Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. august 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 2. august · Nr. 114 Sosialurin hjá einhvørjari vanlukku — tað veri seg terrorismu ella tokvanlukku. Kreppan í Meksiko flógv­ anum gav Obama annars tí heilt røttu undanførsluna at sjenera oljuídnaðin. Hetta, opinberiliga, so at vit øll fara at liva góð og útrealiseraði í reinum og glaðum býum einamest riknir av vindi og sól og ævigari træklemman, tá ið terapeutiski væl ferð­ arstáturin hjá klappandi vinstravonginum ikki slær til. Spunasmiðurin gloymdi tó at fortelja honum um gamla orðatakið, “bara tí tú tosar, merkir tað ikki, at onkur lurtar”. Ókey, forsetaembætið er eitt løgið starv. Tú fært at vita, at tú ert tann alvaldandi samtíðis sum tú ikki sleppur at stýra egnum landi vegna valdsavmarkan í kongressuni. Einasti mátin at bróta út úr Pinkulingalandi er altso at brúka Hvítu húsini sum ein stórreypandi og, til tíðir, frálíkan prædikustól. Men hesin forseti kann ikki tað, av tí at hann ikki er førur fyri at fáa amerikanarar at føla seg gott um seg sjálvar. Ein forkláring er kanska, at eingin veit, hvat Obama trýr. Stutta skiftið, hann var í senatinum, plaseraði hann seg ultra­langt til vinstru á mestsum øllum økjum. Hetta hóvaði demokratiskum aktivistum, sum aftur gjørdi hann til forsetavalevni. Tá ið Obama so hevði tryggjað sítt grundarlag, dumpaði hann sín vinstrasinnaða hug burð í royndini at ger­ ast valbærur. Men henda manreran kostaði: tapið av hansara politisku sál. Hetta er tað sama sum ein kronisk politisk kreppa. Ein forseti, sum ikki veit, hvør hann er, kann jú ikki sissa sínar landsmenn. Ístaðin má hann baktala BP. Tá ið tú lurtar at Barack Obama, skuldi tú trúð, at fyritøkan var rikin av George 3. av Bretlandi og Lord North. Og tað blívur verri, tí tað eru tíggju ár liðin, síðani BP gavst at kalla seg British Petroleum. Allíkavæl vil amerikanski forsetin partú venda aftur til gamla navnið, sum um “British” er eitt skemdarhugtak. Merk­ verdigur atburður, tí BP hevur 24.000 amerikanarar í starvi og 10.000 bretar. So tá ið vingulskølturin svertar hesa megnarfyritøku, skaðar hann amerikonsk eins væl og bretsk áhugamál. Og har er so enn ein óundansleppandi niðurstøða. Obama hevur ongan áhuga í hvørgum. Heðin D. Poulsen Limur í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum og valevni Avtakið almennu brenni­ víns søluna og sparið hundraðtals milliónir Bara í almennum løn um kostar almenna rúsdrekka­ søl an árliga 12 milliónir at reka, og eru samlaðu út reiðsl­ urnar hjá almennu brenni­ vínssøluni yvir 100 milliónir árliga. Tað er burturvið at spara í almannaverkinum, heilsuverkinum og innan út­ búgving, tá so nógvir peng ar kunnu sparast við at avtaka almennu brenni víns søluna. Rúsan tálmar ikki nýtsluni At tað almenna skal standa fyri og skipa søluna av brenni víni er absurd. Upp­ gávan hjá tí almenna liggur í vælferðaruppgávum, ikki í brennivínssølu. Hugskotið um, at Rúsan skuldi hava eina tálmandi ávirkan á rúsdrekkanýtsluna er ikki veruleikin í dag, tá tað so einfalt ber til at fáa fatur á rúsdrekka, sjálvt hjá teimum sum liggja rúsaði heima við hús. Hugburðurin tálmar nýtsluni Í miðlunum hava vit hoyrt løgregluna greitt frá, hvussu friðarlig ólavsøkan hevur verið, og er tað eyðsæð, at nýtslumynstrið er broytt. Tað er ikki longur neyðugt hjá føroyinginum at fara í býin á ólavsøku bjálvaður við øl og brennivín, tí nú ber til at keypa tað ein vil av sterkum í býnum. Við at liberalisera og sjónligera rúsdrekka er hugburðurin til rúsdrekka broyttur og harvið nýtslumynstrið. Alment partafelag er ørskapur Ætlanirnar hjá samgonguni at gera almennu brenni víns­ søluna um til eitt alment partafelag er ørskapur. Tá almennu virkini í síni tíð vóru umløgd til almenn parta feløg var hetta í eini til­ gongd at liberalisera ávís ar marknaðir, avtaka monopol og við tí fyri eyga at einskilja almennu partafeløgini seinni. Einki eftirlit, enn ein almenn nevnd og dýran stjóra Verður ætlanin hjá sam­ gong uni at gera almennu brennivínssøluna um til eitt alment partafelag, fer hetta at hava fleiri óhepnar fylgjur við sær, tá politiski myndugleikin á henda hátt kann spáka sær undan ábyrgd av hesum viðkvæma málsøki. Alt verandi alment eftirlit, løgtingsins umboðsmaður, landsgrannskoðari og fyri­ sitingarlóggávan verður sett úr gildi. Síðani skal enn ein almenn 5 manna nevnd mannast, og frá roynd­ um vita vit, at hesar eru ikki bíligar. Eftir at lands­ stýris maðurin hevur sett nevndina, allarhelst eftir tilmæli frá stjóranum, verð­ ur lønin hjá stjóranum í Rús uni neyvan sambært al mennum takstum, men ríkur hon allarhelst uppá banka stjóraniveau. Grundgevingin hjá sam­ gonguni at skipa almennu brennivínssøluna í alment partafelag er, at tað er lætt­ ari at reka Rúsuna sum al­ ment partafelag. Um hetta er grundgevingin, so kann alt alment virksemi tað sama skipast í almenn parta feløg. Eingin fyrimunir við almennum partafelag Brúkarin, misbrúkarin, tann frá haldni, eingin fær nakr an fyri mun av at leggja Rús drekka sølu Land sins í alment parta felag. Tað er einans leiðslan í Rúsuni sum fær fyrimun av einari almennari brenni víns sølu skipað í alment parta felag, og so sjálvandi eisini nýggja al menna nevndin. Heldur skuldi almenna brennivínssølan verið av­ tik in, og síðani kundu milli­ ónirnar, sum vóru at spara í almennari umsiting verið brúktar til fyribyrging, upp lýsing og til tað fram­ úr skar andi arbeið ið ym­ isku frá halds rørsl ur nar og stovn ar nir gera fyri tey, har brenni vín ið hevur tikið yvir.