Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. august 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. august · Nr. 114 14 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Heri Simonsen Tað sást aftur á áskoðarafjøldini hjá HB, at 1-2 ósigurin ímóti B71 ólavsøkuaftan hevði tikið fast, og við dystarbyrjan ígjár var HB-skýlið minni enn hálvfult. ÍF hinvegin kom í Gundadal við einum 3-0 sigri á FC Suðuroy á útivølli í skjáttuni, og teir høvdu eina góða og mælska áskoðarafjøld við sær úr Fuglafirði. Í fyrra hálvleiki vóru møguleikar til bæði liðini Nenad Saric og Andy Olsen lógu framvið. Doddi hevði eina góða roynd, sum Jákup Mikkelsen í ÍF-málinum bjargaði. ÍF var tað stinnara liðini áðrenn steðgin, men teir vóru rættiliga hepnir ikki at verða reduseraðir til 10 mans, tá Poul Ennigarð harðliga takklaði tann unga og evnaríka HB-spælaran, Kristin Restorff Mouritsen, sum hevði fingið møguleikan frá byrjan, tá Símun Samuelsen ikki var tøkur. Poul Ennigarð slapp kortini við einum gulum korti. Fram ímóti steðginum vardu bæði Tórður Thomsen í HB- málinum og Jákup Mikkelsen í ÍF- málinum fyri góðum atsóknum. HB tekur yvir Sum annar hálvleikur leið tók HB alt meiri yvir. Kortini hevði Frank Poulsen hjá ÍF eina rættiliga góða skotroynd, sum ikki gav mál. Tá ein stórur tími var farin kom HB á vinnarakósina. Bólturin kom úr vinstra borði frá Rògva Poulsen og inn til Andrew av Fløtum, sum meddaði bóltin í netið. Átta minuttir seinni staðfesti HB sigurin aftaná eitt hornaspark. Bólturin kom inn í brotsteigin, og har eydnaðist tað Rógva Holm at flukta bóltin niður í vøllin og upp um Jákup Mikkelsen. Stutt eftir kundi Kristin Restorff Mouritsen, sum var sera eyðsýndur økt til 3-0, men málmansveteranurin hjá ÍF bjargaði. Nenad Saric Høgni Zachariasen og serliga Øssur Dalbúð fingu hvør sína roynd at minka um munin fyri ÌF, men teir misnýttu. Hjá HB fekk Ólavur í Ólavstovu møguleikan ímóti dystarenda fyri fyrstu ferð síðani skiftið frá NSÍ. Hjá ÍF gjørdist ikki talan um ta bestu upptaktina til steypafinaluna fríggjakvøldið, meðan HB-arnir kunnu byrja at fyrireika seg til brakið ímóti grannunum úr B36 tann 15. august. Undirhaldið var á einari leið í Gundadali, og rættiliga fitt av málmøguleikum til bæði liðini. heris@sosialurin.fo HB kom aftur á slóðina, aftaná famøsa ósigurin ímóti B71 ólavsøkuaftan, og eru teir nú á silvurplássinum í vodafonedeildini Tórður Þórur rógvi vagnur Hendrik kári milan kriSTin Fróði rógvi andrew øSSur andy dánjal nenad Frank karl Høgni FriTleiF poul barTal jákup HB-ÍF 2-0 (0-0) 1-0: andrew av Fløtum 62. 2-0: rógvi Holm 70. Dómari: Dagfinn Olsen HB: Tórður Thomsen – Vagnur Mohr Mortensen, Þórur S. Hreiðarsson, Rógvi S. Holm, Hendrik Rubeksen - Milan Kuljic, Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen (Símun Samuelsen, 72.) - Kristin R. Mouritsen (Rókur Jespersen, 80.), Andrew av Fløtum (Ólavur í Ólavsstovu, 90.), Rógvi Poulsen Gult kort: Fróði Benjaminsen, Tórður Thomsen, Milan Kuljic ÍF: Jákup Mikkelsen - Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Høgni Zachariasen - Dánjal á Lakjuni (Ari Ó. Ellingsgaard, 70.), Frank Poulsen (Alexander Jovevic, 80.), Karl Løkin, Andy Olsen (Hanus Eliasen, 70.) - Nenad Saric, Øssur Dalbúð Gult kort: Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Øssur Dalbúð HB reisti seg aFtur kroystur fuglfirðingur Andy Olsen har kroystur av HB-leikaranum Vagnur M. Mortensen og Kristin R. Mouritsen Mynd: www.hb.fo - Heðin Weihe Fróði Benjaminsen, HB og Nenad Saric, ÍF, vóru sentralir hjá sínum liðum Mynd: www.hb.fo - Heðin Weihe Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni, tá eykaliðið hjá Newcastle spældi venjingardyst ímóti Gateshead, sum spælir í Blue Square Premier League, ið er fimt besta deildin í Onglandi. Newcastle vann dystin 3-0 og Jóan Símun spældi sambært Newcastle heimasíðuni í góðar 75 minuttir av dystinum. Heimasíðan letur væl at fyrstu løtuni hjá Jóan Símuni, har heimasíðan skrivar, at Jóan Símun spælir við stórum sjálvsáliti fyri tíðina. Tað kemur millum annað av, at Jóan Símun herfyri fekk møguleikan á besta liðnum hjá Newcastle. jóan Símun við í newcastle sigri