Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 19 - 29. januar 2002 Nr. 19 - 29. januar 2002 5 Tað eru Noma Tek og Formula Fo, sum hava staðið fyri menningini av hesi framkomnu skilji- maskinu. Nýggja maskinan hevur nógv størri kapasitet, tekur minni pláss og krevur minni fólk enn hin maskinan, sum nú er farin til Vágs FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Mánamorgunin var ætlanin at royndarkoyra nýggju og framkomnu skiljimaskin- una, sum Noma Tek og Formula Fo hava bygt til Fiskamarknaðin Føroya á Toftum. Oskar Joensen, sum starvast á uppboðssøluni, sigur, at nýggja maskinan er royndarkoyrd í smáum, og hann hevur góðar vónir um, at hon verður eitt stórt framstig hjá Fiskamarkn- aðinum. – Men hetta er ein fram- komin maskina, og tí slepst neyvan undan onkrum “barnasjúkum” í byrjanini. Her eru nógvar stýringar av ymiskum slagi. Men tá ið alt er komið uppá pláss, ivist eg ikki í, at maskinan kemur at lætta nógv um skiljingina. Mánamorgunin lógu tvey línuskip, Váðasteinur og Morgunstjørnan, og land- aðu, og ætlanin var, at nýggja maskinan skuldi skilja ein part av hesum fiskinum. Men tá ið Sosial- urin frætti, var skiljingin við nýggju maskinuni ikki byrjað. Minni pláss Oskar Joensen sigur, at ein trupulleiki hjá Fiskamarkn- aði Føroya er, at plássið er ikki so nógv, sum ynskiligt er, og tí er skiljimaskinan eisini lagað til verandi um- støður. – Tað serliga við hesi maskinuni er, at allur tann skildi fiskurin kemur út av endanum. Vanliga standa eini 10, 12 ella 14 kør við eina skiljimaskinu, og hesi “portur” taka nógv pláss. Hendan maskinan er líka sum í tveimum. Hon skilir fiskin uppí kør, sum taka 300-400 kg., og tá ið tey eru full, verður fiskurin stoyttur niður á band, sum førir hann út av endanum. Har standa so tvey kør, sum taka ímóti tí skilda fiski- num. Hann sigur, at nýggja maskinan kann skilja fiskin frá tveimum skipum í senni – ella t.d. fisk frá einum skipi á aðrari “linjuni” og útróðarfisk á hinari. Øktur kapasitetur – Vit hava havt eina Scan- vægt-skiljimaskinu, sum kundi skilja eini 10-12 tons um tíman - alt eftir, hvussu gekst. Haraftrat høvdu vit eina hondgjørda linju, sum FJM í Runavík hevur gjørt. Mett verður, at nýggja maskinan skilir eini 20-30 tons um tíman. So, hetta er ein stór kapasitetsøking. Oskar sigur, at Fiska- marknaðurin hevur hugt seg væl um eftir eini nýggj- ari skiljimaskinu, sum hevur nøktandi kapasitet og ikki tekur ov nógv pláss. Nógvar maskinur hava ver- ið inni í myndini. Niður- støðan er, at maskinan, sum Noma Tek og Formula Fo hava ment, er besta loysnin, og hon er mest at kalla skræddaraseymað til okk- um. – Hetta er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, leggur hann aftrat. Eitt framstig Scanvægt-maskinan er flutt suður til Vágs á uppboðs- søluna, sum Fiskamarkn- aður Føroya hevur har suð- uri. Oskar sigur, at meðan eini 6 fólk áður stóðu við gomlu skiljimaskinuna og skiltu 10-12 tons um tíman, kunnu nú eini 4 fólk skilja 20-30 tons um tíman við nýggju maskinuni, tá ið hon er komin í gongd. – Hetta skuldi avgjørt verið eitt framstig hjá okk- um, sigur Oskar Joensen at enda. Stjóri á Fiskamarknaði