mánadagur 2. august 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. august · Nr. 114
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
- Vit fara at gera alt, sum
stendur í okkara makt fyri
at fáa grein 266-b í revsilógini
strik aða aftur.
Tað staðfestir Jenis av
Rana, formaður í Mið flokki-
num.
Nú er nógv sum bendir á,
at tiltikna og illa umstrídda
grein 266-b í revsilógini aftur
kem ur til politiska viðgerð í
Løg tingi num.
Í kjalarvørrinum á, at ein,
ið nevndi seg Hans David-
sen, nakað síðani legði eftir
brekaðum á Face book, segði
Annika Ol sen, lands stýris-
kvinna í inn lendis mál um við
Portal in, at hon fer at um-
hugsa at leggja uppskot fyri
Løg tingið um at broyta grein
266-b í revsilógini, so at hon
eisini skal umfatað brekað.
Hesum hevur Meginfelag
Teirra Brekaðu, tikið fult
und ir við.
Gera alt í okkara makt
Hendir tað, er ongin ivi um,
at tað fer at vera minst líka
hart stríð í Løgtinginum aft-
ur hesuferð, sum tað var, tá
ið Løgtingið fyri góðum trim-
um árum síðani við gjørdi
mál ið um at grein 266-b eisi ni
skuldi umfata kynsliga sam-
leik an hjá fólki.
Í øllum førum staðfestir
Jenis av Rana avgjørdur, at
kem ur grein 266-b aftur til
við gerð ar
í
Løgtinginum,
fer Miðflokkurin at gera alt,
sum stendur í hansara makt
fyri at fáa løgtingið at broyta
hesa lógargrein aftur so at
tey samkyndu verða tikin
burt ur úr henni aftur.
- Verður málið lagt fyri
Løg ting ið aftur, kann alt
henda og vit fara at gera tað,
vit kunnu, fyri at fáa Løg ting-
ið at bakka aftur til støðuna
sum hon var, áðrenn lógin
varð broytt upp undir jól í
2006, tá ið hon eisini kom at
um fata kynsliga samleikan
hjá fólki, sigur hann.
Í hesum sambandi fer
flokk ur in at royna at fáa ein
meiriluta tvørtur um floks-
mørk í Løgtinginum fyri at
broy ta 266-b aftur.
Hinvegin
leggur
hann
aftur at, at nú Annika Olsen
hev ur nevnt møguleikan at
broy ta lógina, fer Mið flokk-
ur in at umhugsa at reisa
sjálv ur og at royna at savna
ein meiriluluta í løgtinginum
fyri at broyta lógina aftur.
Hvar enda vit?
Tað, sum hevði hóvað Mið-
flokki num allarbest, er, at
lógar greinin 266-b verður
full komi liga strikað, øll sum
hon er.
- Vit eru sannførd um, at
øll eru vard av revsilógini og
at tað er óneyðugt at nevna
nakr ar ávísar bólkar yvir-
høv ur.
- Tí vilja vit heldur avtaka
alla lógargreinina enn at
byggja hana út við at lata
hana fevna um fleiri og fleiri
bólk ar.
- Skulu vit nevna ávísar
bólk ar í samfelagnum, er
vón l eyst at siga, hvar vit
enda, tí tá kunnu tað verða
so nógvir bólkar, sum koma
upp á tal at verða nevnd.
Letur tað seg ikki gera at
strika alla greinina, vil Mið-
flokk ur in heldur hava hana
styrk ta, so at hon kemur at
um fata øll, uttan at nevna
nakran ávísan.
Formaðurin í Mið flokki-
num leggur tó afturat, at
stend ur valið ímillum at lata
266-b standa sum hon er, ella
lata hana umfata brek að
eisini, tekur flokkurin sjálv-
an d i undir við at nevna tey
brekaðu eisini.
Men undir øllum um støð-
um fer flokkurin at royna
tað, hann hann er mentur,
fyri at fáa orðingina um
kyns liga samleikan burtur
úr lógargreinini.
- Tað er av heilt øðrum or-
søk um, sum hava verið nógv
um røddar og sum tað ongin
or søki er til at endurtaka, sig-
ur hann.
Hann sipar sjálvandi til
tað átrúnaðarliga or søk ir-
nar, sum hava verið nógv
viðgjørdar í hesum sam-
bandi.
aki@sosialurin.fo
Samkynd aftur til við
gerðar í løgtinginum
266-B Miðflokkurin sær nú ein
møguleika fyri at fáa tey samkyndu
strikaði aftur úr nógv umstríddu
grein 266-b í revsilógini, men helst
skal øll lógargreinin avtakast
Grein 266-b
skal antin strikast
ella styrkjast