Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 19 - 29. januar 2002 Nr. 19 - 29. januar 2002 7 Stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, er fyri at privatisera almennar fyritøkur. Hann heldur tað vera avgerandi, at fyri hvørja fyritøku sær verður funnin tann rætti prísurin. Tað er avgerandi, at vit selja, meðan tað gongur væl í búskapinum eins og hjá fyritøkunum. Ein breiður politiskur meiriluti skal til fyri at seta ætlanirnar í verk. Enn er langt á mál í ætlanum um at einskilja almennu føroysku fyritøkurnar VINNULÍV/SAMRØÐA Heri á Rógvi Løgmaður vil fegin hava, at tær fyritøkurnar, sum landsstýrið og tað almenna eiga, skulu á privatar hend- ur. Í løgmansrøðu sínari á ólavsøku í 2000 boðaði løgmaður, Anfinn Kalls- berg, frá, at landsstýrið fór í holt við at fyrireika privati- seringar í tí, at landsins ovastu myndugleikar fóru at seta eitt kanningarar- beiðið í verk, ið hevði til endamáls at greiða nakrar av mest týdningarmiklu spurningunum í sambandi við privatiseringar. Og hetta er eisini ein gongd, sum kenna uttan úr heimi. Ongland gekk undan í áttatiárunum, tá stórt sæð alt varð privatiserað. Síðani hevur ein eitt sindur meira hóvlig gongd verið at sæð, sum er í tráð við tað ný- liberialistiska heimsrákið. Ein kanning, ið skuldi umfata virðismeting av stovnum og fyritøkum hjá landinum, fyrimunir og vansar við møguligari sølu og hvussu ein møgulig til- gongd kundi verið skipað. Síðani tá er ein frágreið- ing skrivað. Samsvarandi við, at privatisering nú eitur einskiljing, so hava tey bestu innan almennaum- siting nú skrivað Frágreið- ing um at einskilja fyri- tøkur landsins. Tað er henda frágreiðing, sum liggur sum grundarlag fyri frágreiðing frá løgmanni um einskiljing av fyritøk- unum og komandi aðal- orðaskiftinum á tingi. Vit hava sett Jørn Astrup Hansen stevnu til eitt prát, har privatiseringar eru temaið. Fyri Stjórin fyri Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, kom til Føroya í 1993. Líka síð- ani hann kom til oyggjarnar hevur hann verið at kalla miðpunktið í føroyska bankaheiminum. Hann varð settur í starv sum stjóri í tí illa strandaða Sjóvinnu- bankanum; árið eftir gjørd- ist hann stjóri í tí "nýggja" Føroya Banka, sum varð samansettur av Sjóvinnu- bankanum og Føroya Banka. Og hann hevur verið verandi í Føroyum líka síðani. Hann er í dag somikið føroyskur, at hóast hann enn tosar danskt, so skilir hann føroyskt, og hann kennir føroyskt vinnulív út og inn. Føroyar og føroyska samfelagið verða eisini rópt "vi" av bankastjóranum, meðan vit sita og práta. Jørn Astrup Hansen telist eisini millum tey, ið halda, at tað at privatisera fyri- tøkurnar hjá tí almenna er nakað gott. Hetta er eitt gott fyri fyritøkurnar sjálv- ar og ikki minst lands- kassan og samfelagið. Bankastjórin heldur, at hansara egni banki væl kann privatiserast, og hann er mestur eisini ein gloypi- biti fyri strategiskar íleggj- arar. Hann hevur tó als einki at klaga um, og hann heldur, at mynguleikarnir hava víst fyrimyndarligan atburð í sambandi við, hvussu teir hava rikið ella latið bankan verða riknan gjøgnum Fíggingargrunn- in, ið eigur Føroya Banki. Fíggingargrunnurin virkar heldur ikki, sum vanligir grunnar, tí grunnurin betal- ur vinningsbýti til lands- stýrið, ið eigur Fíggingar- grunnin, og hetta gera grunnar vanliga ikki. Sum prinsipp er Jørn Astrup fyri privatisering- um, men hann kennir tað ikki soleiðis, at allar fyritøkurnar hjá tí almenna eiga at verða tiknar fram í sambandi við ætlaðar pri- vatiseringar, tí hetta er at meta meira sum provoka- tión enn nakað annað. – Tað er eyðsæð, at fyri- tøkur sum Føroya Banka og Atlantic Airways eiga og helst eisini kunnu verða privatiseraðar, har tað eisini eru áhugaðir keyparar, men at privatisera Postverk Føroya og Strandferðsluna meti eg meira sum pro- vakatión