Føroya er John Nielsen. Fiskamarknaður Føroya á Toftum: Hevur fingið nýggja og framkomna skiljimaskinu FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað hevur viðrað illa sein- astu dagarnar, og mána- morgunin vóru fleiri avlýs- ingar fyri veður og kava. Nøkur skip hjá Strand- ferðsluni lógu, og nakrir leiðir koyrdu ikki. Skúlar í Suðuroy lýstu við, at eingin skúlagongd var, og tað gjørdi Sandoyar Megin- skúli eisini. Koyrandi var ikki til eysturbygdirnar í Sandoynni, ikki á vest- mannavegnum og heldur ikki var koyrandi til Gjáar. Skálafjarðasiglingin varð eisini rakt av vánaligu lík- indunum. Lítil fiskiskapur Men tað er ikki bara uppi á landi, at illveðrið ger um seg. Tað ger tað, sum rími- ligt er, eisini á sjónum. Lítil fiskur var á markn- aðinum mánamorgunin og tey skip, sum vóru komin inn, høvdu lítið av fiski. Tí- skil var líkt til, at gólvini á nøkrum flakavirkjum verða turr í dag ella í morgin. So, tá fáa nøkur fólk, sum starvast á hesum virkjum, ivaleyst eina fríløtu við hús. Skansatangi og Research lógu landingarklárir í Sal- tangará mánamorgunin; teir høvdu bert 700-800 kassar tilsamans. Av hesum vóru 40.000 pund upsi. Restin toskur, hýsa og onnur fiskasløg. Á Fiskavirking í Saltang- ará væntaðu tey Vestur- varða mánakvøldið. Teir hava einar 1000 kassar, harav sløk 80.000 pund er upsi. - Vit vænta, at vánaliga veðrið seinastu dagarnar er høvuðsorsøkin til, at fiski- skapurin nú er lakari. Tað er illa roynandi hjá skip- unum, og tað sæst so aftur í nøgdini, tá ið skipini landa. Onkur frídagur Tá ið vit frættu mánamorg- unin, hevði Fiskavirking í Saltangará stívliga 50.000 pund niðurfyri, og tað tekur ikki langa tíð hjá einum slíkum virki at arbeiða tann fiskin undan. - So, vit kunnu vænta, at her verður ein steðgur, nú veðrið er so vánaligt, søgdu tey á virkinum. Fiskavirking í Saltangará hevur annars keypt nakað av fiski í Sørvági, men mánamorgunin var ikki koyrandi á vestmannaveg- num, so hendan fiskin høvdu tey ikki fingið í hús, tá ið vit frætti. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tvøroyri: Á Fiskavirking á Tvøroyri høvdu tey nóg mikið av fiski til báðar teir fyrstu dagarnar í vikuni, hóast eingin landing var í gjár og neyvan í dag heldur. - Men vit vænta Rankan einaferð í vikuni. Nær, hann kemur, er ikki greitt. Vit fara eisini at keypa nakað av fiski á uppboðs- søluni, segði virkisleiðarin, Bjarni Hansen, tá ið Sosial- urin frætti mánamorgunin. Hann visti annars at siga, at øll skipini eru úti, bæði trolararnir og garnaskipini. - Men tað hevur viðrað illa í seinastuni, so ivasamt er, hvat er komið burtur úr hjá skipunum hesar sein- astu dagarnar, sigur virkis- leiðarin. Vænta Rankan í vikuni Illveðrið tarnar fiskiskapinum Tað serliga við nýggju skiljimaskinuni hjá Fiskamarknaði Føroya er, at allur tann skildi fiskurin kemur út av endanum. Vanliga standa eini 10, 12 ella 14 kør við eina skiljimaskinu, og hesi “portur” taka nógv pláss. Kirkjubøar Kom- muna hevur yvir 40 umsóknir um grund- stykki. Seinni í ár verður nýggj byggi- ætlan klár, men bæði barnaansing og skúli skulu fylgja við KOMMUNUMÁL Áki Bertholdsen Tað er stórur