Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 19 - 29. januar 2002 Nr. 19 - 29. januar 2002 9 - Tað er ikki rætt, at so stórur váði liggur hjá tí almenna. Tí eiga vit at fara undir eina varisliga og spakuliga einskiljing/privatiseri ng av fyritøkum. Avkastið skal so m.a. brúkast til at lækka skattin við heldur løgmaður. EINSKILJING/ PRIVATISERING Jan Müller Í dag er aðalorðaskifti á tingi um frágreiðing frá landsstýrinum um einskilj- ing ella betri kent sum privatisering. Tað er Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum hevur tikið stig til at fáa eina frágreiðing gjørda og er tað henda frágreiðing, sum er grundarlagið undir tí orðaskifti, ið byrjar í løgtinginum í dag. Løgmaður er sera spentur um hetta orðaskiftið. Hann heldur tað vera umráðandi at fáa eitt sakligt heldur enn eitt ideologiskt orðaskifti um, hvussu vit kunnu fáa sum mest virði fyri eina røð av ognum/fyritøkum, sum skattaborgarin hevur goldið fyri. Anfinn Kallsberg leggur serstakan dent á hetta við risikospjaðing, sum hann málber seg. –Vit hava sum er lagt allan váðan í eina kurv. Hendir ein afturgongd í føroyska samfelagnum, so eru tey virðini, sum í dag liggja í Fiskavirking, Fiska- søluni, í banka og øðrum fyritøkum, brádliga útsett fyri, at konjunktirnir í sam- felagnum kunnu gera, at hesi mongu virði blíva burtur – samtíðis sum vit hava mest brúk fyri frá almennari síðu at lyfta uppundir búskapin. Høvdu vit tá nøkur aktiv, sum ikki lógu í somu kurv, og sum vit kundu brúkt í føroyska samfelagnum, tá hevði tú fingið gagn av tí. Men trupulleikin kemur, tá nið- urgangstíðir eru. Tá minka eisini tey virði, sum vit skulu hava til at standa ímóti við. Anfinn Kallsberg heldur tí, at vit - fyri at forða slík- um útviklingi - mugu til at spjaða váðan av teimum virðum, sum landið eigur. Tvs. at vit tá ikki verða so bundin at hava allar spari- pengarnar hjá landinum liggjandi í føroyska vinnu- lívinum. Í praksis merkir hetta, at tað almenna tekur seg burt- ur úr vinnulívinum so ella so og harvið spjaðir váðan. Avkastið tað almenna har- við fær kann so brúkast til ymisk endamál eitt nú til at niðurgjalda skuld við. Tú kanst eisini spjaða tað so- leiðis, at tað ikki verður beinleiðis ávirkað av kon- junkturunum í Føroyum. Løgmaður leggur dent á hetta, at vit koma at hava brúk fyri almennum peng- um í eini niðurgangstíð. Og tá hevði sanniliga verið gott at havt fullan valuta tøkan sum hann málber seg. Løgmaður vísir á, at tað í dag er nógvur annar kapi- talur í tí føroyska samfelag- num enn tann almenni kapitalurin. Tað eru m.a. fleiri stór feløg, sum kanska eiga einar 8-10 milliardir kr. í útlandinum. Tann kapitalurin er ikki ávirkaður av tí føroyska konjunkturinum. Tey fe- løgini kundu væl gjørt íløgur í føroysk virðisbrøv og føroyskar fyritøkur, soleiðis at landskassin ikki hevði allan váðan á einum stað. Løgmaður heldur tað er í lagi, at landskassin hevur eitt sindur av váða nógva staðni. Umráðandi er bara at spjaða váðan. Ikki alt í senn Løgmaður sigur, at tað, sum ræður um, tá almennu feløgini skulu einskiljast, er ikki at fara út og selja øll partabrøvini í einum. Tá fær tú ongan prís fyri tað. Tú mást finna eina javnvág, har tú ikki bjóðar út størri klumpar, enn at tú kanst fáa optimalt fyri tað. Og tað er nettupp hetta sum frágreiðingin leggur upp til, og heldur løgmaður tað eisini vera eina rætta niðurstøðu. Uppá fyrispurning í hvussu stóran mun man skal byggja hetta á útlendsk áhugamál og kapital sigur løgmaður, at tað er ikki vist, at tað er so neyðugt. Tað eru nevniliga nógvir føroyingar, sum eiga og kundu havt áhuga í at gjørt íløgur og sum í dag gera íløgur í