enn nakað annað, sigur Jørn Astrup Hansen. Eitt annað prinsipp hjá Jørn Astrup er, at privatar fyritøkur sum ein megin- regla verða betri riknar enn almennar fyritøkur. Hann avvísir í hesum sambandi eisini tann tankan um, at fyritøkurnar skjótt eru í einari nýggjari kreppu sum fyrst í hálvfemsunum, og so má tað almenna aftur koma inn og taka um endan. – Støðan í 92-93 var nakað heilt serligt. Talan var um, at allur búskapurin og alt samfelagið var koyrt so ótrúliga langt út móti eggini, at tað ikki vendist aftur. Hetta kunnu vit sum so ikki rokna við hendur aftur. Vit mugu jú rokna við, at fólk reka fyritøk- urnar fyri at tær skulu kasta pengar av sær og ikki fyri at koyra tær á heysin, tá hetta ikki gevur nakran vinning, metir Jørn Astrup Hansen. Krøv Frágreiðingin um at ein- skilja fyritøkur landsins er sum áður sagt skrivað við tí fyri eygað at kanna for- treytir og møguligar støður í sambandi við privatiser- ingar av almennu fyritøk- unum. Frágreiðingin metir tað vera møguligt at pri- vatisera allar av teimum almennu fyritøkunum, ið verða tiknar við frágreið- ingini. Frágreiðingin nýtir tó tað fyrilit, at skilja ímillum natúrligt monopol og ónatúrligt, tá spurn- ingurin um monopol og kapping millum alment og privat er rættiliga avgerandi í øllum kjakinum um at privatisera. Jørn Astrup Hansen er av teirra fatan, at frágreiðingin frá landsins myndugleikum sum so er eitt vælaverk. Hann fílist tó á, at altav- gerandi lið ikki verða tikin við. – Frágreiðingin hevur í veruleikanum ikki gjørt sær nakran sum helst tanka um, hvussu hesar fyritøkurnar skulu seljast og til hvønn. Tað snýr seg um at gera tað áhugavert fyri keypararnar, um nakar skal tíma at leggja pengar í hesari góðu fyritøkur. Í so máta er frágreiðing alt ov nógv bakteriufrí ella laboretori- um kend, sigur Jørn Astrup. Tað, at gera fyritøkurnar spennandi fyri seljarnar heldur Jørn Astrup vera sera týdningarmikið og ikki nakað, ið vit eiga at gloyma. Fyritøkurnar mugu byrja at hugsa heilt øðrvísi um, hvussu fyritøkan skal skipast. – Sum støðan er nú, er tað bara ein av teimum fyri- tøkunum, ið verða nevndar í freigreiðingini – nevniliga Føroya Banki - ið betalur vinningsbýti til eigarnar. Hetta sigur heldur ikki so lítið, tá hugsað verður um, at mann nú hugsar sær at fara út og selja fyritøkurnar til keyparar, sum hava fíggjarligan vinning sum einastu orsøkina til at keypa, sigur Jørn Astrup Hansen. Mentanin Spurningurin um almennu fyritøkurnar skulu enda á útlendskum hondum hevur verið uppi og vent fleiri ferðir í sambandi við kjaki um framtíðina hjá føroyska vinnulívinum. Aðrastaðni í Evropa eru einskiljingar- tilgongdir settar í verk við tí fyri eygað at tiltrekkja útlendskan kapital. Í Før- oyum eru tað nógv, ið ikki hava serliga positiv sjónar- mið, tá tað snýr seg um út- lendskan kapital í føroyska vinnulívinum. Eitt nú í sambandi við alivinnuna hevur tað verið nógv rokan um, at norrmenn hava sýnt føroyskum alifyritøkum áhuga. Jørn Astruip vísir á, at sum støðan er, eiga útlend- ingar stóran part í fleiri føroyskum fyritøkum. Eitt nú í Smyril-Line eru tað hetlendingar og íslending- ar, sum mynda stóran part av eigarunum í fyritøkuni. Jørn Astrup heldur sam- stundis, at hetta við út- lendskum kapitali er nakað, ið vit mugu byrja at venja okkum við. Hetta vísir eisini, at tað er áhugi fyri at gera íløgur í Føroyum, heldur hann. Tá vit spyrja, um tað er nokk av kapitali í Føroyum til at keypa almennufyri- tøkurnar, sum rúma ein stóran part av føroyska vinnulívinum. Eisini verður spurt, hvørt tað er neyðugt at fara uttanlands eftir kapitali – og er hetta ynski- ligt? – Eg meti tað vera trupult at svara spurningunum, hvørt tað er nokk av kapitali í Føroyum. Her verður neyðugt at meta um hvørja fyritøku sær. Eg haldi, at tað ber til at koma rættiliga langt við føroysk- um