Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. august 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. august · Nr. 114 10 Sosialurin Kjak Prógvini eru í yvirflóð. Ein og hvør rættsinnaður persónur, sum eftirkannar oljulekan í Meksikoflógvanum, verður tvingaður at koma til tvær niðurstøður. Tann fyrsta, at har eru als eingi prógv um, at BP hevur gjørt nakað skeivt. Tann næsta, at amerikanski forsetin hevur borið seg skammiliga at. Tað sigur seg sjálvt, at sovorðið sum at bora eftir olju meira enn hálvannan kilo­ metur niðanfyri havbotnin, má vera rættiliga ringt, og ber við sær eina ávísa risiko. Men tað er lívsneyðugt uttan so vit skulu venda aftur til at sutta sýrur og brenna kollektiv bál, meðan vit til fánýtis bíða eftir SEVsa ljótu og lasaligu vindmyllum. Nei, modernaði heimurin hevur tørv á olju. Komandi tjúgu árini, bara fyri at nøkta øktan eftirspurning og avloysa minkandi framleiðslu á eldri boringarøkjum, fara vit at fáa brúk fyri okkurt samsvarandi við tvey Mið­ eyst ur ella fýra nýggj Saudi­ arábia. Við hesum í huga er ein greiður tørvur á at kanna alternativ til olju. BP hevur verið í fremstu røð í hesi rationellu rannsakan, bæði tá ið tað kemur til orkukeldur, sum eru búskaparliga lív før­ ar, men eisini fáa nóg mikið av orku til vega. Tað gerst alt truplari at finna olju, og tí er tað, at tær stóru oljufyritøkurnar hava borað á djúpri og djúpri farvatni seinastu tjúgu árini. Tí er tað, at flest ir oljuanalytikarir ikki síggja nakað annað al terna tiv til kanningar í Atlants hav­ inum og norður póls um ráð ­ num. Hetta forklárar eisini nýliga áhugan í Falk lands­ oyggj unum. Fram um alt, tó, forklárar hetta hvussu víðtøkin og dreivað boringin í Meksikoflógvanum er, tað skjótast vaksandi oljuøkið í verðini. Hollywood hevur kanska romantiserað um Red Ad air, kendur fyri at takkla olju­ eldar, men oljumenn hava altíð vitað, at teir hava fingist við eitt vandamikið evni. Og serliga í hesum døgum, tá ið tað verður borað á djúpum vatni við teim bágum, hetta hevur við sær, mugu realist­ arnir altíð vinna á mussandi dagdroymarum. Og tað gera teir eisini. Allar tær stóru oljufyritøkurnar— eisini BP—eru trásettar av tryggleika. Tær hava skriv­ stovur og royndarstovur kjokk að við dýrum vís inda­ fólki, sum hugsa um onki annað. Tað er ikki nakað, øll hugsa so nógv um í dagliga sjabbinum. Nakað, nøkur teirra helst eisini kunnu umberast fyri. Men sum tey fylla hasa materialistisku oljuna á bilin, eiga tey at gera sær greitt, at hasi, ið syrgja fyri einum nøktandi útboði, vita betur, og vita eisini, at oljan má halda á at floyma, um heimurin skal halda á at rigga. So, har býr okkurt aftan­ fyri. Skuldarkensla, til dømis. Skuldarkenslu­trippið hjá einum stórum parti av eg’istiska miðalklassanum koyrir nettupp uppá, at nýtsla er nakað forherðað nakað, at genmanipulerað føði er farlig, kjarnorka eis­ ini, vistfrøðiligur matur er nakað gudiligt, meðan hópframleiddur matur frá øðrum heimsparti er eitt syndugt produkt; og hóast hasar studningsfyltu og fugla jaglandi myllurnar fara at geva eins nógv til samlaða orkutørvin sum okkara allar­ størstu bistandsklientar, alt so reiðarar, til føroyska búskapin, tá er tað tann prísurin, vit mugu betala... fyri síðani at halda fram at fylla á og forbrúka til seg og síni og hekla BP ígjøgnum. Søgan hjá modernaða oljuídnaðinum er prikkað við vanlukkum: Exxon Val­ dez, Piper Alpha, Texas City. Søgan hjá modernaðari flog­ ferðslu er somuleiðis prikkað við vanlukkum — ov talríkar at nevna og væl fleiri offur. Hugskotið, at tað er ein størri vistfrøðilig moralsk leksia í hesum, er eins spillandi sum tað er pillbýtt. Tá ið eitt flogfar dettur niður, skjýtur eingin upp, at flúgving skal bannast. Tí er tað eins býttisligt at tvinga allar bori­ pallar at gevast við at bora. Vit hava brúk fyri olju. Har er eingin substituttur fyri hana. Hon letst, í alt størri mun, at finnast í fjar­ skotnum økjum, har tað er torførari at bora. Onkuntíð fara ólukkur at vera. Hetta er hví, oljufyritøkur sosum BP tjena so forbannað nógvar pengar: tað er ein funksión av vandanum at bora eftir hasum evninum bjórað við globala eftirspurninginum. Men har er ein asins rúgvu av býttisskapi til. Altjóða