útlandinum. - Tað er heldur einki skeivt í, at í hvussu er strategiskir íleggjarar í útlandinum koma inn í myndina. Tað er so nógvur kapitalur í dag, eitt nú útlendskir pensiónskassar, sum hava til endamál at gera íløgur fyri at vinna sær pening og ikki fyri at hava ávirkan ella stýra. So stra- tegiskar íleggingar aðra- staðni frá koma ikki til Føroya, uttan fyritøkan er før fyri at geva eitt avkast, sum gevur so mikið nógv, at tað kann kappast við at gera íløgur aðrastaðni. Tað fer so aftur at skunda undir føroyskar fyritøkur, soleið- is at tær verða noyddar til at dubba seg til at kunna geva eitt avkast. Allir flokkar positivir Løgmaður vónar at fáa stuðul fyri sjónarmiðjum sínum á tingi. Hann heldur, at allir flokkar hava givið til kennar, at ein varðin og skilagóð einskiljing/privati- sering kann vera røtt, eis- ini Javnaðarflokkurin. Løg- maður vísir her til úttalils- ini hjá Henriki Old í Kross- kasti, har hann vísti á, at tað valdast sjálvandi um al- mennar fyritøkur, tá tosað verður um privatisering. Sambart løgmaður skal hann hava sagt, at almennar fyritøkur, sum verða riknar uppá forrætningslig prin- sipp, eru ikki ein trupul- leiki hjá Javnaðarflokkin- um. Tað var meira um man fór at privatisera innan heilsuverk ol., at hetta fór at verða ein trupulleiki. Og tað er so heldur ikki slíkt sum liggur í hesum leggur løgmaður aftrat. – Her er tað ein spurningur um uppgávur, sum heilt náttúrliga verða røktar uppá forrætningslig prinsipp. Er tað ein almenn uppgáva ella ikki? Tað er tað ikki eftir míni hugsan. Vit hava verið noyddir at yvirtaka ein banka, Fiskavirking osfr. í eini kreppu, og hesar fyritøkur eru eftir míni meining ikki ein almenn uppgáva. Tær eru ikki ein uppgáva, sum skal fíggjast við skattaborgarans peng- um. Tí er tað okkara skylda at tryggja, at tað, sum før- oyski skattgjaldarin hevur goldið fyri, at hesar fyri tøkur í síni tíð vórðu bjargaðar av tí almenna og koyrdar inn í alment regi, nú verður selt soleiðis, at skattgjaldarin tvs. landið, fær so nógv sum til ber at krónum. Hesar skulu so aftur kunna verða brúktar á slíkan hátt sum eisini fer at avlasta eitt høgt skattatrýst hjá borgarunum framyvir. Løgmaður sigur annars, at tað er fullkomiliga mis- skilt, tá onkur heldur, at hesin peningur skal brúkast til at fíggja fullveldið við. – Peningurin skjóta vit upp fer inn í ein fíggingargrunn, har bara avkastið kann brúkast, og tað avkast havi eg í hvussu er skotið upp er ogn hjá Føroya fólki. Mugu spjaða almenna váðan Anfinn Kallsberg, løgmaður heldur, at allir flokkar eru fyri eini ávísari privatisering. Formaðurin í Føroya Javnaðarflokki, Jóannes Eidesgaard tekur undir við privatiseringum, men bert um hesar gagna tí almenna, soleiðis at tað almenna fær meira burturúr og betri tænastur. Hvør einstøk fyritøka má takast upp at venda, tí tað ber ikki til at tekna eina svart/hvíta mynd um evnið POLITIKKUR Heri á Rógvi – Privatisering er ikki svart/ hvítt, men ein prosess, sum má takast upp í hvørjum einstøkum føri, sigur Jó- annes Eidesgaard, nú eitt aðalorðaskifti á tingi um sama evni stendur á skránni. Javnaðarflokkurin er kendur sum tann kon- servativi flokkurin í hesum spurningini, og hava sjón- armiðini hjá flokkinum ligið væl frá hinum flokk- unum. Grundsjónarmiðið hjá Javnaðarflokkinum er, at flokkurin sum so kann taka undir við privatisering, um hetta altso merkir, at tað al- menna fær meira burturúr. Jóannes Eidesgaard leggur sera stóran dent á, at hvør fyritøka sær eigur at verða viðgjørt, tí tað er mestsum ómøguligt at skera yvir eitt í spurninginum. Timing Nú aðalorðaskiftið verður í tinginum, hevur Jóannes Eidesgaard eisini