áhugi fyri at fáa grundstykki til sethús í Kirkjubøar kommunu. Men borgarstjórin, Annfinn Brekkstein, sigur, at bygda- ráðið ætlar at fara varisliga fram, fyri ikki at missa tamarhaldið á støðuni. – Tað er ikki bara at lata fólki grundstykki, sigur hann. Tað er so nógv annað, sum fylgir í kjalarvørrinum á tí, bæði skúli og dagrøkt og vit ætla ikki at fara skjótari fram, enn at vit kunnu fylgja við á teimum báðum økjunum eisini. Á bygdaráðsfundinum, sum skuldi vera í gjár- kvøldið, skuldi bygdaráðið hava fýra byggimál í sam- band við sethús á skránni. Talan er um tvey byggi- loyvi á Velbastað og eitt byggiloyvi og eitt útgrav- ingarloyvi í Kirkjubø. Annfinn Brekkstein sig- ur, at kommunan veksur sera skjótt og kommunan hevur yvir 40 umsóknir liggjandi frá fólki, sum vilja hava grundstykki. Hvussu nógvar av hesum umsóknunum er veruligar, veit hann ikki. – Tað er sera stórt trýst á Suðurstreym sum heild og eg veit, at summi av teim- um, sum hava søkt um grundstykki hjá okkum, hava søkt fleiri staðni í øll- um miðstaðarøkinum, líka úr Havn, norður til Hósvík- ar, og kanska longri við. Fyrr var tað ein treyt fyri at fáa grundstykki í Kirkju- bø ella á Valbastað, at fólk skuldi hava tilknýti til plássið, men tann treytin er burtur nú. – Tað er ógvuliga positivt at fáa tilflytarar í kommun- una. Tilflytararnir hava av- gjørt verið eitt positivt íkast til kommununa, tí tað eru blivnar heilt aðrar bygdir. Men hann sigur kortini, at tað framvegis er so, at fólk, sum hava tilknýti til kommununa, verða enn tik- in framum, sigur hann. Ongi grundstykki Annars er kommunan illa fyri við grundstykkjum, so nú eru ongistykki tøk. men kommunan arbeiðir við einum nýggjari byggiætlan og í henni eru útvið 40 grundstykki. Nýggja byggi- ætlanin verður klár seinni í ár. – Men hesi stykkini verða ikki seld beinanveg- in, tí vit ætla ikki at selja tey, fyrrenn vit hava barna- ansing og skúlaviðurskift- ini í lagi eisini til at taka ímóti teimum børnum, sum nýggja búsetingin førir við sær. – Nú búgva 226 fólk í kommununi og av teimum eru 87 undir 18 ár, so her eru nógv børn. Nýggjur skúli er á Velbastað, men har eru næstan 40 børn longu. Skúlin tekur ikki stórt meiri enn eini 10 børn afturat, so er hann fullur og bíðilisti er til barnagarðin. Men hann viðgongur eis- ini, at tað er mark fyri, hvat ein lítil kommuna orkar av útbyggingum og hann væntar ikki, at talan verður um nakra útbygging av týd- ningi tey næstu fimm árini. Stórt trýst á Kirkjubøar Kommunu – Tað er gravgangur eftir grundstykki í Kirkjubø og á Velbastað, men kommununan ætlar at fara varisliga fram fyri ikki at missa tamarhaldið á støðuni ORKUVEITING Áki Bertholdsen – SEV hevur ikki ligið sjó- varfallið av sær. Tvørtur- ímóti hava vit brúkt milli- ónir uppá at kanna øðrvísi orkukeldur enn tær, vit nú hava. Hans Tausen Olsen er formaður í Umboðsnevnd- ini hjá SEV og hann er alt annað enn samdur við Kára Thomsen, formanni í Før- oya Nattúru og Umhvørvis- verndarfelag, sum seinastu tíðina fleiri ferðir hevur funnist at SEV fyri at hava start seg blint uppá vatn- orku og oljuverkum, heldur enn at kanna aðrar orku- keldur, sum fara betri við