi í fjølmiðlun- um. Spurningurin er altíð, um nóg nógv fyribyrgingararbeiði verður gjørt. Vit kunnu altíð gera meir, men vit eru noydd at raðfesta orkuna, vit hava til alt fyribyrgingar- arbeiðið, sigur Heðin Thomsen, formaður í Fyribyrgingarráðnu m FYRIBYRGING Turið Kjølbro Formaðurin í Fyribyrging- arráðnum skilir ikki rættiliga atfinningarnar hjá Ernu S. Hákonardóttir, alkohol- og familjuráðgeva. Hon setti í Sosialinum sein- asta fríggjadag spurnar- tekin við leiklutin hjá Fyr- ibyrgingarráðnum, nú tað í seinastuni er komið fram, at rúsevnisnýtslan millum ung í Føroyum er so nógv vaksin. Hon segði millum annað, at út frá hagtølum, sum eiga at vera til um misnýtsluna sum er, eiga myndugleikarnir og eitt nú Fyribyrgingarráðið at seta í verk tiltøk og fyribyrging- ararbeiði eins og tað verður gjørt í øðrum londum. - Fylgir Fyribyrgingar- ráðið ikki við, hvat hendir í samfelagnum, veit eg ikki, hvat tað skal brúkast til. Hóast alt kókar um rús- evnismisnýtslu og annað misbrúk, letur Fyribyrgi- ngarráðið ikki við seg koma, segði Erna S. Há- konardóttir, sum hevur nógvar royndir sum alko- hol- og familjuráðgevi í Føroyum. - Um tað kanska ikki er so sjónligt fyri almenning- in, ger Fyribyrgingarráðið eitt stórt arbeiði á nógvum ymiskum økjum, sigur Heðin Thomsen, formaður í Fyribyrgingarráðnum. - Vit taka so avgjørt ábendingarnar í álvara, men um rúsevnisnýtslan er nógv vaksin, veit eg ikki at siga. Vit fara at viðgera málið á komandi fundi í ráðnum, sigur Heðin Thomsen. Atgongd til alla upplýsing Arbeiðið, sum Rúsdrekka- og Narkotikaráðið gjørdi, førir Fyribyrgingarráðið, sum tók við 1. jan. í ár, víðari. Ætlanin er, at Fyribyrgingarráðið skal hava konsulentar knýttar at sær. Konsulentar skulu vera fólk, sum arbeiða innan ymsa viðgerð í Føroyum. Hesi skulu ráðgeva Fyri- byrgingarráðnum, greiða frá, hvussu støðan er innan misnýtslu og annað, og gera tilmæli um, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk. -Hvussu fyribyrgingar- arbeiðið skal gerast og hvar hetta skal gerast, er eingin ivi í. Heilsusystrarnar gera eitt stórt arbeiði úti á skúl- unum, og vit fara eins og Rúsdrekka- og Narkotika- ráðið at skipa fyri ymsum tiltøkum. Hetta kann eitt nú vera, at fólk eftir áheitan frá skúlum undirvísa næming- um. Eisini skal uppsøkjandi arbeiði gerast. Fyribyrgingarráðið hevur atgongd til allar upplýsing- ar og hagtøl, sum eru um misnýtslu av ymsum evn- um. - Vit fylgja avgjørt við, hava samband við løgregl- una og hoyra, hvat er frammi í fjølmiðlunum. Spurningurin er altíð, um nóg nógv fyribyrgingar- arbeiði verður gjørt. Vit kunnu altíð gera meir, men vit eru noydd at raðfesta orkuna, vit hava til øll málsøkini, sum vit hava ábyrgdina av, sigur Heðin Thomsen, sum leggur aft- urat, at í framtíðini kunnu fólk rokna við, at Fyri- byrgingarráðið verður meiri sjónligt. Fyrimyndin Tann besta fyribyrgingin er tann heildarkenda upplýs- ingin børn og ung fáa í skúlunum, hjá heilsusystr- unum og hjá barnalands- læknanum, sum verður settur, sigur Heðin Thom- sen. - Lærarar og heilsusystrar gera eitt stórt arbeiði, tá ið tað kemur til fyribyrging og upplýsingar um heilsuna. Persónliga kundi eg hugsað mær, at ávirkanin á børnini í skúlunum gjørdist eitt natúrligt lið í dagligu undirvísingini, soleiðis at tey læra um ymsar vandar líka natúrligt sum um støddfrøði og landalæru. Verður tað gjørt, skal lestararætlanin fyri fólka- skúlan endurskoðast og hetta hava vit umrøtt í Fyribyrgingarráðnum. Eitt er, hvat skúlin kann og eigur at gera. Annað er, hvat foreldur læra síni børn. - Foreldur eiga eisini at vita, hvussu tey skulu læra børn síni um ymsu vand- arnar, sum eru, sigur Heðin Thomsen. At taka Rúsdrekka- og Narkotikaráðið av og ístaðin seta á stovn Fyri- byrgingarráðið er gjørt fyri at hava alla fyribyrging í Føroyum undir einum. Málsøkini eru nógv og ymisk, eitt nú royking, rús- drekka, rúsevni, eyðkvæmi og annað. Ein uppgáva hjá ráðnum er at gera tilmæli til landsstýrismannin við heilsumálum. Erna S. Hákonardóttir førdi fram í blaðnum í farnu viku, at tað er átrokandi neyðugt, at ein viðgerðarstovnur fyri ungar rúsevnismisnýtarar verður settur á stovn beinanvegin. Hesi ungu tørva eina ser- liga viðgerð, og hana kann eingin av verandi viðgerð- arstovnum veita nóg góða, heldur hon. Heðin Thom- sen er ikki samdur. - Eg eri ikki vitandi um, at viðgerðarstovnarnir og psykiatriska deild ikki duga at viðgera ungar rúsevnis- misnýtarar. Í Fyribyrgingarráðnum sita umframt Heðin Thom- sen, Jenny Lydersen, undir- vísingarleiðari í Menta- málastýrinum, Bjarta Wil- helm, leiðandi heilsusystir, Kjartan Mohr, farmaceutur, Magnus á Stongunum, kommunulækni, og Eyðvør Mortensen, deildarleiðari á Almannastovuni. Fyribyrgingarráðið fylgir við - Persónliga kundi eg hugsað mær, at ávirkanin á børnini í skúlunum gjørdist eitt natúrligt lið í dagligu undirvísingini, soleiðis at tey læra um ymsar vandar líka natúrligt sum um støddfrøði og landalæru, sigur Heðin Thomsen, formaður í Fyribyrgingarráðnum C M Y K 3 2