gjørt sær nakrar tankar um, hví upp- skotið kemur í tingi júst. – Frágreiðingin varð latin okkum í heyst, og nú kemur eitt orðaskifti samstundis sum ein løgtingsval nærk- ast. Tað ber til at undrast yvir timingina, sigur Jóann- es Eidesgaard. Eisini undrast Jóannes yvir motitivini í samgong- uni. – Motivini aftanfyri at privatisera eru øgiliga ym- isk í samgonguni. Fólka- flokkurin kennir tað mest sum eitt ideologiskt prin- sipp, men støðan hjá Tjóð- veldisflokkinum er kanska meira rætta ímóti fullveld- inum. Vit hava harumframt eisini áður sæð eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at privatisera, har gomlu eigarnir fingu fyri- mun, sigur Jóannes Eides- gaard. Føroyar – Tað er eisini ein spurning- ur, hvussu stórur markn- aðurin í Føroyum er. Tað er ikki tað sama at privatisera í Føroyum sum í stóru lond unum rundanum okkum í fleiri førum. Tað kann lætt liga gerast talan um, at vit bara skifta frá einum al mennum monopoli til eitt privat monopol, og so er spurningurin um hetta gagnar nøkrum, sigur Jó- annes Eidesgaard. Formaðurin í Javnaðar- flokkinum vísir eisini á, at tað er eisini ein spurningur um, hvussu nógvur kapi- talur tað er í Føroyum. Hetta er fyri so vítt ógreitt, men Jóannes vísir á, at hetta talið mest sannlíkt er minni enn tað, ið tað fer at kosta at keypa fleiri av almennufyritøkunum. Aftur her heldur Jóannes, at vit eiga at vera á varhaldi og meta hvørja fyritøku sær. Hann vísir á, at Føroya Tele, sum hevur ein stóran íløgutørv fyri framman, so hevði tað óivað verið kær- komið við eitt sindur av út- lendskum kapitali og út- lendskari servitan. Hinveg- in so er talan um ein heilt annan spurning hvat við- víkur eitt nú JFK, sum norrmenn jú hava stóran áhuga fyri, og hetta kann merkja beinleiðis tap fyri føroyska samfelagið. – Hvat er t.d. endamálið við at privatisera Føroya Banka, tá bankin er so ótrúliga væl rikin og telist millum bestu bankarnar í kongaríkinum. Tað eru í dag allir føroyingar, ið eiga bankan og er tað ikki tann besta privatiseringin. Sam- stundis er tað undrunarvert, at eitt nú Postverk Føroya nú verður rikið sum um, at privatisering var einasta loysnin. Har kann mann eisini loyva sær at hugsa um, hvat landsstýrismaður ynskir við Postverkinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Sjálvt um Jóannes Eid- esgaard vísir positiv tekin yvirfyri privatisering, so skulu hinir politisku flokk- arnir ikki byrja at gleða seg ov tíðliga. – Vit hava havt nakrar ógvuliga ringar royndir við privatisering. Bankarnir og Strandferðslan endaði alt aftur á almennum hondum eftir at hava verið privat, sigur Jóannes Eidesgaard. Aðalorðaskifti verður í tinginum í dag(týsdagin). Jóannes Eidesgaard um privatisering: –Vit hava ringar royndir av privatiseringum – Motivini aftanfyri at pri- vatisera eru øgiliga ymisk í samgonguni. Fólkaflokkurin kennir tað mest sum eitt ideologiskt prinsipp, men støðan hjá Tjóðveldisflokk- inum er kanska meira rætta ímóti fullveldinum. Vit hava harumframt eisini áður sæð eitt uppskot frá Sambands- flokkinum um at privatisera, har gomlu eigarnir fingu fyrimun, sigur Jóannes Eidesgaard – Londini Føroyar eru komnar í bólk saman við til EM-undan- kappingina, sýnast avgjørt áhugaverd frá einum ferðavinnu sjónarmiði, sigur Heri Niclasen, stjóri í Ferðaráðnum FERÐAVINNA Ingrid Bjarnastein Ikki bert peningaliga og ítróttarliga hevur lutakastið til EM undankappingina í fótbólti nógv at siga. Før- oysk ferðavinna kann eisini mennast av hesum, og eru Týskland, Skotland og Ísland lond, ið longu nógv er samstarvað við. – Longu dagin eftir luta- kastið vendi ein týsk ferða- skrivstova sær til okkara fyri