vinstravongurin hevur al tíð hatað oljuídnaðin; olju keld an og bilurin eru tvær tær týdn­ ingarmestu páfinningarnar hjá kapitalismuni. Restin av verðini hevði annars líkasum vónað, at hatta anti­olju møsnið var sokkið til botns saman við marxistisku útandingini: ikki so. Eitrandi andin fann bara eitt annað lufthol: útjaðaran av grønu rørsluni, ið setur náttúruna omanfyri mannaættina, og gleðiliga hindrar menniskjanum tær orkukeldur, sivilisasjónin er treytað av! Í løtuni eru tey grønu før fyri at skava góðvarnan stuðul inn undir seg við totalt at ógvusliggera hótt­ an ina, oljuboring er fyri umhvørvið. Ongin vil hava olju í sjónum—ikki eingong Heilsufrøðiliga Starvsstovan, soleiðis at hon kann heimila sín salverandi tilverurætt. Fyri tað fyrsta, so er tað spill av einum dýrabarum produkti. Fyri tað næsta, so er tað ein tramans mongd av sjógvi til. Olja er lív­ runnin, og tí lívfrøðiliga niður brótilig, serliga í heit­ ari sjógvi. Oljulekarnir eftir fyrsta flógvakríggið í 1991 vóru, sambært reyðu økofasistunum, ein óbøtilig umhvørvisvanlukka. Tað tók ungefæhr 2 ár hjá persiska flógvanum at venda aftur til tað, sum hann “eigur” at vera! Rætt, í Meksikoflógvanum eru trupulleikar við fisking og ferðavinnu. Men aftur her er neyðugt at sýna sálarró. Troystarleysa popu ler pressan, líka frá dreymaliðnum hjá Dimmu til amerikanska Star, vil hava okkum at trúgva, at louisianska strondin er rokað við giggutum fiski­ monnum og konum, hvørs lívssetningur er at føða børn og gera mat, og at teirra arkadiski friður nú er vorðin fullkomiliga vanhalgaður av BPsa kapitalistiska brutali­ teti. Í veruleikanum, tó, stend ur olja fyri furs pro­ sent av louisiansku brutto­ tjóðarinntøkuni. Nógvir av fiskarunum hava skyldfólk í fanakenda oljuídnaðinum. Prísurin, teir fáa fyri sítt hál, er bundin av uppburðinum hjá oljudollaranum. BP hev­ ur sagt, at hasi, hvørs starv og lívskor eru ávirkað, fara at fáa endurgjald. Fimm­ hundrað fólk arbeiða beint nú við hesum, og hava longu góðtikið 31.000 uppá­ hald. Eg meini so við, hevur nakar nakrantíð møtt nak að tryggingarfólk, sum undir­ metur sítt tap? Veruliga hóttanin ímóti louisianska búskapinum, og tann hjá Amerika, kemur faktiskt frá teirra forseta, Barack Obama. Hansara útseting av avlandsboring fer at kosta arbeiði. Men amerikanski forsetin skítur á arbeiði, uttan eitt: hansara. Á ein hátt kemur tað óvart á meg, at tað er end­ að so galið hjá Obama í samband við oljulekan. Land sins myndugleikar vóru á staðnum alt fyri eitt; og yvirhøvur tóktist vera eitt væl betri tak á støðuni enn tá ið ódnin Katrina gjørdi um seg. Men Golflekin hevur helst krystaliserað ivan hjá nógvum amerikanarum um teirra próvtøkuríka, men innihaldsleysa forseta. Har er ein trupulleiki. Í javnaðarsinnaðu fjøl miðl­ unum, serliga í Evropa, hava Obamasa retorisku førleikar verið groteskt yvirmettir. Hann er ikki ein góður røðari. Forseti Reagan og Clinton vóru natúrtalent, meðan George Bush yngri kundi levera eina framúr framførslu við stuðuli frá einum fyrireikaðum teksti. Barack Obamasa lever ­ ing er hinvegin køld, sjálvs­ skoðandi og innan bundin. Annars eru hansara røður mest meinlíkar einari saml­ ing av miðalgóðum rokk­ balladum best hóskaðar einum maskinmeistaraballi í Leirvík... “these people are a part of me, and they are a part of America, this country that I love.” Fyri Guds skyld! Obamasa fremsti spuna­ smiður, Rahm Emanuel, segði einaferð: “Lat aldri eina seriøsa kreppu fara til spillis”. Og tað hevur vingulskølturin heldur ikki. Tí onki slær ein leskiligan oljuleka. Øll hasi rørandi bíløtini av tjør utum sjófuglum og greinastubbarnir stapp­ aðir við hjartaskerandi frá­ greiðingum um ávirkanina á “viðbrekna økosystemið”. Men, álvaratos, hvat við einum viðursveti av per­ spektivi her? Sjálvsagt, sorgarleikurin er ein van­ lukka fyri øll hasi, ið eru komin í hana. Vit føla øll líka nógv fyri louisianskum rækjufiskarum, brobber­ setandi brimríðarum og fugla­ lúrarum sum vit høvdu gjørt fyri offrum og avvarðandi Agga Niclasen meining@meyl.fo Obama, ikki BP, er tað veruliga bakbeistið í hesum sorgarleiki Golflekin hevur helst krystaliserað ivan hjá nógvum amerikanarum um teirra próvtøkuríka, men innihaldsleysa forseta