kapitali. Føroyski kapi- talurin vil eisini veksa við tíðini, tá hugsað verður um, at føroyingar spara rættiliga nógv upp, Eitt nú kann tað hugsast, at fleiri pensjóns- kassar fara at vera rættiliga peningasterkir um nøkur ár, sigur Jørn Astrup. Sjálvur sær hann ikki nakran í, at útlendskir íleggjarar koma upp í føroyska vinnulívið. Hetta sigur við teirra grundgev- ing, at tað hevði verið gott við at fingið hendur á vitan uttanífrá, og hetta eru eisini oftani strategiskir íleggjar- ar, sum miðvíst fara til verka. Eitt, sum Jørn Astrup heldur vera av sera stórum týdningi, er, at vit gera okkum greið yvir, hvat hesar privatiseringar vilja fara at merkja. Hann vísir á, at tað í Føroyum ikki er nøkur serlig siðvenja fyri at keypa virðisbrøv sum ano- nymur keypari. – Í Føroyum hava vit bert upplivað í ógvuliga avmark aðan mun, at "vanligi" føroyingurin hevur sett pengar í eina fyritøka uttan at vita, hvørji hini vóru, sum settu pengar í (ano- nymur íleggjarir, blðm). Tað mest vanliga hevur verið, at samtøk av privat- um persónum hava sett pengar í skip og annað, har tey vóru væl vitandi um, hvørji onnur vóru við í fyritøkuni og sostatt eisini kundu vera kunnaði um og við til avgera, hvørji fóru at mynda nevnd og leiðslu, sigur Jørn Astrup. Hóast nøkur endalig tilgongd ikki er staðfest nú, so kann roknast, og tað hevur eisini verið nógv tosað um, ein virðisbræva- marknað. Her skulu virð- isbrøv í fyritøkunum kunnu keypast av vanliga føroy- inginum, men hetta er ikki nakað, ið vil henda eftir einum degi, metir Jørn Astrup. – Tað er skeivt, tá vit ímynda okkum at bara vit gera ein virðisbrævamarkn- að, so vilja fólk keypa soleiðis uttan víðari. Talan er pengar, sum fólk skulu finna upp úr lummanum, og her er eisini talan um milliarda upphæddir, sigur Jørn Astrup. Hann vísir á, at teir pri- vatu minnilutapartaeigarnir í teimum báðum gomlu bankanum, Føroya Banki og Sjóvinnubankin, í tí tíðarskeiðinum frá tí bank- arnir vórðu stovnaðir í 1906 og 1932 og heilt framtil 1992 einans høvdu innskotið tilsamans 40-45 mió. kr. í eginpeningin í bankanum. og hetta er sera lítið, tá vit hugsa okkum, at tað í dag mest sannlíkt skal ein milliadr upphædd fyri at ogna sær Føroya Banka.. Tað sama prinsippið er fyri tað nógva galdandi um føroyskar fyritøkur, har rættiliga lítið av peningi er skotið inn í fyritøkurnar. Nógvar av hesum eru farnar á húsagang, men fleiri av hesum hava eisini klárað seg ógvuliga væl. – Her verður talan um nøkur heilt onnur ting, um vit skulu hugsað um at keypa stórar almennar fyri- tøkur fyri nógvar pengar, og síðani víðari við hesum á ein virðisbrævamarknað, sigur Jørn Astrup. Tilgongdin Í sambandi við, at almennar fyritøkur skulu á privatar hendur, verður tosað um eina einskiljingartilgongd- in. Um politiskur vilji er til staðar, verður tað eftir øllum at døma ein drúgvur umgangur at skipa soleiðis fyri, at almennu fyritøkur- nar fara á privatar hendur. Sum nevnt aðrastaðni, metir Jørn Astrup tað hava sera stóran týdning, at vit gera okkum greið yvir, hvat tað er vit bjóða út. Í spurninginum um til- gongdina, metir Jørn Astrup eitt vera avgerandi fram um alt annað: Prísurin. – Tað snýr seg um at fáa tann rætta prísin. Vit skulu selja fyritøkurnar soleiðis at vit fáa rætta prísin. Hetta er altavgerandi. Prísurin eigur at verða grundaður á eina samlaða virðismeting, sum leggur upp fyri verandi viðið á hvørjari einstakari fyritøku og framtíðar vinn- ingi, sigur Jørn Astrup. – Mann eigur eisini at leggja til merkis, at fleiri av teimum almennu fyritøk- unum hava útviklað seg til konsernir, har fyritøkurnar eiga upp í fleiri dótturfeløg. Í flestu førum vil mann kunna hugsa sær, at mann selja dóttirfeløgini fyri seg, og hetta vil lætta um tilgongdina. Eisini eiga fleiri av hesum fyritøkun- um passivar íløgur í øðrum fyritøkum, sum