Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. august 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 2. august · Nr. 114 Sosialurin Ítróttarblaðið Christian Lamhauge Holst byrjaði inni, tá Silkeborg á heimavølli spældi javnleik 2-2 ímóti Lyngby í donsku SAS-liguni í dag. Talan gjørdist um eitt satt vónbrot fyri Christian L. Holst og liðfelagarnar, sum eitt skiftið vóru á odda 2-0. Rajko Lekic legði Silkeborg á odda 10 minuttir undan steðginum, og um miðjan seinna hálvleik økti Jesper Bech til 2-0. Men bert fimm minuttir seinni minkaði Kim Aabech um munin til 2-1. Og í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat javnaði Ayoub Sørensen fyri Lyngby. Christian L. Holst fekk 61 minuttir á vøllinum í dag. Við heimasíðuna hjá Silkeborg sigur Christian L. Holst, at: - Tað er sjúkliga ergiligt og óuppiborið, at vit ikki vinna í dag. Vit vóru nógv betri enn teir, og eg skilji ikki hvussu vit ikki kundu vinna handan dystin, sigur føroyski landsliðsspælarin. Silkeborg hevur bert eitt stig aftaná trý umfør, og kom tað tí dátt við, at teir ikki tóku øll trý stigini í dag. Leygardagin spælir Silkeborg á útivølli ímóti AaB norðuri í Aalborg. Christian og teir spældu javnt Ólavur Øre Hansen Sandoyingar fingu av sonn um oyruni í vælsmurdu álops maskin­ una hjá sundalagsmonnum, tá teir vitj aðu við Margáir sunnudagin. Tá Eiler Rasmussen bríkslaði fyri síðstu ferð, hevði EB/Streymur skor að heili átta mál, meðan sand­ oy ing ar onki mál skoraðu. Stórsigurin hjá sundalags­ monnum var fult uppiborin, tí EB/ Streymur var klassar betri enn B71, og einki skal takast frá avrikinum hjá sundalagsmonnum. Men tað skal sigast at sandoyingar vóru út av lagi vánaligir sunnudagin. Tað var eitt skert B71 lið, sum vitjaði við Marg áir sunnudagin. Símin Hansen var ikki við, og saknurin í honum var eygsýndur. Ongi hekk saman, og trygga og kompromi­ leysa verju spælið, sum riggaði til fullnar á Ólavsøku, var ikki at kenna aft ur. Gestirnir gjørdu eitt hav av feil um, og var tað eisini ein orsøk til stórtapið hjá sandoyingum. Tískil var tað ein sera vónsvikin Høgni Midjord, sum eftir dystin mátti ásanna, at avrikið hjá teimum “gulu og bláu” ikki var nøktandi. ­Vit komu til Margáir við eini vón um at fáa stig burtúr, eftir góða úrs lit ið í Gundadali á Ólavsøku. Tí eri eg ræðuliga vónsvikin av avriki­ num hjá okkum her við Margáir, har einki hekk saman. Vit gjørdi alt ov nógvar feilir, og tá verður trupult at fáa úrtøku móti einum so góðum liði sum EB/Streymi. Brian vísti vegin Meðan sandoyingar skulu til at sleik ja sárini eftir avsmurningin við Margáir, so hevði EB/Streyma venjar in alla orsøk til at vera nøgd­ ur við avrikið hjá hansara monn um, og serlig Brian Olsen fær nøkur rósandi orð eftir dystin. Ungi miðvallarleikarin spældi ein brand­ dyst, og skoraði heili fýra mál fyri sunda lagsmenn. ­Brian Olsen spældi ein framúr góð an dyst í dag, og skoraði fýra mál. Men eg haldi at vit spældu sera væl sum lið, og løgdu teir undir eitt tungt trýst frá dystarbyrjan. Hetta rigg aði til sera væl, sum úrslitið eisini gevur ábendingar um, sigur Heðin Askham. Ikki kann sigast annað enn at Brian Olsen gjørdi um seg sunnu­ dag in. Fyri steðgin hevði hann skor­ að tríggjar ferðir, meðan Daniel Ud sen skoraði til 4­0 beint undan steðgi num. Eftir steðgin var Brian aft ur á blettinum, tá hann við sín­ um fjórða máli legði EB/Streym á odda 6­0 eftir at Gert Hansen hevði skorað til 5­0. Fram móti dystar­ enda skoraði fyrst Hans Pauli Samuel sen til 7­0, áðrenn Daniel Udsen skoraði til 8­0. Samanumtikið vístu sunda­ lags menn sera góðar taktir undan steypa finalu ni. EB/Streymur spæl­ di til tíðir dreyma­fótbólt ímóti ein­ um B71 liði, sum als ikki formáddi sær nakað sum helst. Uttan at taka nak að frá sundalagsmonnum, so sig ur stórsigurin eisini nógv um vána liga avrikið hjá sandoyingum. trondur@sosialurin.fo Klassamunur við Margáir Sundalagsmenn vístu álopsspæl í serklassa, tá teir smurdu sandoyingar av við Margáir sunnudagin. 8-0 gjørdist endaliga støðan, og tað var ikki eitt mál ov lítið. Stóri spælarin hjá EB/Streymi gjørdist Brian Olsen, sum skoraði heili fýra mál René maRni egil geRt dánjal pauli bRian gudmund daniel soRin aRnbjØRn HØgni ebbe bogi mads mikkjal danilo fRits bojan jÓHannes maRko pRedRag EB/Streymur-B71 8-0 (4-0) 1-0: brian olsen 12. 2-0: brian olsen 13. 3-0: brian olsen 43. 4-0: daniel udsen 45. 5-0: gert Hansen 49. 6-0: brian olsen 55. 7-0: Hans pauli samuelsen 72. 8-0: daniel udsen 83. Dómari: Eiler Rasmussen EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Dánjal Davidsen - Gudmund Nielsen (Leif Niclasen, 11.), Pauli G. Hansen (Kristoffur Jakobsen, 57.), Brian Olsen, Daniel Udsen - Sorin Anghel Hans Pauli Samuelsen, 57.), Arnbjørn Hansen B71: Predrag Markovic – Bojan Zivic, Marko Stanic (Rúni Joensen, 65.), Jóhannes Jensen, Frits Eið (Hanus Clementsen, 25.)– Danilo Kovacevic, Bogi Hermansen, Mikkjal Hentze, Mads Hentze, Ebbe Kristin Thomsen (Thomas Hans Rubeksen, 46.) - Høgni Midjord Heðin Askham: - Vit spældu sera væl Eg eri sera væl nøgdur við avrikið hjá okkum í dag. Vit spældu ein sera góðan dyst, segði ein fegin EB/Streyma venjarin eftir dystin, tá Sosialurin fekk orðið á hann. -Uppleggið hjá okkum til dystin, var at leggja eitt høgt trýst frá dystarbyrjan, og tað riggaði sera væl, segði Heðin Askham. Spurdur um stórsigurin var ein nøktandi fyrireiking til steypafinaluna, sigur Heðin, at tað ber ikki til at samanbera, tí steypafinalan er ein heilt onnur uppgáva. -Nú kunnu vit fegnast um hendan sigurin, og so ræður um at fáa armarnar niður aftur, og byrja at fyrireika okkum til steypafinaluna, segði Heðin Askham at enda. Gudmund Nielsen og Mikkjal Hentze í hornatkum Mynd: Svansmynd