at fáa nágreiniligar upplýsingar um Føroyar, sigur Heri Niclasen á Ferðaráði Føroya. – Týskland og Skotland eru jú fótbóltstjóðir burtur- av, so ein kann vænta, at milliónir av menniskjum fara at venda áhuganum ímóti Føroyum fyri at vita, hvat hetta er fyri eitt land. Nú er ætlanin at savna marknaðarføringsfólkini hjá Smyril Line og Atlantic Airways soleiðis at støðan verður gagnnýtt á bestan hátt. Bæði Smyril Line og Atlantic Airways hava longu faldarar úti í Týsk- landi og Skotlandi, og Ferðaráðið hevur eisini faldarar um Føroyar bæði á týskum og enskum. – Hetta kann avgjørt koma at økja um tali av ferðafólkum úr Týsklandi og Skotlandi, heldur Heri Niclasen. – Talan er um eina øking av samstarvinum vit hava við hesi lond, og vit ætla heilt vist at fáa sum mest burturúr. Nú verður tað all- arhelst ikki fyrr enn næsta ár, at Føroyar skulu spæla hesar dystir, so vit hava góða tíð, men best er altið at vera úti í so góðari tíð sum gjørligt. Tosast skal nú um hetta innanhýsis við At- lantic Airways og Smyril Line, so hetta kann markn- aðarførast á rættan hátt, tað verið seg við fjølmiðlum, ferðaskrivstovum og øðr- um. – Komandi árið verður eitt spennandi ár, sigur Heri Niclasen at enda. Týskarar longu sýnt áhuga fyri Føroyum Ein stórur veggur úr betongi datt sunnu- kvøldið niður á nøkur neyst í Fámjin. Veggurin var partur av smoltstøðini í bygdini. Tað eina neystið hevur fingið stóran skaða ÓDNARVEÐUR Stefan í Skorini Harðligt ódnarveður hevur verið um Føroya land um vikuskiftið. Summar bygdir eru harðarði raktar enn aðrar. Í Fámjin fingu nøkur neyst skaða, tá ein stórur betongveggur á smoltstøð- ini datt. Edvard Magnussen, ið eigur smoltstøðina, sigur, at nógvur vindur hevur verið alt vikuskiftið, og sunnu- kvøldið varð veggurin tikin av vindinum. Talan er um ein stóran vegg, sum er einar tjúgu metrar til longdar og fimm metrar til hæddar. Hann er dottin á eini trý neyst, ið standa skamt ífrá støðini. Tað eina neystið hevur fingið stóran skaða, og øll yvirtromin fór, tá veggurin datt. Hini bæði neystini hava ikki fingið eins stóran skaða. Edvard Magnussen greiðir frá, at hetta helst er hent stutt fyri midnáttarleit- ið sunnukvøldið. Hann fór til hús sunnukvøldið klokk- an níggju, og hann fer omanaftur stutt eftir mid- nátt, og tá er veggurin dott- in. Smoltstøðin í Fámjin, ið nevnist Guttansstøð, verður í løtuni útbygd, og veggurin er er partur av útbygging- ini. Mánadagin varð veggur- in enn ikki tikin upp. Or- søkin var, at vegurin hevði verið stongdur allan dagin, og fólk slapp ikki til bygd- ina. Sløkkiliðið á Sandi hevði úr at gera sunnudagin og alla náttina. Ein skúrður heima á Sandi, har Restorff goymir sítt øl, mundi farið í luftina, men sløkkiliðið megnaði at bjarga ølinum. Harumframt fór tekjan á einum hjalli, og klædningurin á einum sethúsum loysnaði VINDSKAðAR Stefan í Skorini Tað hevur verið av ringasta veðri á Sandi um vikuskift- ið. Hann hevur verið eystan í ættini, og tað er ringasta ætt heima á Sandi. Hetta hevur givið sløkkiliðnum í oynni úr at gera við at tryggja og bjarga bygning- um, ið ikki hava verið nóg sterkir til nógva vindin. Sunnudagin seinnapartin fór tekjan á einum hjalli, ið stendur heima á Sandi. Nakrar plátur rivu í vindin- um. Tær vórðu tó skjótt tiknar upp av grannum og sløkkiliðnum, sum legði trol á hjallin fyri at tryggja hann móti vindinum. Hetta upplýsir sýslumaðurin í Sandoynni, Ingibjørn Elde- vig. Í morgun mundu sand- ingar fingið øl um alla bygdina. Ein skúrður, har Restorff goymir sítt øl, var í vanda, tá plátur fóru at loysna. