Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. august 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. august · Nr. 114 12 Sosialurin Jan Müller Meðan flest øll arbeiðspláss kring landið sum vera man vórðu stongd um ólav søk­ una var kortini okkurt und­ antaki. – Tað er so langt mill um brunnarnar, at tá bor urin loksins verður sett ur í undirgrundina, so mugu vit sjálvandi vera til arbeiðis hvønn dag, eisini tá ólavsøka er. Hetta segði fryntligi og spenti vág bing­ urin og oddamaðurin á útgerðarstøðini í Runavík, Eli Lassen við Portalin um ólavsøkuna. Millum 12 og 15 fólk starv­ ast á útgerðarstøðini, tá bor­ að verður. Serútgjørd skip koma við tilfari og leggja tað upp á støðini og koma so onnur skip eftir somu útgerð og flyta hana til boripallin West Phoenix, sum nú hev­ ur borað í skjótt fýra dagar á landgrunninum í ein lands­ synning úr Føroyum. Bíðitíð Eli Lassen, sum nú hevur bíð að eftir hesi boringini í skjótt tvey ár, er fegin um, at gongd er komin á aft­ ur oljuleitingina. Hetta er sjeyndi brunnurin, sum verður boraður, og í øll­ um hesum boringum hev­ ur Atlantic Supply Base í Runavík virkað sum útgerð­ ar støð. Hann vónar, at oljan skjótt verður funnin, so virksemið á støðini kann gerast meira støðugt. Grundarlag verður fyri meiri virksemi á støðini, um okkurt lønandi fundið verður gjørt. Tí tann dag borurin rakar við olju­ og ella gassgoymslur í undirgrundini, tá fer at síggja bjartari út hjá út gerð­ arstøðini í Runavík. Møgu lig útbygging og eftir tað fram­ leiðsla fer at skapa nógv og støðugari virksemi á Atlantic Supply Base. Eli Lassen er fegin um, at ENI, sum stendur fyri bor ingini, hevur fingið eina so góða byrjan. Við hesum sipar hann til góða veðrið og at farast kundi í gongd uttan at ringt veður tarnaði virkseminum. Tað hevur nevniliga nógv at siga at fáa eina góða byrjan. Og hon hevur so aftur positiva av leiðing fyri arbeiðið á út­ gerðarstøðini. Nøgd við umstøðurnar Stjórin á ASB í Runavík heldur umstøðurnar á støðini at veita oljuvinnuni tænastur eru sera góðar, her ikki minst havnaviðurskiftini. –Øll, sum koma higar, lata sera væl at, og vónandi kann hetta eisini sigast, tá henda uppgávan er liðug um nakrar mánaðír. Nú um dagarnar kom Vik ing Lady á Runavík, sum er eitt nýtt slag av út gerð ar­ skipum og øðrvísi enn tey vit vanliga eru von við at síggja. Skipið hevur annað snið og er útgjørt við teirri nýggjastu útgerðini til flutning í oljuvinnuni. Øll manningin er norsk, sum letur væl at umstøðunum í Runavík. Fleiri føroyskar fyri tøk­ ur eru partur av bori verk­ ætlanini hjá ENI. Umframt útgerðarstøðina í Runavík so flytur Atlantic Airways fólk til og frá boripallinum. Aðrar fyritøkur, sum lata vørur, eru Poul Michelsen heil søla, sum letur matvørur til pallin, meðan Haraldsen í Fuglafirði letur til skipini, sum sigla millum pall og út­ gerðarstøðina. jan@sosialurin.fo Nógv virksemi í olju­ havnini í Runavík Oljuvirksemi Í útgerðarhavnini í Runavík hava tey úr at skipa, nú skip koma og fara við útgerð til boripallin West Phoenix. Nógv virksemi í útgerðarhavnini nú borað verður aftur. Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base fegnast um, at tað nú aftur verður borað