oftani vilja kunnu seljast frá. Harvið verður kapitaltørvurin hjá føroysku íleggjarum at keypa fyritøkurnar frá landsstýrinum minni, sigur Jørn Astrup Hansen. Samstundis kennir Jørn Astrup tað vera ógvuliga neyðugt, at vit síggja aðrar avgerandi liðir í tilgongd- ini. – Tað skal gerast ein ógvuliga fyndug og drúgv viðgerð og meting av hvørjari einstakari fyritøku, og tað verður óivað neyðugt at taka leiðslurnar í fyri- tøkunum og í ávísum førum eisini ráðgevarar uttaniífrá fyri at fáa eina saklig meting av virðinum hjá fyritøkuni. Samstundis er tað ógvuliga týdningar- mikið - kanska tað mest týdningarmikla av øllum – at tað er breiður politiskur vilji aftanfyri hetta. Fer mann undir eina slíka tilgongd, so vendist ikki aftur. Tá tað almenna hevur sloppið sær av við yvir 10% av einari almennari fyritøku, so ber ikki til at spola aftur til byrjanina. Er ikki breiður uppbakningur fyri privatisering, eigur mann heldur ikki at fara undir hetta, sigur Jørn Astrup. Sum heild kennir hann tað eisini soleiðis, at skulu vit selja fyritøkurnar, eigur hetta at verða gjørt í so góðum tíðum hjá búskap- inum sum gjørligt, tá hetta gevur besta prísin. Sum áður nevnt, heldur Jørn Astrup ikki, at tann skrivaða frágreiðingin ger sær nóg nógvar tankar um, hvussu tilgongdin skal skipast, og hetta heldur hann vera óheppið. – Tað liggur eitt ómeta- liga stórt arbeiði fyri framman. Skal mann taka hetta stigið, er neyðugt, at fyrireikingarnar verða gjørdar til fulnar, sigur Jørn Astrup Hansen. Sjálvur sær Jørn Astrup eina møguliga tilgongd soleiðis, at ein stórur partur av einari fyritøku, 25-50%, verður í fyrstu atløgu verð- ur seldur til eitt vinnuligan bólk ella líknandi. Ein tílík tilgongd metir Jørn Astrup hevði verið best fyri allar partar, bæði sjálvan prísin, og hetta hevði eisini givið landinum mest. – Tað, sum er avgerandi, er, at vit varðveitar fyri- tøkurnar sum skattgjaldarar í Føroyum og harvið vinna inntøkur, metir Jørn Astrup Hansen. Føroya Banki Tá vit spyrja Jørn Astrup eftir, hvussu tað hevði riggað við at privatisera Føroya Banka og hvat landið hevði fingið burtur úr hesum, svarar hann: – Tað almenna fær upp á stutt sigt ikki so nógv burturúr at privatisera Føroya Banka. Tann spurn- ingurin um, hvør skal eiga vinnulívið er rættiliga grundleggjandi og er rætti- liga filosofiskur. Hyggja vit breitt eftir spurning- inum, so kann ein væl hugsa sær, at tað almenna hevur ein ríkiliga stóran leiklut í Føroyum. Um vit ynskja okkum eitt liberalt, pluralistiskt samfelag, so er hetta treytað av einar størri privatari luttøku enn hana, ið vit hava í dag, heldur altso Jørn Astrup Hansen. Sjálvur tekur hann undir við tí, ið verður tilmælt í frágreiðingini, at privati- sera Føroya Banka. – Tað er ein langur vegur eftir enn, staðfestir Jørn Astrup Hansen at enda. Jørn Astrup Hansen um privatiseringar: Uttan breiðan politiskan stuðul gerst einki Arbeiðssetningurin í frágreið- ingini um at einskilja fyritøkur landsins • Í fyrsta lagi verður frágreiðing skrivað, ið kann nýtast sum grundarlag fyri politiskari viðgerð av spurninginum um, í hvønn mun hitt almenna eigur at selja fyritøkur. • Í øðrum lagi eigur frágreiðingin at lýsa, hvussu áhugamálini hjá tí almenna og samfelagnum sum heild verða tryggjað, um so er, at politisk undirtøka er fyri at selja ávísar av fyritøkum landsins. Søla kann byrja undan 2004: Føroya Tele Atlantic Airways Føroya Banki Fiskavirking Faroe Seafood Føroya Lívstrygging Útlán hjá landskassanum -Frágreiðing um at einskilja fyritøkur landsins Jørn Astrup Hansen, stjóri Føroya Banka greiðir frá sínum hugsanum viðvíkjandi privatiseringum í samrøðuni við Sosialin á hesum síðunum – Tað, sum er avgerandi , er, at vit varðveitar fyritøkurnar sum skattgjaldarar í Føroyum og harvið vinna inntøkur, metir Jørn Astrup Hansen C M Y K 7 6