umhvørvinum. Kannað fyri milliónir Hans Tausen Olsen sigur, at øll hesi seinastu nógvu ár- ini hevur Sev brúkt einar 600-700.000 krónur um ár- ið til at kanna øðrvísi orku- keldur við, bæði vindorku, brint,vatn og aðrar orku við. Harumframt hevur Sev verkfrøðingar við útbúgv- ingum á økinum og onnur fólk í starvi, sum alla tíðina fylgja við og hava fingurin á pulsinum. – Og niðurstøðan er, at í hvussu so er enn, liggja bæði brint, vindorka av týd- ningi og aðrar orkukeldur so langt frammi ítíðini, at tað hevði verið ómøguligt hjá Sev at lagt seg eftir tí. – Uppgávan hjá Sev er at hava eina orkuveiting, sum altíð er 100% álítandi, tí tað ber ikki til, at vinnulív ligg- ur við ongum streymi ella atspenningurin er ójavnur. Tí er tann heilt greiða niðurstøðan enn tann, at tað skilabesta í Føroyum er at seta álitið á vatnorkuna og motorkrafverkini. Vildu ikki levera Formaðurin í umboðsráð- num førir fram, at tað eru ikki meiri enn tvey ár síð- ani, at Sev gjørdi avtalu við danska fyritøku um at lev- era eina vindmyllu. – Men tá ið tað kom til stykkis, vildi fyritøkan ikki lata okkum fáa mylluna, tí teir stúrdu fyri, at hon fór ikki at at klára føroyska veðurlagið og at teir tí fóru at koma sær í ringt orð. Hans Tausen Olsen vísir eisini á, at vindmyllurnar eru so stórar og tungar, at tað er neyðugt at hava vega- samband til myllurnar fyri at seta tær upp. – Í føroyum hava vit ongi amboð at seta eina slíka myllu upp við.Táið vit skuldu fáa mylluna fyri tveimum árum síðani, var bara ein krani í øllum ríki- num, sum orkaði at lyfta eina myllu so høgt upp sum kravdust og tá var avtala gjørd um at fáa hendan kranan til Føroyar. – At at tosa um at seta myllur upp í Fugloy og á Borðuni í Nólsoy, ella aðra- staðni, har ongin vegur er, er ikki sakligt, sigur Hans Tausen Olsen. Hann leggur afturat, at netið hjá Sev tolir ikki meiri enn seks megawatt, so skulu vit hava vindorku, sum krevur, at nógv meiri skal leggjast út á netið, skal tað byggjast rættiliga nógv út. – Alt hetta kostar óhug- naligar upphæddir og tí er vindorka av týdningi ikki upp á tal í løtuni. Hann sigur eisini, at tað er veruleikafjart at tosa um aðrar orkukeldur sum nakað álítandi, tí hóast royndir verða gjørdar við brinti og øðrum, er hetta orkukeldur, sum liggja langt, langtframmi í tíðini. Hann sigur eisini, at tað er ein spurningr um, antin vit eru sinnað til at avtakla ein stóran part av landslag- num við vindmyllum, tí vakrar eru tær ikki. og tað er eisini at skemma natúr- una. Hinvegin heldur hann ikki, at Vatnorkan hevur nakra serliga ávirka á um- hvørvið. – Tað er rætt, at vatn verður tikið úr áunum. Men eru tær ov turrar? Tað, eg havi fingið at vita frá teim- um, sum fáast við seyð, er at har Sev hevur vatnorku, eru hagarnir er blivnir nógv betri, tí teir eru blivnir turrari. – Tað doyggja nøkur síl á vegnum, men spurningurin er, um tað er ov høgur prís- ur at gjalda fyri at fáa vatn- orkuna, sum annars er púra rein og óskaðilig fyri um- hvørvið, sigur Hans Tausen Olsen. Hann vísir eisini á, at flest øll onnur lond av fleiri møguleikar at útvega sær streym. – Um so øll verkini í Danmark steðga, kunnu tey