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið at tryggja bygningin við troli. Sløkkiliðið mátti eisini tryggja eini sethús, har klædningurin var farin at loysna í vindinum. Tað er serliga heima á Sandi, at fólk hava merkt nakað til ódnarveðrið, meðan hinar bygdirnar ikki eru eins hart raktar. Heri Niclasen, stjóri í Ferðaráð Føroya, heldur, at EM-lutakastið kann hava nógv at siga fyri føroyska ferðavinnu SMUGLING Stefan í Skorini Fríggjakvøldið tók toll- valdið ein íslending, sum kom við flogfarin- um hjá Atlantsflogi úr Keypmannahavn. Mað- urin hevði heili trý kilo av hassji á sær. Hann hevði klistrað rúsevnini á kroppin, sum tollar- arnir funnu, tá teir kann- aðu mannin nærri. Maðurin, ið er 29 ára gamal, játtaði í grund- lógaravhoyringini, at hann hevði tey trý kilo- ini á sær. Hann er varð- haldsfongslaður til 22. februar, og til 8. februar skal hann sita avbyrgd- ur, meðan løgreglan kannar málið nærri. Maðurin segði, at hann ikki hevði ætlanir um at selja hassjið í Før- oyum, men at hann skuldi víðari til Íslands við tí. SMUGLING Stefan í Skorini Hósdagin varð ein 25 ára gamal maður varð- haldsfongslaður í fýra vikur. Tvær tær fyrstu av hesum skal hann sita avbyrgdur. Maðurin er skuldsett- ur fyri at hava smuglað amfetamin til Føroyar í august mánaði í fjør. Maðurin er skuldsettur fyri brot á revsilógina. Hann er er ein av teimum níggju monnun- um, sum varð tikin í tí stóra átakinum móti nar- kotika í Føroyum, men er tó ikki varðhalds- fongslaður fyrr enn nú. Annars er einki nýtt at frætta í tí málinum. Løg- reglan kannar framvegis málið og savnar prógv móti teimum varðhalds- fongslaðu. HERVERK Stefan í Skorini Sunnunáttina varð boð- að frá herverki á parker- ingsplássinum í Gunda- dali. Fólk høvdu gjørt seg inn á tveir bilar, ið stóðu á parkeringspláss- inum aftanfyri tað stóra skýlið við ovara vøll. Fleiri rútar og spegl á bilunum vórðu brotin. Eini sethús nærhendis fingu heldur ikki frið fyri herverki, og ein rút- ur varð brotin. Konsert var í badmin- tonhøllini hetta kvøldið, og herverkið hevur óiv- að samband við konsert- ina. Annars hevur viku- skiftið verið friðarligt verður sagt av løgreglu- støðini. Eingin bilførari er tikin við kenning, og eingin hevur verið á støðini at sova rúsin av sær. Íslendingur tikin: Hevði 3 kilo av hassji á sær Enn ein fongslaður Herverk í Gundadali Neyst fingu skaða í Fámjin Ølskúrður á Sandi mundi farið Sunnudagin og mánadagin hevur illveður gjørt nógv um seg kring oyggjarnar. Vegir hava verið stongdir, nógvar bygdir hava mist streymin og flogferðslan hevur verið darvað ÓDNARVEÐUR Stefan í Skorini Suðuroyggin er helst tann parturin av landinum, ið hevur verið meinast raktur av ódnarveðrinum. Sunnu- dagin mistu fleiri bygdir í oynni streymin, og bara heilt fáar bygdir varðveittu streymin. Vegirnir til Sandvík, Hvalba og Fámjin vóru allir stongdir mánadagin, meðan maskinur frá landsverk- frøðinginum ruddaðu veg- irnar. Harumframt mistu fleiri bygdir streymin sunnudag- in. Bara heilt fáar bygdir varðveittu streymin, og millum tær vóru Sumba og Tvøroyri. Smyril avlýsti eisini túrin av Drelnesi á morgni. Á Sandoynni vórðu tær tríggjar bygdirnar á eystur- síðni avbyrgdar, tá ein á í Sandslíð leyp. Harumframt vóru fleiri vindskaðar heima á Sandi. Fleiri aðrir vegir í Føroy- um hava verið stongdir, og mánamorgunin var stórur ferðslutøppur við tunnilin við Norðskála. Røðin við bilum stóð úr tunlinum og heilt oman til rundkoyring- ina. Hóast illveðrið hevur rakt meint, vóru viðurskiftini við at koma í rættlag í flestu støðum seinnapartin mánadagin. Maersk avlýsti mánadag- in allar túrar til Føroyar, og ferðafólk sleppa ikki til Føroya fyrr enn í dag, týs- dagin. Ódnarveðrið rakti meint C M Y K 9 8