mánadagur 2. august 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 2. august · Nr. 114
Sosialurin
Bara superstudentar
sleppa víðari
Nú, meiri enn nakrantíð áður, ræður um at hava eitt gott miðnámsskúlaprógv. Tey, sum
vilja lesa víðari, skulu helst vera super-studentar fyri at sleppa inn, tí miðaltølini fyri at
sleppa inn eru methøg. Tað er greitt, nú plássini til hægri lærustovnarnar eru sett.
Nógvar umsóknir – fá pláss
Hesar eru tær útbúgvingarnar, sum hava flestar
umsøkjarar í mun til tal av plássum, og sum
sostatt eru serliga torførar at koma inn á.
Pláss:
Umsóknir:
• Fotojournalist, Journalistháskúlin
16
149
• Grafisk kommunikatión, Mediuháskúlin
59
416
• Sniðgevi, Danmarks Designskúli
105
731
• Hum. basisstudium + journalistik + annað fak, Roskilde Universitet
25
156
• Portugisiskt, Keypmannahavns Universitet
3
17
• Film- og mediuvísindi, Keypmannahavns Universitet
98
454
• Sjónvarps- og mediutilrættislegging, Medieháskúlin
37
164
• Jarðamóðir, Professionsháskúlin Metropol
69
291
• Sálarfrøði, Keypmannahavns Universitet
229
906
• Læknavísindi, Keypmannahavns Universitet
555
2023
• Samf. basisstudium + journalistik, Roskilde Universitet
25
91
• International Business, Handilsháskúlin í Keypmannahavn
130
453
• Sniðgevi, Designskolen Kolding
79
274
• Odontologi (tannlækni), Keypmannahavns Universitet
99
342
• Psykologi, Syddansk Universitet
110
359
• Ítrótt, Aarhus Universitet
50
163
• Antropologi, Keypmannahavns Universitet
102
327
• Læknavísindi, Aalborg Universitet
57
182
• Ítrótt, Keypmannahavns Universitet
105
334
• Journalist, Århus N, Journalisthøjskolen
252
766
Her eru tær 20 útbúgvingarnar, sum krevja
hægst miðaltal á lærdu háskúlunum í Danmark.
Miðaltalið er roknað eftir danska 7-talsstiganum.
1. Humanistisk basisstudium + journalistik + annað fak, Roskilde Universitet 10,9
2. Læknavísindi, Keypmannahavns Universitet 10,8
3. International Business, Handelsháskúlin i Keypmannahavn 10,8
4. Statsvísindi/Samfelagsfak, Keypmannahavns Universitet 10,7
5. Samfundsvísindaligt basisstudium + journalistik, Roskilde Universitet 10,7
6. Antropologi, Keypmannahavns Universitet 10,6
7. Jarðamóðir, København N, Professionsháskúlin Metropol, University College 10,6
8. Molekylær biomedicin, Københavns Universitet 10,5
9. Film- og mediuvísindi, Keypmannahavns Universitet 10,5
10. Sálarfrøði, Keypmannahavns Universitet 10,5
11. Retorik, Keypmannahavns Universitet 10,4
12. International Business and Politics, Handilsháskúlin í Keypmannahavn 10,3
13. Veterinærmedicin, Keypmannahavns Universitet 10,1
14. Læknavísindi, Aarhus Universitet 10,1
15. Litteraturvísindi, Keypmannahavns Universitet 10
16. Læknavísindi, Syddansk Universitet 10
17. Jarðamóðir, Aalborg Øst Professionshøjskolen University College Nordjylland 9,9
18. Sosiologi, Keypmannahavns Universitet 9,8
19. Sálarfrøði, Aarhus Universitet 9,8
20. Læknavísindi, Aalborg Universitet 9,8
Savnsmynd
Eydna Skaale
Í fleiri ár hevur talið av
um sóknum til hægri læru-
stovnarnar vaksið støðugt,
og aftur í ár er met sett.
Hægri lærustovnarnir hava
í ár fingið umsóknir frá
68.564 umsøkjarum, og nú er
greitt, at ein stórur partur av
hesum ikki sleppa inn á tað,
tey søktu.
Av tí, at talið av um søkj-
arum er so høgt, so trýstir
tað miðaltalið, sum krevst
fyri at sleppa inn, í topp. Tað
er nevniliga soleiðis, at tað
eru útboð og eftirspurningur,
sum gera av, hvussu høgt
kravda miðaltalið skal vera.
Jú færri plássini eru, og
jú fleiri umsóknirnar eru
– jú hægri verður kravda
miðaltalið.
Nøkur leys pláss
eftir enn
Enn eru nakrir føroyingar,
sum ikki hava fingið svar frá
háskúlanum, teir hava søkt
inn á.
Men um tú ert ein av
teimum, ið hevur fingið
noktandi svar og ikki sleppur
inn á dreymaútbúgvingina,
so eru allar súðir ikki syftar
enn.
Til ber nevniliga at søkja,
har pláss framvegis eru eftir.
Allir teir høgu lærustovnarnir
hava ein lista, har til ber
at síggja tey plássini, sum
framvegis eru leys at søkja.
So um tú veruliga ætlar at
byrja lesturin nú, so er at bera
skjótt at og søkja, áðrenn
eisini tey plássini rúka.
eydna@sosialurin.fo