altíð fáa streym aðrastaðni frá. Tann møguleikan hava vit ikki í Føroyum. Vit hava bara tann streymin, vit sjálvi útvega okkum, tí má talan verða um heilt álít- andi streym. Vit hava ikki ráð at trilva okkum fram við skipanum, sum enn eru meiri ella minni á royndar- stigi, sigur Hans Tausen Ol- sen. SEV brúkt milliónir uppá at kanna aðrar orkukeldur – Tað er ongin felags- skapur í landinum so opin og demokratisk- ur sum SEV, sigur for- maðurin í umboðs- nevndini, Hans Tau- sen Olsen SEV Áki Bertholdsen Sev ein opin felagskapur Hans Tausen Olsen sigur, at Sev er ein tann mest demokratiski felagsskapur í landinum. – Tað eru kommunurnar, sum eiga Sev og hvør ein- asta kommuna er umboðað í umboðsráðnum við einum umboðið fyri hvørji 1.000 fólk, so at ein kommuna við 15 fólkum hevur eitt umboð, ein kommuna við 1.100 fólkum hevur tvey umboð og ein kommuna við 2.100 fólkum hevur trý umboð o.s.fr. Umboðsráðið er hægsta vald í Sev og hava rætt at leggja mál fram til viðgerð- ar. Umboðsnevndin velur eitt stýrið, sum stendur fyri dagliga rakstrinum saman við stjóranum, undir ábyrgd fyri umboðsráð- num. Umboðsráðið velur eisini ein formann, sum er við á øllum fundum í stýri- num og annars er við í øll- um, sum fer fram í Sev. – Tað er eisini umboðs- nevndin, sum góðkennir fíggjar- og rakstraætlanir- nar hjá Sev. Hans Tausen Olsen sigur, at tí er umboðsráðið fult út kunnað um alt, sum fer fram í Sev. Hann sigur, at bæði Tryggingin og Føroya Sparikassi eru síðani farin yvir til somu skipan sum Sev við stýri og umboðs- nevnd fyri at fremja opin- leikan í stovnunum. Fyri at gera Sev enn meiri opið, hevur leiðslan einaferð um árið ferðast út í hvørt økið í landinum at kunna umboðsmenninar um tær kanningar og verk- ætlanir, sum eru frammi, so at teir fáa høvi at spyrja og at koma við viðmerkingum. Harafturat er ein skúla- stova í umsitingarhúsinum hjá Sev í Havn, har skúla- flokkar, og onnur, kunnu koma at fáa upplýsingar um Sev. Fyri afturlætnum hurðum HansTausen Olsen sigur, at higartil er tað støðan hjá umboðsnevndini hvat tað støðu, at fundirnir í um- boðsnevndini hjá Sev skulu vera fyri afturlætnum hurð- um. – Hetta er eitt mál, sum umboðsnevndin sjálv av- gerð. Hans Tausen Olsen sigur, at fyri seks árum síðani varð uppskotframmi um at fundirnir skuldu vera al- mennir, men tað var greið- ur meiriluti ímóti tí. – Meirilutin av umboðs- nevndini helt, at Sev var so opin og demokratiskur felagsskapur frammanun- dan við tað, at allar kom- munur hava umboð. Sami meiriluti helt, at verða fundirnir almennir, er eisini vandi fyri, at limir í um- boðsnevndini fara at aftra seg við at føra síni sjónar- mið fram. Men nú er so aftur upp- skot lagt fram um at fundir- nir skulu vera almennir og tað kemur til viðgerðar á næsta fundi í nevndini. Sev skal tryggja øllum landi- num álítandi streym og tí ber ikki til at seta álitið á orku- keldur, sum enn eru meiri ella minni á royndarstigi. Heldur ikki vindorkan er nógv væl útbygt til at vera ein álítandi orkukelda enn, sigur Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsnevndini hjá Sev Sev er mest demokratiski felagsskapurin í landinum C M Y K 5 4